Áðrenn seinna helvt byrjaði av danska fótbóltskappingarárinum tyktist tað at vera sannlíkt, at Vendsyssel, sum hevur tríggjar føroyskar landsliðsleikarar í hópinum, skuldi spæla í donsku Superligaini í [...] ið liggur í tyngra endanum av deildini. Tað eydnaðist eiheldur Vendsyssel at vinna fyrsta kappingarsigurin í 2016 í dag, tí at Skive vann dystin 2-1. René Shaki Joensen javnaði annars til 1-1, men føroyska [...] av leikbanni, meðan René Shaki Joensen og Hallur Hansson báðir spældu fullan dyst. Úrslitið merkir, at Vendsyssel hevur sjey stig upp til Silkeborg, sum er nummar trý í deildini og harvið á uppflytingarplássi
hetta seinasti møguleikin at svimja seg til OL í Rio de Janeiro í Brasil í summar. Pál Vitalis Joensen skal í morgin klokkan 17.49 svimja 1.500 meturin í Danish Open. Fyri at fáa eitt av tveimum OL at [...] verður, at hann verður í kapping við Mads Glæsner og Anton Ørskov Ipsen, sum báðir svumu skjótari enn Pál Vitalis Joensen á 400 metrinum. Avbjóðingin hjá føroyska svimjaranum verður nokk ikki, at klára [...] til HM í Kazan í fjør. Avbjóðingin er at verða millum tveir teir fremstu. Hóast EM verður seinni í ár, so er hetta seinasti møguleikin hjá Páli Vitalis Joensen at vinna sær OL atgongumerki, um Mads Glæsner
Hon ætlaði sær ikki at vera leingi í Postverkinum og tí gekk rúm tíð áðrenn hon tók av tilboðnum um at taka við føstum starvi. Men tað gjørdi hon, og síðani hevur borið illa til at tosa um Frímerkjadeildina [...] tað var henda dagin, at føroyingar yvirtóku Postverkið frá donskum myndugleikum. Men samstundis varð unga Svanbjørg Manai lokkað í starv á Postverkinum, helst tí hon var málkøn eftir at hava búð í Fraklandi [...] ildina hjá Posta, uttan at nevna Svanbjørg Manai eisini. Í 1986 var ein rættulig søludeild sett á stovn á frímerkjadeildini og tá varð Svanbjørg Manai varð sett sum leiðari, har hon gjørdist andlitið hjá
yvirgangsálopið í Pakistan í gjár. Bólkurin sigur, at teir vildu miðvíst drepa tey kristnu, sum hátíðarhildu páskir í Lahore. Tølini higartil siga, at 69 eru deyð og 412 løstað í álopinum. Bumburnar brustu [...] særdu. Yvirgangsfelagsskapurin, sum kallar seg Jamat-ul-Ahrar, hevur longu boðað frá, at álopini móti teimum kristnu fara at halda fram. Hetta er tað seinasta í eini røð av yvirgangsálopum móti teimum kristnu [...] Pakistan er vorðin ógvuliga spent seinastu árini, í takt við at víðgongda islam fær alsamt størri undirtøku í Pakistan. Kristin í hópatali eru tí farin at flýggja til Teilands.
eydnast samtakinum at økja um virksemi innan hini virkisøkini soleiðis, at samlaða gongdin er nøktandi. Árúrslitið hjá MEST var sostatt 17,8 mió kr eftir skatt í 2015. – Vit fegnast um, at okkara kundar í [...] í øktan mun velja at fáa teirra uppgávur loystar á MEST. Hetta gevur okkum bæði hug og dirvi til at gera íløgur í framtíðina. Fyri at styrkja um tænastustøðið gera vit í næstum íløgur í ein størri sleipibát
í løtuni síggja út til at vera feløgini sum koma at vera tey sum fara at stríðast um meistaraheitið til seinasta umfar. Eitt annað felag hevur tó eisini ein lítlan møguleika at vinna meistaraheitið, og [...] Arsenal, sum hendan seinasta mánaðin tó hevur havt eina keðiliga gongd. Arsenal skuldi í dag royna at venda gongdini á útivølli móti Everton, og eydnaðist tað eisini. Arsenal vann dystin 2-0 eftir eitt [...] odda 1-0, meðan ungi Alex Iwobi økti til 2-0 stutt áðrenn hálvleik. Í seinna hálvleiki royndi Everton at trýsta Arsenal, men Arsenal hevði sum heild fullkomiligt tamarhald á dystinum. Við sigrinum í dag liggur
Vit halda, at tíðin er komin til, at Signar í Homrum spælir á stóra pallinum, og tí verður hansara konsert í ár á Vágsbøi. Signar hevur sangirnar, bólkin og undirtøkuna, sum skal til fyri at lyfta uppgávuna [...] størsta tónleikatiltaki. - Eg eri sera fegin um, at fyrireikaranir av Summar Festivalinum hava latið mær hendan møguleikan. Mær hevur altíð dámt sera væl at spæla á Summar Festivalinum, og nakrar av mínum [...] mínum bestu konsertum hava verið júst har. Tí verður tað serliga spennandi at hava konsert á Vágsbøi í ár, sigur Signar í Homrum.
Klaksvík. Hon er tó nýliga flutt til Havnar. Kristianna Mortansdóttir sigur, at ætlanir eru um at byggja lestraríbúðir knýttar at autismuflokkunum. Aftan á vitjanina í skúlaflokkunum, var aftur farið niður [...] Á veg inn stóðu næmingar, ið hava franskt, og veittraðu við fronskum fløggum. Vitjanin byrjaði við, at rektarin, Herleif Hammer, greiddi prinsessuni frá um søguna hjá Studentaskúlanum, frá Sanatoriudøgunum [...] samskipari hjá autismuflokkunum, greiddi frá um autismuflokkarnar og síðani var farið inn í flokkarnar at vitja. Á veg úr auluni og upp í flokkarnar, stóðu næmingar aftur og veittraðu við fronskum fløggum
heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Nú fer eisini at bera til at útflyta makrel til Kina. 1. mai 2013 broyttu kinverjar lóggávuna soleiðis, at vørur, sum ikki høvdu verið útfluttar til Kina áðrenn [...] áðrenn hesa dagfesting, ikki kundu útflytast til Kina, uttan so at myndugleikarnir í Kina frammanundan høvdu góðtikið vørubólkin, ið talan var um. Tá talan er um makrel, sum er framleiddur í Føroyum, gjørdu [...] fyri matvørutrygdina, vórðu upplýst. Um sama mundið vóru kinverjar í Føroyum á eftirlitsvitjan fyri at kunna seg um Heilsufrøðiligu Starvstovuna og eftirlit tess við laksavirkjum og pelagiskum virkjum.
kvøld, og um støðuna, sum hevur ført til, at vit nú ikki longur eru partur av EM-endaspælinum. Vit hava ikki spælt okkum víðari, sum eg trúði, at vit fóru at megna, og tað kann sjálvandi ikki góðtakast [...] Hodgson heldur, at hann og hjálparvenjararnir hava gjørt eitt gott arbeiðið seinastu fýra árini at fáa uppá beinini eitt yngri landslið, sum er kappingarført, men sigast kann ikki, at unga enska landsliðið