Nógvir bilar við Ternuni

Tað var ikki líka nógv fólk á ovastevnu í Nólsoy í ár, sum tað onkuntíð hava verið. Hóast útlit vóru til hampiligt veður, sum tað nú eisini var ein fittan part av leygardegnum, órógvaði ælaveðrið kortini nakað, og ivaleyst helt hetta eisini nøkrum aftur í at koma út um fjørðin.

Út á seinnapartin og um kvøldið var í løtum frískligt lot, og hetta saman við afturvendandi ælaveðri, helt kanska eisini fólki aftur, sum høvdu ætlað sær út um fjørðin í báti. Ikki tí; nógvir bátar vóru í Nólsoy í gjár, tó at bátatalið ikki var av tí allar mesta.

Í morgin er væntandi, at Strandferðslan fer at upplýsa, hvussu nógv ferðandi vóru um Nólsoyarfjørð á ovastevnu.

Eitt, sum var øðrvísi á ovastevnu í ár enn undanfarin ár, var, at nógvir persónbilar vóru í bygdini stevnudagarnar. Nakrir húsvognar vóru eisini komnir um fjørðin í sambandi við stevnuna.

Tá Ternan fór úr Nólsoy klokkan 16.45 í dag, vóru ikki færri enn 10 persónbilar og ein húsvognur við inn um fjørðin. Nú Ternan - og ikki Ritan - røkir hesa farleið, er møguleikin at flyta bilar vorðin nógv betri, og hetta høvi hava nólsoyingar ikki latið farið afturvið.