Men tað slepst ikki undan. Prátingarsemi Tær eftirfylgjandi 260 síðurnar siga síðani í hampiligari tíðarrøð frá uppvøkstrinum í Sandvík til drongurin skal "upp á Tvøroyri" at ganga í realskúla. Sagt verður [...] amerikonsku blaðkvinnuna Elizabeth Taylor, sum í tíðarskeiðnum 1895-1919 vistaðist í Føroyum í fleiri ár. Í bókini "The Far Islands and Other Cold Places" skrivar hon um, hvussu prátmiklir føroyskir menn eru [...] íhald. Lesast í smáum Tað eru fínar lýsingar í endurminningunum hjá Steinbjørni, t.d. frásøgnin um súkkluna og um luftbyrsuna, men tað er so nógv av øðrum, kanska ikki akkurát dumbu, men í hvussu er óneyðugum
Hotel Tórshavn kunnu í allar besta føri stívliga 80 fólk gista. Men umstøðurnar eru ikki góðar og nú eru karmarnir á hotellinum sprongdir. Eitt nú kunnu vit ikki bjóða sjúklingum, sum eru í drúgvari viðgerð [...] kalla uppi. Men so liggur tað ovaliga í einum háhúsi, so tað er ikki serliga sjúklingavinarligt og heldur ikki serliga hóskandi hjá rørslutarnaðum. Nógv størri og betri Í bygninginum, vit nú hava kastað eyguni [...] við veikari immunverju at fáa bústað í íbúð í Keypmannahavn ímeðan tey eru í viðgerð. Her kann vera talan um fólk, sum skulu hava mergtransplantation og sum tískil ikki kunnu búgva sanman við øðrum, sjúklingum
Lagið er gott í Havnardali í morgun. Hundarnir taka ímóti í túninum, kiskan liggur í durinum og kaffi stendur á borðinum. Teir fýra bøndurnir lata seg høviskliga úr um beinini, og sessast um køksborðið [...] Tá noyðast vit at vera í fjósinum alt samdøgri. Eg minnist tá mjólkimaskinurnar komu í 1965, tá var ein øgiligur gangur í fjósinum, sigur Jóhan Petur, sum festi á Velbastað í 1984. - Summar av teimum [...] teimum gomlu kýrnum fara ikki at duga hetta. Tær verða púra ómøguligar, og enda helst í gamla fjósinum í Havnardali, til tær ikki framleiða meira og verða dripnar, greiðir hann frá. Og Tórfinnur leggur læandi
ákoyringum fyri nakrar av róðrunum í ár, men í dag vænta teir í málbilinum ikki, at so fer at verða. ? Líkindini eru góð í dag, og tað gongur væl at leggja bátarnar. So eg vænti ikki at hetta fer at verða so drúgt [...] teknikkinum. Alt verður filmað, so tað er í grundini ikki neyðugt, men í so fall, at teknikkurin svíkur, so hava er hetta ein trygd, siga teir. Nú fara teir aftur í gongd við at skriva tíðirnar upp, so kvinnurnar [...] nøkur. Tað eru nógvar uppgávur í sambandi við ein slíkan dag, greiða teir frá. Ein annar brýtur inn, og sigur, at tað ikki bert er sjálvan stevudagin, at nógv er at gera. Í Vestmanna hava teir arbeitt við
fáa læknar at arbeiða í Jútlandi, í Mið og Norðurnoregi og ?Svøríki, er tað eyðsæð, at tað er hvaðna truplari at fáa læknar í størv í Føroyum ? og á teimum smærru sjúkrahúsunum í Føroyum vísir tað seg [...] lækna frá 1. juni, fram til fyrst í september, so at sjúkrahúsið ikki lá heilt ómannað hesa tíðina. Í aðru syftu varð tí neyðugt at fáa ein lækna afturat Steinø frá fyrst í september. Hesar báðar uppgávurnar [...] yvirlæknar hava verið, Bogi Djurhuus og Knud Steinø. Men í fjør varð Knud Steinø langtíðar sjúkrameldaður og hann er ikki farin aftur til arbeiðis, fyrenn í hesi vikuni vikuni. Ì summar segði Bogi Djurhuus harafturat
fólk her í kvøld. Eg visti ikki rættiliga, um tað fóru at koma tvey ella tretivu, segði Teitur aftaná tað fyrsta lagið. Fløgan hjá Teiti, Poetry and Aeroplanes, varð annars givin út í Evropa í gjár, mánadag [...] Hetta minti ikki sørt um "X-files". Høvdu vit sæð tað í sjónvarpinum, so hevði tað verið stuttligari. - Løgreglan fangaði bilin, sum rendi í ein vegg. Aftaná hendingina royndi eg at hyggja í bløð og sjónvarp [...] hoyrt í ÚF nú í eina tíð, rungaði síðani, og áhoyrarafjøldin nikkaði samtykkjandi við, meðan spælt varð. Aftaná seinasta lagið, gjørdi Teitur eina roynd í at sleppa av pallinum, men tað gekst ikki so væl
verða komið mongum til góðar. Vit, sum í dag hava børn í tí aldri, vit vóru í, tá vit kendu okkum so væl heima í Sverrisgøtu, hava fingið nakað gott í beinið frá Ebbu og hennara formaningum og ráðum um [...] millum okkum! Longu sum dreingir og unglingar miðskeiðis í 60-árunum sluppu vit inn í hugnaliga og vakra heimið hjá Ebbu og Niels í Sverrisgøtu 13, í Fransabrekkuni, og tað lærdu vit skjótt at kenna sum okkara [...] høvi beyðst. Í køkinum hjá Ebbu var ikki bert ovnahiti, her var virkuligur hjartavarmi. Her kendi tú teg sum heima. Vitjaði Ebbu nakað áðrenn hon fór. Tað kendist sum at standa aftur í køkinum í Sverrisgøtu
sindur umskipað í mun til leygardagin. Hesu ferð vóru Óla Kristian og Hans Áki ikki við í hópinum. Í málinum slapp Jens Skipagøta at royna seg frá byrjan av dystinum, og hóast hann ikki stóð eins væl og [...] dystin. Í prátið við Útvarpið gav hann nevnliga til kennar, at dómararnir í øllum førum ikki høvdu verið ímóti føroyingunum seinastu løtuna av dystinum, og heilt skeivt man venjarin ikki hava í hesum. Seinastu [...] rættuliga sjónligur í seinna dystinum, so var ikki sørt av spenningi undan triðja og seinasta dystinum landanna millum. Spenningurin komst av, at Jacob Larsen, sum dagliga leikar við GOG í bestu donsku deildini
systir hennara gingu sum børn nógv í kirkju í Christianskirkjuni í Klaksvík, saman við foreldrum sínum. Umframt hesi, hevði hon eisini tríggjar abbabeiggjar sum altíð gingu í kirkju, og sum hon eisini kundi [...] ið vit eru so nógvir deknar í kirkjuni, verður tað ikki so bundisligt. - Skipanin hjá okkum er soleiðis, at vit eru deknar í tveir fylgjandi sunnudagar, og hava síðani frí í seks. Eg skal lesa aftur komandi [...] av leidd í kirkju, so halda tey eisini fram við hesum góða siði, tá ið tey gerast eldri. Her á heimasíðuni hava vit havt í hópatali av samrøðum við fólk, ið kunnu skriva undir sannleikan í hesum somu
manningum. Talan var ikki um nakran álvarsligan skaða, tí hann fekk bara eina lítla skeinu. Men tað var kortini nokk til at løgreglan tók mannin og setti hann í varðhaldi. Seinnapartin í dag varð maðurin førdur [...] dómarin av, at hann skal varðhaldsfongslast í tvær vikur. Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at lýsa málið út í æsir, áðrenn tað kemur til endaliga viðger í rættinum, har dómur verður feldur. Metingin [...] Fyrr í dag varð ein maður varðhaldsfongslaður í tvær vikur fyri harðskap. Hendingin hann er varðhaldsfongslaður fyri, varð síðstu nátt, tá ið hann kom til ilnar við ein annan mann. Undir ósemjuni tók hann