Nissan Micra er fyrsta úrslitið av samstarvinum millum Renault og Nissan. Navnið er tað einasta, ið nýggi Nissan Micra hevur til felags við forgangaran. Hóast bilurin er 4 cm styttri enn forgangarin, er hann bæði hægri og breiðari, og harvið verður meira pláss í kabinuni. Baksetrið kann flytast 20 cm aftur og fram, soleiðis at setrið kann koyrast aftur fyri at fáa betri beinpláss og fram fyri at fáa størri viðførisrúm. Viðførisrúmið kann varierað frá 251 til 371 litrar. Micra hevur nýggja "Keyless-Go"systemið, har bilførarin uttan at taka lykilin úr lummanum kann læsa seg inn í bilin, starta motorin og koyra avstað. Eisini hevur bilurin "battarísikring" sum tryggjar at ljósið inni í bilinum søknar eftir 10 min. ella 2 tímum, alt eftir hvat tað er stillað til. Hetta er fyri at tryggja, at bilurin ikki stendur uttan streym, um eigarin gloymir at sløkkja ljósini. Forlyktirnar sita ovarlaga á forskermunum og toppurin á lyktunum sæst undir koyring í myrkri.
Prísir frá kr.129.000
Micra fæst við 1.2 litur bensinmotorum við ávikavist 65 og 80 hk og einum 1.4 litur bensinmotori við 88 hk. 1.5 litur dieselmotorum hevur 65 hk. Standardútgerðin er m.a. ABS bremsur við EBD (Elektroniskum Bremsukraft Deilara) og NBA (Nissan Brake Assist), elektroniska ferðreguleraða servostýring, airbag framman, í síðunum og airbag gardinur í loftinum, aktivar nakkapútur, Anti-dyk forsetur og "Kom gott heim" forlyktir, sum lýsa eina løtu eftir, at bilførarin hevur sett bilin frá sær. Tað merkist at Micra er gjørdur í samstarvi við Renault, tí bilurin er ein blandingur av japanskum og fronskum designi og koyrieginleikum. Designið er sermerkt, serliga framman, við lyktunum oman á skermunum. Micra verður gjørdur við trimum og fimm hurðum. Prísirnir byrja við kr. 129.000 fyri ein við 1.2 litur motori við 65 hk og trimum hurðum. Bilurin verður framleiddur á Nissan bilverksmiðjuni í Sunderland í Onglandi.
???????
Nissan Micra 1.2 Visia 5/h
Motorurin:1.2 litur 4 syl. bensin 80 hk
0-100 km/t:13,9 sek
Bensinnýtsla:16,9 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd:165/70-14
Stødd og vekt
Longd:371,5 cm
Breidd:166,0 cm
Hædd:154,0 cm
Eginvekt:975 kg
Totalvekt:1475 kg
Viðførisrúm:251-371 litrar
Prísur:kr. 142.000,-
Søluumboð:P/F Meinhardt Arge
v.Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 345400
www.nissan.fo