Sunnudagin fekk ein bilførari at merkja, hvussu effektivar ferðmátingarnar eru hjá løgregluni.
Seinnapart á degi var løgreglan farin til eitt ávíst - og vælegnað - stað í Eysturoynni við góðum útsýni at máta ferðina hjá bilførarunum.
Og ikki kann sigast annað enn, at teir fingu góðan fong hesa løtuna.
Stutt eftir klokkan 14 varð fyrst ein, og síðani tveir bilførarar skrásettir fyri at hava koyrt við somu ferð - 120 km um tíman, har bert er loyvt at koyra 80.
Báðir vórðu steðgaðir av løgregluni, og felags fyri teir báðar var, at teir játtaðu seg sekar, upplýsir løgreglan.
Ein góðan tíma seinni var aftur fongur. Hesa ferðina steðgaðu teir eisini tveimum bilførarum. Annar teirra koyrdi 115, meðan hin var heilt uppiá 124 km/t.
Hóast tað er sunnukvøld er løgreglan eisini til arbeiðis tá. Beint fyri midnátt í gjárkvøldið - sunnukvøldið - steðgaði løgreglan tveimum bilførarum á einum ónevndum staði á Streymoynni, harav annar teir slepp við skrekkinum um ein so má siga.
Hevði hann trýst speedaran fáar millimetrar longur niður, hevði koyrikort hansara verið í vanda. Hansara ferð varð máld til 110 km/t.
Í aðrar mátar hevur talan verið um eitt friðarligt vikuskifti hjá løgregluni.










