Í farnu viku boðaði Trygd frá, at teir nú kundu bjóða tað, teir rópa viðgerðartrygd. Ein sjúkratrygging, sum ger, at tú kanst fara av landinum á eitt norðurlendskt privatsjúkrahús at fáa viðgerð.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sigur, at hetta er ein gongd vit síggja aðrastaðni í heimi, eisini í Norðanlondum, og tí undrast hann ikki um, at fyribrigdi nú eisini er komið til Føroya.
- Hetta tilboðið kann vera eitt ískoyti til verandi skipan, men hetta er ikki eitt tilboð fyri øll, slær landsstýrismaðurin fast.
- Hetta tilboðið er avmarkað til tey, sum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum við regluligum og føstum inntøkum, og faktiskt eru frísk og væl fyri, so hetta er ein kvalitativur munur í mun til okkara sjúkrahúsverk, sigur Hans Pauli Strøm, og vísir á, at teir stóru brúkararnir av sjúkrahúsverkinum ikki kunnu gera sær dælt av nýggja tilboðnum.
- Teir stóru brúkararnir av sjúkrahúsverkinum í dag, eru tey gomlu, tey, sum eru varandi sjúk ella verða varandi sjúk og fólk, sum bera brek, og í hini skipanini hava tey eitt lágt tryggingarvirði.
- Okkara sjúkrahúsverk er eitt tilboð fyri øll, staðfestir Hans Pauli Strøm.
Privatsjúkrahús dýrari
Hans Pauli Strøm sigur eisini, at tað vísir seg, at privatsjúkrahúsini oftani eru dýrari at reka enn tey almennu, og at fleiri pengar verða brúktir til bureaukrati og pappírsarbeiði á privatu sjúkrahúsunum, og nevnir USA sum dømi.
- USA og Norðanlond vera mett at hava nøkulunda sama sjúkrahússtøði, men í USA brúkar tey 14 prosent at bruttutjóðarúrtøkuni til sjúkrahúsini, meðan tað í Norðanlondum verða nýtt 8 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til sjúkrahús, sigur Hans Pauli Strøm og greiðir víðari frá, at orsøkin til tað er hon, at tað almenna sjúkrahúsverkið er meiri effektivt.
Smakkleyst við tilboði nú
Hans Pauli Strøm heldur annars ikki nógv um, at Trygd velur at koma við teirra tilboði júst nú, meðan sjúkrahúsverki er fyri so hvøssum atfinningum.
- Eg eri rættiliga skelkaður av, at tey velja at koma við tilboðnum júst nú, og eg haldi tað vera rættiliga smakkleyst av teimum. Tey áttu at kent sær hógv og bíða, nú støðan er sum hon er og sjúkrahúsið er fyri so hørðum atfinningum. Eisini sjálvt um teir hava ætlað hetta longi, men tað er so teirra væl, ásannar landsstýrismaðurin.
Útbyggja og lyfta sjúkrahúsverkið
Hans Pauli Strøm sigur annars, at batar til sjúkrahúsverkið eru í væntu.
- Vit eru byrjaði at útbyggja og lyfta okkara sjúkrahúsverk, soleiðis at vit fáa tað fram í fremstu røð.
- Tørvurin á serlæknum hevur longi verið ein trupulleiki, men vit eru so farin undir at útvega fleiri serlæknar so hesin tørvurin minkar, sigur Hans Pauli Strøm og vísir til fíggjarlógaruppskotið, sum tað verður arbeitt við í løtuni, har arbeitt verður fyri at gera pláss fyri einum krabbameinslækna og einum neurologi, sum tað hevur verið rópt eftir í langa tíð.
- Eisini verður arbeitt við at bøta um læknatænastuna á hinum sjúkrahúsunum, og í Suðuroy verður arbeitt við at fáa ein medisinskan lækna, sigur Hans Pauli Strøm og vísir eisini á fleiri batar, sum eru komnir og eru ávegis.
Fer ikki at tekna sjúkratrygging
Landsstýrismaðurin vísir eisini á nógv verður gjørt fyri at hækka um tænastustøði. Hann nevnir eitt nú arbeiði, ið gjørt verður fyri at skapa betri fysiskar karmar til Landssjúkrahúsið og sigur, at tær 105 milliónirnar, ið eru játtaðar til at nútímansgera Landssjúkrahúsið frá 2006 til 2008, bara eru fyrsti partur av eini ætlan upp á 350 milliónir.
Spurdur beinleiðis um, um hann sjálvur ætlar at tekna eina viðgerðartrygd hjá Trygd, er Hans Pauli Strøm avgjørdur í sínum svari.
- Nei, tað síggi eg onga grund til, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum.