B68 skal reisa seg

B68 tekur í dag, mikudagin, ímóti NSÍ í einum framskundaðum landskappingardysti. B68 hevur sera tætta skrá fram til summarfrítíðina og skal reisa seg eftir 4-0 tapið móti B36

Ein sera avgerandi dystur í landskappingini verður á Toftum millum B68 og NSÍ grundalógardagin. Bæði liðini hava undan dystinum tíggju stig eftir fimm dystir. Hetta ger grannauppgerðina enn meira spennandi, og væntandi verður dysturin tættur og harður, sum dystirnir millum arvafíggindarnar vanliga eru.
B68 tapti sín fyrsta dyst í landskappingini sunnudagin, tá B36 vann 4-0 í Havn, eftir at B68 ikki hevði tapti ein í tveir mánaðir.

Skert álop
B68 má klára seg uttan tveir av sínum føstu framherjum. Anders Nygaard situr framvegis uttanfyri við skaða í fótinum, sum hann fekk móti KÍ. Danski framherjin var heldur ikki við móti B36.
Arnold Joensen fekk reytt kort ímóti B36, og hann er tí leikbannaður í hesum dystinum. Annars eru allir hinir leikararnir tilreiðar.
At tveir av føstu framherjarunum ikki eru tøkir, gevur venjaranum hjá B68 Frank Skytte mikið høvuðbrýggj. Hann skal nú finna nýggjar leikarar í álopið.
Móti B36 spældi Fróði Benjaminsen sum fremsti maður, men hetta eydnaðist ikki væl. Í seinna hálvleiki komu Marcello Marcelino og Øssur Jacobsen inn í álopið, og hesir báðir eru tveir møguleikar, sum venjarin hevur í álopinum.
? Tað hevur alstóran týdning, at vit reisa okkum eftir tapið móti B36. Tað er nú, at lombini verða sáldað frá bukkunum í kappingini, og vit skulu prógva, at vit kunnu standa okkum í oddinum, sigur Frank Skytte.
Hann vísir á, at B68 hevur eina sera tætta skrá fram til summarfrítíðina. Í 36 dagar skal liðið spæla níggju dystir.

Jógvan Martin á heimabeiti
NSÍ fer við einum fullmannaðum liði inn á Toftir. Helgi L. Petersen hevur verið darvaður av einum smávegis skaða í rygginum, men hann spælir nú aftur við fullari ferð.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ, sigur, at hansara lið sjálvandi fer fram á vøllin og fer eftir sigrinum.
Jógvan Martin Olsen er sjálvur toftamaður og hevur spælt við 1. deild hjá B68 í trettan ár. Hann møtir nú sínum gamla liði fyri fyrstu ferð sum venjari hjá grannunum NSÍ.
? Sjálvandi er tað nakað serligt fyri meg at møta B68 aftur, tí eg eri uppvaksin á Toftum og havi spælt við B68, men nú eri eg venjari hjá NSÍ, sigur hann.
Hann heldur, at B68 er favorittur undan dystinum, tí teir spæla á heimavølli, og hann væntar, at B68-leikararnir eru serliga uppsettir, tí teir taptu so stórt í Havn.