liva leingi í tí landi, sum Gud hevur givið okkum. Lat okkum enda við sálmaversinum, sum lýsir hetta so gott. Boðar tú til allar tjóðir: "Æra skalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móður, so tær fylgir signing [...] eg tær tá, leingi tú har liva má, fólkið títt tá skal eg kenna, meðan øld um øldir renna." Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív? Jesus segði: Vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini [...] Her er hvørki eitt tú mást ella minst til, men meira ein stillislig áheitan á okkum um at æra foreldur okkara, at vera góð við tey. Vit eiga at vera góð við øll menniskju, men fyrst av øllum eiga vit at
uppskot í løgtingið til eina nýggja samveldislóg! Á løgtingi eru í dag til viðgerðar uppskot, sum í stuttum hava við tilknýti Føroya at sokallaða Schengen samstarvinum at gera. Byrjanin til hetta samstarvið [...] ætlan tykist alt meira koma til sjóndar, nú eitt lógaruppskot frá E.S. fyri og annað eftir verður borið løgtinginum til ætlaða viðtøku. Frá byrjanini av í hesum valskeiði hevur Miðflokkurin virt rætt la [...] brother- ES! Og alt bendir á, at hetta bert er byrjanin til eina røð av líknandi lógum, sum hava til endamáls at 2. harmonisera lóggávu okkara til ES lóggávu, so ongin forðing verður at smoyggja okkum inn
tað frá honum. Vit skrivaðu saman, tí okkum dámdi tað sera væl til tíðir. PAUL: George plagdi at skriva sangir. Ella skrivaðu vit ein til hann. Síðani byrjaði George at koma seg: »Hví skulu tit skriva [...] ringasta fyri meg: At hoyra pápa mín gráta. Eg hevði aldrin hoyrt hann grátið áður. Tú gerst vaksin alt í einum, tí tú roknar ongantíð við at skula hoyra tíni foreldur gráta. GEORGE: So Paul og eg plagdu [...] leingi, tí hon byrjaði at leggja trýst á meg. Tað var antin trummurnar ella hon. Eg fór frá henni eitt kvøldið og hugsaði: »Hvat hendir, um eg ikki komi aftur?« Og eg vendi aldrin aftur. Eg vildi bara
nóv ivamál til, at til bar at binda seg til nakað. Hann sigur, at eingin hevur í grundini ráð at arbeiða upp á sikt. Og tá tosað verður um flogfrakt, verður beinanveg spurt, hvussu nógv tú kanst lata hvørja [...] sum ofta hevur verið á lofti fyrr. Onkur roynd hevur eisini verið gjørd at flyta út loftvegis, men ongar stórvegis nøgdir er tað vorðið til kortini. Og smáar nøgdir tykist júst at vera orsøkin til, at tað [...] flogfar við farmi til Føroya. Men tað ber iki til at flúgva, um ikki verður fylt í báðar vegir. Og úr Føroyum fæst ikki nóg mikið av farmi til at fylla flogfarið. Tí verður hendan ætlanin ikki til nakað fyribils
? fyri at halda okkum í termunum hjá langabba hansara. hvat er at yrkja? tann ið dugir tað lærir tað aldrin tann ið ikki hevur lært tað enn hevur nokk altíð dugað tað tað er at krógva seg at krabba seg [...] stríði. Tak verkamanna- og tjóðskaparrørsluna. Skal tú sigra í stríði, mást tú antin drepa ella broyta tankagóðsið hjá mótstøðumanninum. Yrkingin hevur verið ein av stabbunum, sum hesar rørslur hava staðið [...] Hvørki høgum ella lágum. Tað hvílir ein tung ábyrgd á tykkara herðum, tit samfelagsins vitar í døkkum stundum. Til seinast tøkk til øll tykkum, bæði farnum og livandi, ið góvu mær íblástur til hesa røðuna
kortum ella figurum. Tú ert ein Pokémon-venjari í spælinum, sum skal gera tínar Pokémonar sterkari og sterkari, so at teir vinna á hinum, og teir mennast alla tíðina. Í teimum kristiligu miðlunum hevur leingi [...] Tey elva til klandur, havisjúku og asosialan atburð, í staðin fyri at fremja sosialan atburð og fríar ræsur at nýta hugflogið. Eisini hevur filmurin um Pokémon, »The First Movie« verið orsøkin til fleiri [...] Ongantíð áður hevur ein vøra selt so nógv. Bara í USA eru yvir 4. mió. telduspøl seld. Og sambært New York Times hevur Nintendo brúkt yvir 20. mió. dollarar, at marknaðarføra Pikachu og hinar Pokémonarnar
Asbjørn Lómaklett Í seinastuni hevur Bjørt, ið eg annars als ikki kenni, lisið upp í tíðindasendingum útvarpsins, og er tað fragd at hoyra hana lesa, og her verður ikki bert hugsað um ta reinu røddina [...] hóskar væl til føroyska málið og ikki amerikanska/ enska »r«-ið, sum javnan er at hoyra í dag, tá yngri fólk tala. Her hugsi eg um tað ljóðið, ið er í amerikanska fólkanavninum »Al Gore« til dømis. So løgið [...] ikki tykjast at geva sær far um, at tey eru við til at jarðleggja meginpartin av føroysku mállæruni eirindaleyst: Allar »ur«-endingar verða strikaðar til frama fyri »ir«-endingina í øllum upplestri. Tað
Skúgvi Hesar fyritøkur hava avgjørt at levera olju til øll, ið kunnu røkkast við bilunum, fyri sama prís, óansæð um tú býr í Hornabø, á Trøllanesi, í Bø ella við Gjógv. Ein og hvør veit, at kostnaðurin pr [...] fyri okkum, men til fánýtis. Hóast góðan vilja, var hetta ov kostnaðarmikið fyri hesi gullrandaðu feløg. Hesin trupulleikin varð tíbetur loystur, tá útoyggjastudningurin kom teimum til hjálpar. Nú hava [...] onnur feløg eisini funnið útav, at tey hava rætt til útoyggjastudning, heilar 2 mill. í sín part. Hetta eru feløg, ið fáa stórar upphæddir úr landskassanum til politiska upplýsing. Annað teirra sigur seg ikki
sum eru nøgd við tey avrik, hon hevur staðið fyri. Og júst hetta hevur vigað nógv, tá hon hevur verið mitt í onkrum av hørðu politisku ódnarveðrunum. Seinastu tíðina hevur tað kortini verið soleiðis, at [...] Mongu ákoyringarnar krevja stóra sálarliga orku. Men hetta er nakað, sum tú kanst hála upp úr tær sjálvum, tá tú sær, at tað sum tú gert, tænir einum endamáli. ? Eg eri í politikki fyri at fáa úrslit. So [...] ferð til sjóndar, at tað eru tær realistisku loysnirnar hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum eru tær røttu. Hetta síggja vit til dømis í fullveldismálinum. Landsstýrið fer nú at biðja fólkið taka støðu til ta
innviklaður í dag. Tekur tú eina pizza til dømis, so kunnu teir einstøku ingrediensirnir í henni stava frá øllum pørtum av heiminum uttan at tú og Starvsstovan vita av tí, ella hava rætt til at vita tað sambært [...] Matvørulógin hevur eftirhondini 16 ár á baki og bert tvær reisur hevur innflutningseftirlit verið brúkt sum amboð í matvørutrygdini, sum greitt er frá omanfyri. Annars hevur verið frítt at flyta mat til Føroya [...] Føroya óansæð um maturin hevur dýrauppruna, plantuuppruna ella annan uppruna og tað hevur eisini verið líkamikið hvaðani í heiminum maturin hevur stavað. Tað er reglan um at innføra innflutningsbann mótvegis