Einskiljing av Fiskavirking
Nú liggja tey, sum tey hava reitt. Men hetta má onkur standa til svars fyri.
Tummas Arabo er bersøgin, tá ið vit spyrja hann, hvat hann heldur um ætlanina at einskilja Fiskavirking.
Tummas Arabo var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá ið Fiskavirking varð sett á stovn og tí má hann sigast at vera høvuðsmaðurin aftanfyri Fiskavirking.
Hann var eisini nevndarlimur í Fiskasøluni, tá ið hon brádliga varð løgd undir Fiskavirking seinasta heyst.
Fyri einum ári síðani bjóðaði eitt samtak av reiðarum sær at keypa Fiskavirking fyri 115 milliónir og eitt annað samtak bjóðaði sær at keypa Fiskasøluna fyri góðar 47 milliónir.
Sostatt kundu Fiskavirking og Fiskasølan tá verðið seld fyri tilsamans 162 milliónir.
Men tá vildi Framtaksgrunnurin ikki selja. Ístaðin varð Fiskasølan í eini handavending løgd undir Fiskavirking.
Tað kostaði Framtaksgrunninum 15 milliónir at leggja Fiskasøluna undir Fiskavirking, sigur Tummas Arabo.
Tað var prísurin, sum Framtaksgrunnurin mátti betala fyri, eitt nú, at sleppa burturúr sáttmálunum, sum Fiskasølan hevði gjørt.
Men nú Fiskavirking er lýst til sølu, hava somu menn bjóðað sær at keypa alla fyritøkuna fyri 80 milliónir.
Verða tær 15 milliónirnar roknaðar uppí og Fiskavirking nú verður selt fyri 80 milliónir, kann sostatt staðfestast, at avgerðin at bíða við at selja Fiskavirking til nú, fer at kosta landskassanum einar 95 milliónir krónur.
Tað mátti givið onkrum ein merkiligan smakk í munnin, heldur Tummas Arabo.
Men hann staðfestir eisini, at Framtaksgrunnurin liggur sum hann hevur reitt.
Fyri bara einum ári síðani, kundi Framtaksgrunnurin fingið 162 milliónir fyri fyritøkuna. Men nevndin vildi heldur brúka 15 milliónir upp á at leggja Fiskasøluna undir Fiskavirking- og nú er einasta, boð vit kenna, bara 80 milliónir.
Talan er um almennar pengar hjá skattaborgarunum og tí eigur onkur at standa til svars fyri tað.
Stendur ongin til svars fyri, at landskassin missur 95 milliónir, er tað undarligt, má eg siga, leggur hann afturat.
Best á føroyskum hondum
Annars er Tummas Arabo samdur í, at tað er rætt at einskilja Fiskavirking, tí hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til at tað almenna skal eiga fiskavirki.
Fiskavirking var ein neyðloysn, sum hevur riggað væl. Men landið skal ikki varðveita fyritøkuna.
Men hann heldur, at tað hevur týdning at varðveita Fiskavirking á føroyskum hondum.
Verður Fiskavirking á Føroyskum hondum, kann tað føra ymiskt annað virksemi við sær. Eitt avleitt virksemi er, at føroyingar kunnu upparbeiða sær ein serkunnleika í at selja fisk, sum vit ikki hava í nóg stóran mun nú.
Men endar tað við, at Fiskavirking fer á útlendskar hendur, er stórur vandi fyri, at føroyingar bara enda sum rávøru-leverandørar til útlendsk sølufólk og sostatt koma at missa tað mesta av hesum serkunnleika.
Tummas Arabo sigur, at stóri vinningurin fyri tann útbúnað partin av fólkinum, liggur heilt avgjørt í søluliðnum.
Føroyingar hava leingi dugað væl at skorið flak. Men tað er eisini neyðugt, at føroyingar duga væl at selja fisk, tí tað er har, tann stóri vinningurin liggur.
Verður fiskavirking varðveitt á føroyskum hondum, kundi tað eisini eggjað skipunum til at avreitt meiri í Føroyum so at útflutningurin av óvirkaðum fiski varð tálmaður, sigur Tummas Arabo.
Ávarar ímóti einskiljingum
Annars endurtekur Tummas Arabo, at tað hevur stóran týdning, at landspolitikararnir gera sær greitt, hvørjar tænastur, tað politiska valdið eigur at hava ræðið tá.
Tí ávarar hann einn einaferð ímóti a einskilja Atlantsflog, Føroya Tele og SEV.
Hetta eru viðurskifti, sum eru so týdningarmikil fyri samfelagið, at tað má politiska valdið varðveita ræðið á.
Hann sigur, at telesamskiftið, orkuveitingin og ferðasambandi út í heim, eru so grundleggjandi fyri eitt oyggjarland sum Føroyar, at tað eru viðurskifti, sum politiski myndugleikin undir ongum umstøðum má sleppa ræðinum á.
Annars heldur hann heldur ikki, at Føroya Banki skal einskiljast, uttan so, at landið fær so mikið fyri hann, at almennu lánini kunnu betalast so langt niður, at minkingin í rentuútreiðslunum svarar til tað vinningsbýtið, sum landskassin fær frá bankanum.