Óli fekk luft

Tað er framvegis møguleiki fyri, at æll tey trý liðini, sum hava føroyingar í hópinum, fara at flyta niður

1. DEILD DANMARK

Føroyskir fótbóltsspælarar eru í trimum donskum feløgum. Óli Johannesen er í Hvidovre, Johan B. Hansen er í Fredericia, og Atli Gregersen er í Randers Freja. Feløgini vóru øll í eldinum í vikuskiftinum, og nú tað resta fýra umfør er tað framvegis møguleiki fyri, at øll feløgini kunnu flyta niður í 2. deild.
Sunnudagin gjørdist tað nærum greitt, at Farum komandi kappingarár skal spæla í bestu deildini. Farum var á útivølli í Valby í Keypmannahavn ímóti Frem, sum alt kappingarárið hevur verið millum avbjóðararnar. Farum vann 4?1. Harvið eru teir undan fýra teimum síðstu umførunum tólv stig og 23 mál undan HFK Sønderjylland, sum er á triðja plássi. Fagnaðurin millum teir umleið hálvt triðja túsund áskoðararnar, sum vóru í Valby sunnudagin ? teir flestu vóru úr Farum, og Peter Brixtofte var mitt í rokanum ? var stórur, og hann verður ikki minni komandi sunnudag, tá uppflytingin ivaleyst verður veruleiki á heimavølli.
Óli Johannesen og Hvidovre høvdu heimavøll ímóti FC Aarhus. Dysturin endaði málleysur. Harvið økti Hvidovrer frástøðuna til botnin, soleiðis at teir nú eru seks stig frá niðrflytingarplássunum. Tað átti at verið nóg mikið at komið undan niðurflyting, nú tað eru fýra umfør eftir, men støðan er ikki trygg.
Uppaftur veri stendur til hjá Fredericia og Johan B. Hansen. Teir taptu hesa ferð 2?1 í Horsens, og harvið er Fredericia rættuliga trongt í botninum.
Randers Freja er ikki so illa statt á støðutalvuni, sjálvt um teir sunnudagin taptu 3?2 í Odense ímóti B1909.
Men tað er stórur møguleiki fyri, at Randers Freja flytir niður úr 1. deild, og at teir flyta heilt niður í Danmarksseriuna. Orsøkin er hóttanin um, at Randers Freja skal fara á húsagang. Teir eiga ikki pengar til lønir, og um viðurskiftini ikki verða fingin upp á pláss í hesi vikuni, so tykist tað greitt, at lykilin skal snarast um.
Fótbóltsfelagið Randers Freja er til sølu fyri 25 túsund krónur.
HFK Sønderjylland hevur ivaleyst mist allar møguleikar at flyta uppaftur í superliguna. Teir eru á triðja plássinum, og teir standa seg væl. Í vikuskiftinum vóru teir í Keypmannahavn, har teir vunnu 4?1 á B93, sum liggur heilt tungt í sjónum.
Saman við Farum er Køge á veg upp í bestu deildina. Hesa ferð vóru teir á útivølli í Odense, har teir vunnu 1?0 á B1913.
Herfølge vísir eisini støðu avrik. Hesa ferð vunnu teir 3?2 á Brønshøj.