Varðhaldsfongslaður í tvær vikur fyri harðskap

 

Fyrr í dag varð ein maður varðhaldsfongslaður í tvær vikur fyri harðskap. Hendingin hann er varðhaldsfongslaður fyri, varð síðstu nátt, tá ið hann kom til ilnar við ein annan mann.

 

Undir ósemjuni tók hann fellknív og knívurin bar við hálsin á hinum manninum manningum. Talan var ikki um nakran álvarsligan skaða, tí hann fekk bara eina lítla skeinu. Men tað var kortini nokk til at løgreglan tók mannin og setti hann í varðhaldi.

 

Seinnapartin í dag varð maðurin førdur fyri rættin til eina grundlógaravhoyring, og har gjørdi dómarin av, at hann skal varðhaldsfongslast í tvær vikur. Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at lýsa málið út í æsir, áðrenn tað kemur til endaliga viðger í rættinum, har dómur verður feldur.

 

Metingin er, at maðurin skal sita varðhaldsfongslaður hesa tíðina fyri at veita trygd fyri, at hann ikki fær møguleika at ávirka kanningararbeiðið hjá løgregluni.