10 ár síðani 11. september

Myndugleikarnir í New York hava sent bæði hermenn og løgreglumenn í býin í dag í sambandi við, at 10 ár eru liðin síðani atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon tann 11. september í 2001. Allar gøturnar rundan um Ground Zero, har tey bæði tornini stóðu, eru stongdar frá klokkan átta á morgni til klokkan átta á kvøldi.

Tað er ikki bara óttin fyri møguligum yvirgangi, sum ger, at hermenn og løgreglumenn standa á hvørjum gøtuhorni. Ein onnur orsøk er, at forsetarnir Barack Obama og George W. Bush fara at luttaka á minningarhaldinum, sum verður seinni í dag til minnis um tey meiri enn 2.600, sum doyðu. Fyrrverandi borgarstjórin í New York Michael Bloomberg, verður eisini hjástaddur, tá ein minnislund til minnis um tey deyðu letur upp.

Ígjøgnum morgunin verða nøvnini á teimum, sum doyðu í atsóknunum at World Trade Center í 1993 og í 2001 lisin upp. Men tríggir steðgir verða í upplestrinum. Tann fyrsti klokkan 08.46, tá tað fyrra flogfarið rakti tað norðara tornið, klokkan 09.03, tá tað seinna flogfarið rakti tað syðra tornið, og klokkan 09.37, tá eitt flogfar rakti Pentagon. Tað fjórða flogfarið, sum yvirgangsmenninir rændu, datt niður í statinum Pennsylvania.