Niclas Johannesen
2. partur
JOHN: Paul og eg funnu væl út av tí beinanvegin. Eg var helst eitt sindur ivasamur, tí mínir eldru vinmenn fóru, meðan yngri vinir, sum Paul og George komu, men vit vandu okkum skjótt við hvønn annan.
JOHN: Hon (mamman, Julia) bleiv yvirkoyrd av einum fullum løgreglumanni ? Tað var tað ringasta, sum nakrantíð er hent mær.
PAUL: Pápi mín gjørdist púrasta fyri ongum, tá mamma doyði. Tað var tað ringasta fyri meg: At hoyra pápa mín gráta. Eg hevði aldrin hoyrt hann grátið áður. Tú gerst vaksin alt í einum, tí tú roknar ongantíð við at skula hoyra tíni foreldur gráta.
GEORGE: So Paul og eg plagdu at vera við sama bussi, í sama skúla og sama búna, tá vit koyrdu heim fra Liverpool Institute. Eg uppdagaði, at hann hevði eina trompet, og hann fann útav, at eg hevði ein guitar. Eg var umleið 13 ár.
GEORGE: John var longu kendur fyri at vera nakað serligt í skúlanum hann gekk. Hann hevði »an attitude«. Og hann visti tað.
RINGO: Eg fór at ganga saman við eini gentu. Men tað helt ikki serliga leingi, tí hon byrjaði at leggja trýst á meg. Tað var antin trummurnar ella hon. Eg fór frá henni eitt kvøldið og hugsaði: »Hvat hendir, um eg ikki komi aftur?« Og eg vendi aldrin aftur. Eg vildi bara spæla, tað hevði størri týdning fyri meg. Men vit vóru forlovað og eg elskaði hana.
PAUL: Vit høvdu spælt við tankanum um at broyta okkara nøvn til verulig showbiz nøvn, og nú, tá vit vóru veruligir yrkistónleikarar, skuldi tað vera. Eg bleiv til Paul Ramon, sum eg helt var rættiliga eksotiskt og hóskandi. George bleiv kallaður Carl Harrison eftir Carl Perksins (hann var okkara stóra idol). John var Long John. Fólk hava síðani sagt: Ah, John broytti ikki sítt navn. Lat meg siga tær: Hann var Long John. Vit broyttu allir navn.
JOHN: Í Hamburg vóru vit noyddir at spæla í tímavís uttan íhald. Hvør sangur vardi einar tjúgu minuttir og vit spældu tjúgu soloir. Vit spældu millum átta og tíggju tímar hvørt kvøld. Tað var hetta, sum bøtti um okkara spæl. Og týskarum dámar heavy rock, so vit máttu rokka alla tíðina.
JOHN: Mín rødd byrjaði at fara og eg píndist av at syngja. Men vit lærdu frá týskarunum, at tú kundi halda teg vaknan við at eta pillarar, so tað gjørdu vit. Eg plagdi at vera so í ørviti, at eg lá á gólvinum aftan fyri klaverið, fullur, meðan restin av orkestrinum spældi.
RINGO: Hetta var tann tíðin í okkara lívi, har vit funnu tablettir, »uppers«. Tað var tann einasti hátturin, tú kundi orka at spæla so leingi út í eitt. Teir kallaðust Preludin, og tú kundi keypa teir yviri við diskin.
PAUL: Tað kom eitt sindur ilt ímillum meg og Stuart (Sutcliffe). Eg vil vera við, at eg vildi tryggja, at vit vóru allatíðina so góðir sum gjørligt musikalskt, um tað skuldi bera so á, at onkur talentmaður hoyrdi okkum. Fólk vilja helst kalla hetta perfektionistin í mær. Hetta førdi til nakrar skrammur okkara millum, og eg kundi helst verið eitt sindur meira sensitivur á hesum økinum. Men hvør er tað í slíkum aldri? Ið hvussu er ikki eg.
GEORGE: Eg haldi tað gingu tveir mánaðir, áðrenn fimm oyrað fall og eg visti, hvat teir veruliga søgdu: »Øll undir átjan ár, farið út.« Eg var bert seytjan og eg sat har við bólkinum og bleiv ørkymlaður, og til endans fann onkur út av tí. Eg veit ikki hvussu. Vit høvdu ikki nøkur arbeiðsloyvi ella nakað visa, og eg sum var undir aldursmarkinum byrjaði at brenna undir okkum. Ein dagin kom so løgreglan og sendi meg heim.
PAUL: Hamburg fór serstakliga illa við okkum. Eg minnist, hvussu eg kom heim til Onglands og pápi mín helt eg var hálvdeyður. Eg sá út sum ein beinagrind. Sjálvur hevði eg ikki verið varugur við broytingina, tí eg hevði havt tað so frálíkt!
JOHN: Vit vóru altíð anti-jazz. Eg haldi tað er lorta tónleikur ? upp aftur býttari enn rock?n?roll.
GEORGE: Hann (Stuart Sutcliffe) segði: »Eg fari úr orkestrinum, vinir. Eg fari at vera hjá Astrid.« Tá hetta hendi, segði eg: »Vit fara ikki at fáa ein fimta lim upp í at spæla bass. Ein av okkum trimum má gerast bassspælari og tað verður ikki eg.« Og John segði. »tað verður ikki eg« og Paul tóktist ikki at hava nakað ímóti at gera bassspælari.
PAUL: Ongin vildi veruliga spæla bass, tað var tí Stuart spældi hann. Í veruleikanum vildu vit allir vera guitarspælarar.
GEORGE: Brian (Epstein) kom at lurta eftir okkum. Eg minnist, hvussu plátuvendarin Bob Wooler kunngjørdi »Eigarin av plátuhandilinum NEMS, harra Epstein, er her og lurtar í kvøld.« Hann stóð afturi í gjøgnum og lurtaði og aftan á kom hann í umklæðingarrúmið. Eg helt, hann var ein ordans ríkmaður, tað er mítt fyrsta minni um hann. Eg haldi, hann kom fleiri ferðir, áðrenn hann gjørdi av, at hann vildi vera okkara managari.
JOHN: Eg minnist, hann sá ríkur út. Hann royndi at managa okkum, men rakk okkum ikki ordiliga. Vit søgdu: »Vit vilja ikki hava teg.« Paul var ikki so við upp á tað, men hansara háttur at handfara ting er meira konservativur. Hann sigur tað enn tá sjálvur ? og tað er fínasta slag. Kanska endar hann við at hava fleiri stuttleikabátar enn vit.
PAUL: Vit byrjaðu veruliga at halda, at vit høvdu brúk fyri tí besta trummuspælaranum í Liverpool, og í okkara eygum var tann besti ein fýrur, ið kallaðist Ring Starr. Hann hevði broytt sítt navn áðrenn nakar av okkum, og so hevði hann eisini skegg.
JOHN: Mytan vaks gjøgnum árini, at hann (Pete Best) var framúr og Paul var øvundsjúkur inn á hann, tí hann sá eisini gott út, umframt annað møsn og tvætl. Teir funnu ikki so øgiliga væl útav tí, men tað komst eisini av, at Pete var eitt sindur seinur í tí. Hann var ein vandaleysur fýrur, men hann var ikki kvikur. Vit høvdu allir eitt kvikt høvd, men hann fangaði tað aldrin.
RINGO: Eg var sera ólukkuligur, tá eg fann út av, at George Martin ivaðist í mínum dygdum. Eg kom til London, klárur at leggja í vaðið, men fekk at vita »vit hava fingið ein professionellan trummuspælara«. Hann var longu bílagdur, orsakað av trupulleikunum við framførsluni hjá Pete Best, og George vildi ikki taka fleiri kjansir. Gamli George hevur síðani fleiri ferðir givið sína treytaleysu umbering, men tað knústi meg ? eg hataði hann fyri hetta í áravís.
So tað er Andy White, sum spælir á »Love Me Do« single-lagnum ? men eg spæli seinni á LP-plátuni. Andy gjørdi ikki nakað, sum eg ikki kundi gera.
GEORGE: Vit góvu út »Love Me Do« og lagið kláraði seg væl. Tað rakk nummar seytjan á hit-listanum. At hoyra »Love Me Do« á fyrsta sinni í útvarpinum fekk meg at rista um allan kroppin. Tað var tann besta kenslan nakrantíð.
PAUL: At býta sangrættindini javnt millum Lennon og McCartney var ein avgerð, vit tóku rættiliga tíðliga, tí vit vildu vera líka sum Rodgers og Hammerstein. Tað einasta, vit vistu um sangskriving var, at teir og fólk sum Lerner og Loewe gjørdu tað. Vit høvdu hoyrt hesi nøvn og settu sangskriving í samband við teir, so samansetingin av tveimum nøvnum ljóðaði áhugaverd. Eg vildi, at tað skuldi vera McCartney/Lennon, men John hevði sterkari persónligheit og eg haldi, hann fekk tað í lag gjøgnum Brian. Hann var hálvtannað ár eldri enn eg, og í slíkum aldri ger tað stóran mun.
JOHN: Paul og eg sótu nógv eyga til eyga tónlistarliga í gomlum døgum. Og eg trúgvi, at vit arbeiddu væl saman, tí okkum eisini dámdi sama slag av tónleiki. Onkuntíð skrivaðu vit saman, aðrar tíðir hvør sær. At byrja við skrivaðu vit hvør sær, tí Paul var meira avanseraður enn eg. Hann dugdi altíð einar tvær akkordir, sum eg ikki dugdi, og hansara sangir høvdu vanliga fleiri akkordir enn mínir. Pápi hansara spældi klaver. Hann spældi altíð popp og jazz standardarsangir og Paul fangaði tað frá honum. Vit skrivaðu saman, tí okkum dámdi tað sera væl til tíðir.
PAUL: George plagdi at skriva sangir. Ella skrivaðu vit ein til hann. Síðani byrjaði George at koma seg: »Hví skulu tit skriva mínar sangir?« Og so byrjaði hann at skriva sínar egnu. At byrja við plagdi George at hava ein sang við á hvørji útgávu. Tað var einaferð upp á tal at fáa George upp í okkara sangskrivara-team. John og eg høvdu veruliga prátað um tað. Eg minnist, eg og John gingu framvið Woolton kirkjuni ein morgun, har vit reistu spurningin: »Uttan at vera ov harður við George, skuldu vit tríggir skriva ella er tað er betur at hava tað einfalt?« Vit gjørdu av, at vit skuldu halda okkum til okkum báðar.
GEORGE: Eg var í tí hepnu støðu at sita saman við hinum ? t.d. í einum bili ? meðan ein sangur varð skrivaður ella var við at fáa skap. Her lærdi eg eitt sindur um, hvussu tað var at skriva eitt lag. Eg minnist, hvussu eg einaferð sat við Paul í einum biografi. Tey vístu eina lýsing fyri Link Furneture, ið segði »Are you thinking of linking?« »Á, hatta riggar væl til ein sang, segði Paul, og hann skrivaði ein sang sum ljóðaði »Thinking of linking my life with you.«
John var altíð hjálpsamur. Hann segði við meg, »tá tú skrivar, royn at skriva allan sangin beinanvegin, tí um tú sleppur honum, verður tað verri at gera liðugt.« Og tað er satt ? viðhvørt, ið hvussu er. Hann gav mær nøkur góð ráð og vit skrivaðu okkurt saman seinni í 60?unum. Eg vitjaði hann í hansara húsi ein dag, og hann stríddist við einum trimum sangum, sum ikki vóru lidnir, og eg kom við nøkrum uppskotum og hjálpti honum at stykkja hesi saman í ein lidnan sang »She Said, She Said«. Tann mittasti parturin av sanginum er frá einum øðrum lagi: »She said, I know what it?s like to be dead« og eg kom við partinum »Oh, no, no you?re wrong«
Onkuntíð plagdi eg at skriva honum sangir, sum eg ikki hevði fingið lidnar. Ein dagin spældi eg honum ein og hann segði: »Hatta er ikki so býtt«. Hann gjørdi onki víðari um hetta mundið, men eg legði til merkis, at á næsta lagnum, hann skrivaði, hoyrdi eg, at hann hevði stolið akkord-skiftini frá mínum lagi!










