Ritzau. Kortini viðgongur Costner, at hann stúrir fyri dóminum hjá ummælarunum eftir hvørja konsert. Hann viðgongur tó, at hansara kenda andlit helst er ein av orsøkunum til, at fólk møta upp til hansara framførslur [...] framførslur. -Orsøkin til, at fólk koma til mínar konsertir er helst, at tey vilja síggja meg. Men í longdini koma tey eisini fyri at hoyra tónleikin, sigur Kevin Costner við Ritzau. Spurningurin er so,
tvey línuskip eisini inn at landa. Tey hava bæði verið á Íslandsrygginum. Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum um tilfeingi fyri komandi viku. Um útróður verður sagt, at streymurin verður ringur [...] vikuna. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at allir partrolararnir fiska upsa. Fiskiskapurin er misjavnur, men smáligt er fyri tað mesta. Partrolararnir koma eisini inn at landa, sum vikan gongur. - Bara ein [...] Fleiri línuskip koma inn at landa mánadagin. Tey hava antin verið undir Íslandi ella á Byrenbank - og ein hevur verið á djúpum vatni eystanfyri. - So, tað verður nógv av toski, brosmu, blálongu og lira
– Vit fegnast um, at tað nú er loyvt at bryggja sterkt í Føroyum, og er hettar tann fyrsta sterka ølin, ið vit nú hava bryggjað, verður sagt av Føroya Bjór. Tað verður vanliga sagt um tvey ára gamlar [...] gamlar veðrar, at hann er tvævetur. Um trý ára gamlar veðrar, siga vit, at hann er trævetur. Haðani stavar heitið á nýggju ølini. Trævetur, ella Tripple Ram, sum enska heitið er, borgar fyri góðsku [...] og hevur stoltleika, verður sagt frá Føroya Bjór. Hóast tað nú er loyvt at bryggja sterk í Føroyum, heimilar lógin ikki at selja sterkt føroyskt øl fyrr enn 1. apríl 2012. Tí verður ølin Trævetur
okkum at spenna smílibondini. Og tað gjørdi hann so sanniliga eisini í Degi og Viku mánakvølið, tá hann vissaði Føroya fólk um, hvussu stórur javnaðarmaður hann var: – Eg haldi, at so at siga [...] sum tá var FYRITREYTIN fyri øllum politikki, punktum! – Vit eiga at læra av erfaringunum. Vit eiga at læra av 1946, og vit eiga at læra av 2000, sigur Sjúrður Skaale. Jú, hendan prædikan mundi fløva
Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, hava lagt uppskot fram fyri tingið, at Løgtingið samtykkir at skriva út val at verða seint í september. Uppskotið skal til fyrstu viðgerð í dag, sum nummar fimm [...] onga stevnu hava aðra enn at verða sitandi sum longst. Valstríð er komið í politikkin, viðgerðin síðani ólavsøku kundi tað sama verið skipað sum veljarafundir. Tað er orsøkin til, at Jørgen Niclasen, formaður [...] broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum. - Fyrsta viðgerð av uppskoti til samtyktar um at útvega eitt nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn og samstundis útvega kollegium til føroysk lesandi
fjørðin í báti. Ikki tí; nógvir bátar vóru í Nólsoy í gjár, tó at bátatalið ikki var av tí allar mesta. Í morgin er væntandi, at Strandferðslan fer at upplýsa, hvussu nógv ferðandi vóru um Nólsoyarfjørð á ovastevnu [...] part av leygardegnum, órógvaði ælaveðrið kortini nakað, og ivaleyst helt hetta eisini nøkrum aftur í at koma út um fjørðin. Út á seinnapartin og um kvøldið var í løtum frískligt lot, og hetta saman við [...] ovastevnu. Eitt, sum var øðrvísi á ovastevnu í ár enn undanfarin ár, var, at nógvir persónbilar vóru í bygdini stevnudagarnar. Nakrir húsvognar vóru eisini komnir um fjørðin í sambandi við stevnuna. Tá Ternan
í gjár á sjeynda plássi. Toftamenn hava í dag møguleika at lyfta seg framum aftur bæði KÍ og HB, og hjá NSÍ fer full úrtøka at bera við sær, at 4. plássið ikki verður hótt. Tá ið toftamenn í 3. umfari [...] í vánaligum líkindum. Tað er turt og rættuliga frískur høgættarvindur, men forsøgnirnar siga, at hann fer at minka seinnapartin. Støðan Støðan B36 46 Víkingur 42 EB/Streymur 38 NSÍ 26 HB 22 KÍ 21 B68 20 [...] Tað verður grannauppgerð við Løkin í Runavík, sum fer at seta punktum fyri 19. leikumfar í Vodafonedeildini. Fyrsta bríkslið verður klokkan 15, og 23. maðurin á vøllinum verður Lars Múller. Í summar hevur
annað enn, at teir fingu góðan fong hesa løtuna. Stutt eftir klokkan 14 varð fyrst ein, og síðani tveir bilførarar skrásettir fyri at hava koyrt við somu ferð - 120 km um tíman, har bert er loyvt at koyra 80 [...] ein bilførari at merkja, hvussu effektivar ferðmátingarnar eru hjá løgregluni. Seinnapart á degi var løgreglan farin til eitt ávíst - og vælegnað - stað í Eysturoynni við góðum útsýni at máta ferðina hjá [...] 80. Báðir vórðu steðgaðir av løgregluni, og felags fyri teir báðar var, at teir játtaðu seg sekar, upplýsir løgreglan. Ein góðan tíma seinni var aftur fongur. Hesa ferðina steðgaðu teir eisini tveimum
óttin fyri møguligum yvirgangi, sum ger, at hermenn og løgreglumenn standa á hvørjum gøtuhorni. Ein onnur orsøk er, at forsetarnir Barack Obama og George W. Bush fara at luttaka á minningarhaldinum, sum verður [...] í New York hava sent bæði hermenn og løgreglumenn í býin í dag í sambandi við, at 10 ár eru liðin síðani atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon tann 11. september í 2001. Allar gøturnar rundan [...] til minnis um tey deyðu letur upp. Ígjøgnum morgunin verða nøvnini á teimum, sum doyðu í atsóknunum at World Trade Center í 1993 og í 2001 lisin upp. Men tríggir steðgir verða í upplestrinum. Tann fyrsti
Tað er ikki lætt at vera 13 ára gamla Megan Stewart, Hon hevur nevniliga sera sjálsomu sjúkuna Hair Brushing Syndrome. Tað eru trý ár síðani, at gentan fekk staðfest ógvuliga undarligu sjúkuna. Eg greiddi [...] greiddi henni, tá hon knappliga small um, og varrarnar gjørdust bláar. Eg helt, at hon fekk ein dánilsi, nakað, sum hon tó ongantíð hevur havt áður, so vit ringdu eftir sjúkrabilinum. Tað var ógvuliga ræðandi [...] Foreldrini, Sharon og Ian, fingu ein skelk, tá hendan undarliga sjúkan varð staðfest og tað merkir, at hon ikki má verða fyri statiskum elektrisiteti, og kann heldur ikki ganga í klæðum av polyester. Læknarnir