Nú fyriliggur ein kanning, ið kanska ikki er framúr góð, sambært onkrum løgfrøðingi, men Løgtingið hevur biðið um hana, og Løgtingið eigur at viðgera tað, sum fyriliggur. Føroyskir politikarar skulu ikki goyma seg aftanfyri kanning av kanningum av kanningum út í tað óendaliga. Hevur Løgtingið politiskt álit á Jørgen Niclasen? Umsitur hann í tráð við Løgtingsins vilja? Er svarið nei, so kunnu teir velja at geva honum eina átalu ella koyra hann frá. Er svarið ja, so heldur hann fram, men so er tað ein politisk avgerð tikin eftir, at Løgtingið hevur viðgjørt kanningina, ið tað sjálvt hevur biðið um.
Løgtingið kann ikki biðja um eina kanning, og so lata vera við at viðgera tað, ið fyriliggur. Tá hetta er sagt, so er spurningurin um Løgtingið ikki átti at havt egið fólk, ið konsekvent kannaði umsitingina. Sum er hava vit ein alt ov stóran ójavna millum løgtingsumsitingina og miðfyristingina. Miðfyristingin er alt ov stór í vavi, meðan løgtingsumsitingin helst er eitt vet ov lítil.
Ein kanning er ikki ein dómur. Skulu avleiðingar vera av skeivari umsiting í landstýrinum, so er tað Løgtingið, ið skal avgera, hvat avleiðingarnar skulu vera. Tað vildi ikki verið rætt, um onkur tilfeldigur løgfrøðingur uttanum dómsvaldið skuldi fingið tað vald at komið við einari bindandi tilráðing um hvat skal henda við einum landstýrismanni. Vil løgtingið geva ein sokallaða ?nøs?, so mugu vit góðtaka tað. Vil Løgtingið koyra ein landstýrismann frá, ja so góðtaka vit eisini tað.
Fólk mugu minnast til, at skeiv umsiting altið fer at koma fyri, har nakað verður gjørt til nyttu. Feilir koma fyri í øllum stjórnum, uttan at ministarar neyðvendigvís skulu frá hvørja ferð. Eingin er feilfríur, heldur ikki ministarar. Spurningurin er í hvørjum einstøkum føri, um feilurin er serliga grovur, var gjørdur við vilja, móti tilráðing o.s.fr. Her eru tað Løgtingslimir skulu vísa seg sum politikarar og avgera avleiðingarnar í hvørjum einstøkum føri og skapa eina skilagóða siðvenju. Andstøðan hevur ikki álit á Jørgen Niclasen og vil reisa misálit. Hetta er ein greið útmelding. Vilja samgongulimir ikki hetta, ja so hava teir álit á Jørgen Niclasen, og eigur so veljarin at hava hetta í huga til næsta val ? serliga Tjóðvedisveljarar, ið hava svølgt mangan beiska bitan frá Fólkaflokkinum við annuleraðum fólkaatkvøðum, skipasanering o.s.fr.
Sosialurin