Lagið er gott í Havnardali í morgun.
Hundarnir taka ímóti í túninum, kiskan liggur í durinum og kaffi stendur á borðinum.
Teir fýra bøndurnir lata seg høviskliga úr um beinini, og sessast um køksborðið. Føroya Banki hevur boðað frá, at fíggingin er í lagi, so hýrurin er góður.
- Nú kunnu vit skræða skilsmissupappírini, tekur onkur skemtandi til. Hinir flenna og nikka samtykkjandi. Tað er ikki heilt frítt, at ein feril av álvara er í skemtinum.
- Tað er onki familjulív at vera einsamallur mjólkneytabóndi í dag. Tíðirnar broytast, og vit hava, eins og øll onnur, eisini tørv á frítíð og feriu av og á.
Robottarnir koma
Tíðindafróðir og vónríkir greiða teir frá um stóru ætlanina at byggja felags nýmótans fjós í Havnardali. At tíðin er farin frá at liggja undir einari kúgv allan dagin, og at teir um eitt gott ár verða avloystir av tveimum robottum og tøkniligum hentleikum, ið minna ikki sørt um ein framtíðarfilm.
Um 130 leysgangandi mjólkikýr, sum sjálvar gera av, nær tær eta, drekka, ganga, liggja ella verða
mjólkaðar. Og tøknin: Hydrauliskir mjólkiarmar við optiskum myndatóli, sum finna, reinsa og mjólka boppunum. Sjálvvirkandi gummisvabarar, ið sópa undan kríatúrunum. Fullfóðurblandarin, sum letur frískt fóður í høllina fýra ferðir dagliga. Og bustistøðin, sum strýkur kýrnum, tá tær hava tørv á massagu, stimbran ella bara at blíva klóraðar aftanfyri oyra.
Alt fyri at bøta um lívskorini hjá neytum og monnum, og sjálvsagt eisini um mjólkarframleiðsluna.
Stórbøndur í Havnardali
Fjósið og felagið, sum ganga undir heitinum “Íognarfelagið Sandá”, fer at liggja niðanfyri fjósið hjá
Tórfinni Dalsgarð vestanvert Sandá. Samlaða íløgan til fjósið og maskinurnar er einar 18 milliónir krónur. Tá alt er komið uppá pláss, fara teir at standa fyri einum sjeyndaparti av samlaðu mjólkarframleiðsluni í landinum. Í løtuni framleiða teir íalt 970.000 litrar árliga, men ætlanin er at koma upp á 1.200.000 litrar. Eins og higartil er ætlanin at keypa upp kvotur, bæði frá MBM og øðrum bøndrum, sum leggja neytahaldið frá sær. Tey fýra festini fevna um tilsamans 25 merkur av landsjørð, harav 68 hektarar longu eru veltir. Ætlanin er at koma upp á eini hundrað hektarar, tá framleiðslan kemur í hæddina.
Seinastu trý árini eru farin til kanningar, samskifti, fundir og útrokningar, umframt samstarv við eitt nú Búnaðarstovuna og Tórshavnar Kommunu.
- Fíggjarliga kunna liva av hesum, tá alt er komið upp at koyra, siga teir.
Frælsið
Høvuðsendamálið við at leggja tey fýra fjósini saman er, at frígeva arbeiðsorku hjá monnunum. Tørvur verður bert á einum til hálvum øðrum fólki í fjósinum, harav meginparturin av arbeiðinum fevnir um eftirlit av tólum, mannagongdum og at eygleiða neytini, passa fullfóðurblandaran og líknandi. Teir fýra fara at skiftast um at vera í fjósinum eftir einari vaktarskipan, og tá verður eisini tíð til annað arbeiði á gørðunum.
- Nógvar uppgávur liggja á láni, tí orkan og tíðin er ikki til tær. Nú verður nógv betur tíð til at umvæla sláttibø, gera meira burtur úr neytaslátrinum, hegna og fáast við seyð og annað djórahald, sigur 49 ára gamli Poul Müller. Hann festi garðin, 8 merkur, í Havnardali í 1994.
- Nú fáa vit normalar arbeiðstíðir. Frítíð, feriu og frælsi, sum onnur fólk taka fyri givið, sigur Tórfinnur Dalsgarð. Hann leggur afturat, at høvdu teir ikki tikið stig til at leggja framleiðsluna saman, so hevði hann lagt frá sær. Og hinir samtykkja.
- Hugsa tær bara at fara í fjósið fjórðahvønn jólaaftan, ella hyggja í telduna, um alt er, sum tað skal í fjósinum, hugleiðir 26 ára gamli Páll Djóni á Steinum. Hann er yngstur av teimum fýra, festi 4 merkur á Velbastað í 2000.
Klandur millum bøndur er ikki ókent fyribrigdi, og spurdir, hvussu teir ætla at forða slíkum, tekur ein skemtandi til, at tá verður farið út í tún.
- Nei tvætl. Vit hava gjørt hvørjum øðrum púra greitt, at um eitthvørt er at finnast at, so skal tað fram beinanvegin. Hetta er avgerandi neyðugt um samstarvið skal eydnast, sigur Poul Müller.
Neytasirkus
Ongin sleppur at vitja í fjósinum fyrstu tíðina. Neytini eru ikki von at ganga leys, og hava brúk fyri at laga seg til nýggja umhvørvið.
52 ára gamli Jóhan Petur Brekkstein hevur bóndast meginpartin av lívinum.
- Tað verður eitt verri sirkus. Tá noyðast vit at vera í fjósinum alt samdøgri. Eg minnist tá mjólkimaskinurnar komu í 1965, tá var ein øgiligur gangur í fjósinum, sigur Jóhan Petur, sum festi á Velbastað í 1984.
- Summar av teimum gomlu kýrnum fara ikki at duga hetta. Tær verða púra ómøguligar, og enda helst í gamla fjósinum í Havnardali, til tær ikki framleiða meira og verða dripnar, greiðir hann frá.
Og Tórfinnur leggur læandi afturat, at tí noyðist Jóhan Petur at mjólka manuelt í nøkur ár afturat, og allir flenna í kíki.
Ganga á odda
Tá prátið fellur á djóravælferð, siga allir við ein munn, at hetta avgjørt eisini er ein av orsøkunum til, at teir hava tikið stig til eitt tílíkt fjós.
- Vit royna at endurskapa eitt so natúrligt umhvørvi sum gjørligt, uttan at tað hevur negativar avleiðingar fyri framleiðsluna. Neyt eru sosial djór, og skipa seg í bólkar við einari førarakúgv. Í Danmark er tað krav, at øll neyt skulu ganga leys í fjósinum, greiðir Poul Müller frá.
- Vit meina, at myndugleikarnir áttu at gingið á odda og vegleitt um djóraetikk, heilivág og evni, sum skaða umhvørvið. Vit hava annars fingið allar umhvørvisspurningar við kommununa uppá pláss. Tí her eru ongar reglur, sum verja flora og fauna, sigur hann.
- Betri neytini hava tað, betri hava vit tað, bæði so og so.
Prátið er til endans komið. Í túninum ótolnast hundarnir, og nýmótans cowboyarnir saðla hvør sín Jeep, og ríða vesturum.
--
Fakta:
Í Føroyum eru um 2400 merkur í jørð, harav um helmingurin er kongs.
1 hektari er 10.000 fermetrar