Sektin á hvat annar fær, eg skal nøra at mær!

So hvørt sum okkara vegakervi og ferjuflutningur eru útbygd, røkka oljufeløgini, við teirra stóru bilum, fleir og fleiri av okkara íbúgvum.

Arne Jensen

Skúgvi



Hesar fyritøkur hava avgjørt at levera olju til øll, ið kunnu røkkast við bilunum, fyri sama prís, óansæð um tú býr í Hornabø, á Trøllanesi, í Bø ella við Gjógv.

Ein og hvør veit, at kostnaðurin pr. litur av olju, ið verður leveraður, er ikki tann sami alla staðni, sjálvt um oljan fæst fyri sama prís.

Tey fólk, ið ikki sleppa undir hesa »sosialu« skipan, eru eftirhondini ikki 200 tandur, ið búgva á okkara óhøgligastu oyggjum.

Roynt varð leingi og væl at fáa hesa skipan at galda eisini fyri okkum, men til fánýtis. Hóast góðan vilja, var hetta ov kostnaðarmikið fyri hesi gullrandaðu feløg.

Hesin trupulleikin varð tíbetur loystur, tá útoyggjastudningurin kom teimum til hjálpar.

Nú hava tvey onnur feløg eisini funnið útav, at tey hava rætt til útoyggjastudning, heilar 2 mill. í sín part.

Hetta eru feløg, ið fáa stórar upphæddir úr landskassanum til politiska upplýsing. Annað teirra sigur seg ikki brúka hana; hon verður tó brúkt so ella so.

At tit á Dimmu og Sosialinum ikki skammast av at taka við hesum asosiala framferðarhátti, ið oljufeløgini hava lært tykkum, tað gongur yvir mítt forstand.

Eg vil tó siga, at eg kann væl liva uttan vikuskiftisbløðini, tað er so mangt annað, ið er meira uttanhanda enn tað, men út frá hesum síggja vit hógvarnar og vita harvið hvar vit hava tykkum.

Suðuroyggin og Sandoyggin fáa enn olju og bløð uttan útoyggjastudning, men hvussu leingi hetta varar er ikki gott at vita.

Klókast er at taka slík stig í smáum, tá merkist tað minst og so kann tað nýtast sum fordømi, tá annað stig skal takast.

Føroyingar styðja ta hugsan, at standalondini eiga tað ríkidømi, ið liggur úti fyri teirra strondum, sum eisini er rætt.

Strendurnar, ið horva út móti ríkidøminum hjá okkum, eru tær hjá útjaðaranum.

Um Suðuroyggin fekk tann rætt, ið strandalond hava, eftir okkara meining, hevði hon fingið oljuna og sínar ríku fiskigrunnar fyri seg sjálva, og kundi tá sloppið frá at staðið við hattinum í hondini og biddað molar frá teimum, ið nú hava buktina og báðar endarnar.