Seta punktum seinnapartin

Tað verður grannauppgerð við Løkin í Runavík, sum fer at seta punktum fyri 19. leikumfar í Vodafonedeildini.

Fyrsta bríkslið verður klokkan 15, og 23. maðurin á vøllinum verður Lars Múller.

Í summar hevur tað ikki gingið meiri enn passaligt hjá grannunum á eystara armi á Skálafjørðinum.

NSÍ er framvegis á fjórða plássi, og B68 er eftir dystirnar í gjár á sjeynda plássi. Toftamenn hava í dag møguleika at lyfta seg framum aftur bæði KÍ og HB, og hjá NSÍ fer full úrtøka at bera við sær, at 4. plássið ikki verður hótt.

Tá ið toftamenn í 3. umfari vitjaðu innanfyri var talan um tætta uppgerð, sum heimaliðið vann 1-0. Tá ið NSÍ vitjaði á Svangaskarði endaði tað 1-1 í vánaligum líkindum.

Tað er turt og rættuliga frískur høgættarvindur, men forsøgnirnar siga, at hann fer at minka seinnapartin.

 

Støðan

Støðan

B36 46

Víkingur 42

EB/Streymur 38

NSÍ 26

HB 22

KÍ 21

B68 20

07 Vestur 19

ÍF 16

B71 10

EB/Streymur, ÍF, NSÍ og B68 hava spælt 18 dystir, og hini liðini hava spælt 19 dystir.