Javnt í triðja umfarinum

Triði og seinasti dysturin millum Føroyar og Grønland endaði við javnleiki, men tað var ikki fyrr enn í seinastu sekundunum av dystinum, at Jacob Larsen, sum bert leikti við henda dystin, kundi tryggja Grønlandi javnleikin

Føroyar-Grønland 29-29

(17-16)


Hóast føroyingar høvdu vunnið teir báðar fyrru dystirnar móti grønlendingunum, og hóast styrkismunurin hevði verið rættuliga sjónligur í seinna dystinum, so var ikki sørt av spenningi undan triðja og seinasta dystinum landanna millum.

Spenningurin komst av, at Jacob Larsen, sum dagliga leikar við GOG í bestu donsku deildini, var komin upp til hendan dystin.

Danskur hondbóltur er jú á einum væl hægri støði enn tann føroyski, so lítið var at ivast í, at hetta fór at verða ein munandi styrkur hjá grønlendingum.

Hetta sást eisini á áskoðarafjøldini, sum var væl størri enn til hinar báðar dystirnar, ella kanska var tað bara tað, at Vestmanna er ein rættulig hondbóltsbygd.


Javnari enn áður

Skjótt gekk eisini sjón fyri søgn, at talan veruliga var um ein leikara, sum styrkti um grønlendska liðið. Serliga í verjupartinum var stóri og sterki leikarin ein fongur, og tað vórðu eisini gestirnir, sum fingu tað betri byrjanina hesu ferð.

Føroyingarnir sleptu tó ongantíð takinum, men megnaðu alla tíðina at varveita sambandi við mótstøðuliðið, og tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin, megnaðu okkara leikarar at vinna seg fram um mótstøðuliðið.

Føroyska liðið var aftur eitt sindur umskipað í mun til leygardagin. Hesu ferð vóru Óla Kristian og Hans Áki ikki við í hópinum. Í málinum slapp Jens Skipagøta at royna seg frá byrjan av dystinum, og hóast hann ikki stóð eins væl og Jóhan og Óla Kristian hvødu gjørt í undanfarnu dystunum, so hevði hann tó nakrar bjargingar.

Í álopspartinum var aftur líkt til, at Føroyar í stóran mun máttu líta á avrikið hjá Inga Olsen, men hinvegin vóru eisini aðrir leikarar, sum gjørdu um seg. T.d. royndi Bjarni seg á miðjuni eina løtu í fyrra hálvleiki, og hóast honum enn væntar nakað, áðrenn hann kann sammetast við Inga, so er eyðsæð at vit her hava ein leikara, sum við tíðina kann mennast til henda leiklutin.

Eftir at føroyingar megnaðu at vinna seg fram um miðskeiðis í hálvleikinum, skiftust liðini bæði at skora, og munurin var bert eittans mál, tá farið varð til hálvleiks.


Javnaðu við seinasta skotinum

Í seinna hálvleiki vórðu tað føroyingar, sum byrjaðu betur, og eitt skifti høvdu leikarar okkara vunnið sær eina trý máls stóra leiðslu.

Eli Müller stóð nú í málinum, og hann prógvaði enn einaferð síni ótrúligu evni, tá tað ræður um at verja fyri brotskøstum. Tvær ferðir á rað fingu grønlendingar nevnliga tillutað brotskast, men í báðum førum bjargaði vestmenningurin.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fór tó at gangast betri hjá gestunum, og eftir lítlari løtu høvdu teir aftur tikið seg fram um føroyingarnir. Sámal og Bjarni, sum nú royndi seg á vinstra vongi, syrgdu tó fyri, at Føroyar aftur vóru eitt mál framman fyri, men grønlendingarnir mistu tó ikki á nakran hátt mótið, men royndu framhaldandi at venda dystinum til egnan fyrimun.

Føroyingar megnaðu tó at koma fram um bæði 28-27 og 29-28. Hetta seinni tá bert fá sekund vóru eftir at leika. Grønlendingar fóru tó aftur í álop, og við trimum sekundum eftir á klokkuni, fingu teir tríggja metra kast, og fekk Rúni Poulsen í sama viðfangi reyða kortið at síggja, við tað at hann varð heldur harðligur, tá hann royndi at steðga seinastu grønlendsku álopsroyndini.

Grønlendska liðið stillaði upp, soleiðis at Peter Sikemsen, sum hesar tríggjar dagarnar hevði givið fleiri dømi upp á sítt góða avsett, skuldi skjóta. Royndin miseydnaðist, men dómararnir bríkslaðu enn einaferð fyri trimum metrum. Hesu ferð royndi Jacob Larsen seg, og uttan stórvegis hóvasták, langaði hann bóltin í føroyska málið.


Ónøgd við dømingina

Sum vera man, so var rómurin á grønlendsku leikarunum sera góður, nú tað loksins eydnaðist at fáa okkurt burtur úr dystinum, men eftir dystin skiltist á grønlendska venjaranum, at eftir hansara tykki áttu teir at vunnið dystin.

Í prátið við Útvarpið gav hann nevnliga til kennar, at dómararnir í øllum førum ikki høvdu verið ímóti føroyingunum seinastu løtuna av dystinum, og heilt skeivt man venjarin ikki hava í hesum.

Seinastu minuttirnar hendi tað nevnliga fleiri ferðir, at dømingin bar brá av at vera til fyrimuns fyri føroyingar. Nú skal eg ikki siga, at dómararnir vóru partískir við vilja, men í øllum førum vóru nakrir av seinastu dómunum løgnir.

Spell at hetta at enda kom at seta dám á dystin, tí talan var annars um ein sera góðan og undirhaldandi dyst, sum í mun til teir báðar undanfarnu var spennandi frá fyrsta til seinasta bríksl.

Stóri munurin í mun til teir báðar undanfarnu dystirnar var helst tann, at grønlendska liðið nú hevði Jacob Larsen afturat sær.

Í verjupartinum var hann sera drúgvur, hóast Ingi enn einaferð kundi gerast toppskjútti hjá føroyska liðnum, og í álopspartinum merkti hetta eisini, at grønlendingar gjørdust nógv hvassari.

Sjálvur skeyt hann seks av grønlendsku málunum, men serliga Peter Sikemsen dugdi at gera sær dælt av, at føroyingarnir ansaðu somikið væl eftir GOG leikaranum, og maðurin við stóra avsettinum skeyt ikki færri enn 12 mál hesu ferð.


Hóskandi mótstøða

Triði dysturin prógvaði, at talan var um hóskandi byrjan á altjóða farleiðini, tá HSF gjørdi av, at Grønland skuldi verða fyrsta landið, sum A-landslið okkara skuldi royna seg ímóti.

Serliga í dystinum leygardagin, vóru tekin um, at grønlendska var heldr veikt til okkara menn, men spurningurin er helst, hvussu okkara menn høvdu staðið seg, um vit noyddust at vera tríggjar týðandi leikarar fyri uttan.

Samanumtikið má sigast, at talan var um eitt væleydnað tiltak, og vónandi kann hetta gerast byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari hondbóltssøgu.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Føroyar: Ingi Olsen 12 (1), Bjarni Wardum 5, Sámal Joensen 4, Heini Joensen 4, Áki Olsen 3 (1), Martin Hummeland 1

Grønland: Peter Sikemsen 12 (2), Jacob Larsen 6, Hans P. Poulsen 4, Hans Knudsen 3, Rasmus Larsen 2, Finn Nielsen 1, Kim Hovgaard 1

Brotskøst:

Føroyar 4, Grønland 4

Útvísingar:

Føroyar 3, Grønland 5

Diskvalifikatión:

Føroyar 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar úr Stjørnuni:

Geir Wardum og Carsten Andersen