Steinbjørn B. Jacobsen: Grund 1. Perma: Grafik Studio. 274 bls. Bókadeild Føroya Lærarafelags.
?????
Jógvan Isaksen
???????
Endurminningarnar hjá Steinbjørn B. Jacobsen leggja fyri við, at høvundurin í einum minnist sín fyrsta og sín seinasta skúladag. Tann seinni var í 1998, tá ið hann fór frá við eftirløn, og nú hann situr og skrivar, kann hann líta at báðum burturfrá. Hann heldur at kenslan fyrsta dagin og hon seinasta dagin eru líka sterkar, at tær í veruleikanum eru ein. Hann sannkennir, at eins og lívið rúmar antin-ella, so rúmar tað eisini bæði-og. Ein gerandismynd av komplementaritetslæruni, sum sigur, at mótsetningar kunnu sameinast.
Umframt at siga frá teimum báðum nevndu merkisdøgum er fyrsti kapittul hugleiðingar um tað at minnast, og hvat tað er, vit minnast. At sumt av tí, hava vit fingið fortalt, men halda okkum minnast tað. Hann samanber endurminnningar við, at mjørkin liggur um oyggjarnar og bara fjallatopparnir koma undan. At vit minnast bara tað, sum hevur nortið við okkum.
Endurminningar hjá øðrum høvundum verða tiknar fram, og hann nevnir H.C. Andersen, Martin Andersen Nexø og Heðin Brú, hvørs frásagnir frá barnaárum hava gjørt honum mun. Aftur fyri er hann so hampiligur ikki at nevna nøvnini á teimum mongum høvundum, ið hava forsyndað hann við teirra endurminningum, har teir royna at fáa alt at passa inn í eina fastlagda mynd. Teir tekna eitt glansbílæt av sær sjálvum og sínum og geva øðrum av grovfílini.
Høvundurin er altso serdeilis mistrúgvin móti hesum at skriva endurminningar og billa fólki inn, at hetta er sannleikin, soleiðis var tað. Hann sigur seg ongantíð hava droymt um, at hann skuldi koma í hesa støðu. Tað hevur altíð verið so mangt annað at skriva, og hann ger í tí viðfangi eitt stutt yvirlit yvir egnan skaldskap. Men eftir at hann er farin frá sum skúlalærari, og sjálvur ræður yvir bæði degi og nátt, koma minnini bóltandi. Hann roynir at lata tey koma og fara og annars skáka sær undan at festa tey á blað. Men tað slepst ikki undan.
Prátingarsemi
Tær eftirfylgjandi 260 síðurnar siga síðani í hampiligari tíðarrøð frá uppvøkstrinum í Sandvík til drongurin skal "upp á Tvøroyri" at ganga í realskúla. Sagt verður frá stórum og smáum, og javnan verður borið saman við dagin í dag. Hvussu ymiskt, sum gjørdi vart við seg í barnaárunum, hevur fylgt honum gjøgnum lívið og víst seg at vera lyndiseyðkenni. Eitt er, at hann er ótolin, at hann bara orkar at vera eygleiðari eitt stutt bil, so má hann upp í leikin. At eygleiða er annars ein meginæðr í øllum skald-skapi, tí um tú ert mitt í vasanum, so fært tú einki yvirlit yvir heildina. Akkurát ivamáli at vera luttakari ella eygleiðari er ein gamal spurningur innan europeiskan skaldskap, og tað kann tí undra, at Steinbjørn B. Jacobsen hevur fingið so mikið nógv á skafti sum høvundur, nú hann sigur seg ikki hava bindindi at siti í friði.
Tað ófriðarliga merkir eisini frásøgnina um barnaárini á tann hátt, at høvundurin er so títtur at leypa stein av steini, at lesarin ikki rættiliga fangar teir persónar ella viðburðir, ið verða umrøddir. Stundum verða persónar umtalaðir, eins og lesarin frammanundan veit, hvørjir teir eru, og tá ið sagt verður frá barnaspølum, gert hetta ein sovorðin uppreksan, at lesarin hálvavegna gevur skarvin yvir. Ofta verður nortið við ymiskar aðalspurningar, t.d. hvønn týdning arvur og umhvørvi hava (s.81), men høvundurin fer ikki víðari við sínum eygleiðingum. Í flestu førum fær lesarin einki at vita um, hvat høvundurin sjálvur meinar í einhvørjari trætu.
Skrivingarlagið er sum heild lætt og flótandi, men viðhvørt er tað í leysara lagi, soleiðis at lesarin minni enn so altíð veit, hvønn tað sipast til. Tað skal bara sigast frá líkamikið hvussu, og tað fær meg at hugsa um amerikonsku blaðkvinnuna Elizabeth Taylor, sum í tíðarskeiðnum 1895-1919 vistaðist í Føroyum í fleiri ár. Í bókini "The Far Islands and Other Cold Places" skrivar hon um, hvussu prátmiklir føroyskir menn eru. Hon vil vera við, at muðurin ongantíð stendur á teimum, og at teir tosa um líkt og ólíkt uttan íhald.
Lesast í smáum
Tað eru fínar lýsingar í endurminningunum hjá Steinbjørni, t.d. frásøgnin um súkkluna og um luftbyrsuna, men tað er so nógv av øðrum, kanska ikki akkurát dumbu, men í hvussu er óneyðugum upplýsingum, at tað fræga viðhvørt hvørvur. Ein av teimum seinastu kapitlunum sigur frá andlátum, men er ein sovorðin vavstur, at tú hevur ilt við at skilja ímillum persónarnar. Eitt annað dømi eru ommurnar og abbarnir, sum eisini búgva í Sandvík og sum tíðum verða umrødd. Kortini lukkaðist tað mær ongantíð at finna út av, um tað var hendan ella handan omman ella hesin ella hasin abbin, ið talan var um, hóast sagt verður, at tey eru stak ymisk.
Persónlýsingarnar eru sum heild glærar, og tað er bara í fáum støðum, at tað hesum viðvíkjandi glógvar í, at fólk blíva livandi fyri lesaranum. Dømi um hetta eru Gulak prestur og tann eitt sindur niðurundirkomni skúlalærarin. Somuleiðis frásøgnin um donsku prestafrúuna, sum undrast á, at føroysk børn ikki verða uppvand, men líkamikið hvussu frásøgumaðurin roynir at greiða henni frá føroyskum viðurskiftum, stendur hon við sítt: "Når man siger noget til et barn, skal det lystre" (s.118). Ein stutt og neyv lýsing av lyndismuninum millum føroyingar og danir.
Tað er lítil ivi um, at Steinbjørn B. Jacobsen hevur eina søgu at siga, men hann vil hava ov nógv við. Alt, sum er viðurfarist honum í barnaárunum skal havast upp á tungu, og úrslitið verður, at hvør lutur fær ov lítið í sín part. Hevði bókin verið strammað, ymiskt kutað burtur, meðan tað bleiv lagt aftrat aðrastaðni, so hevði møguleikin fyri eini heild verið størri. Sum er stendur "Grund" seg best at verða lisin í smáum, tí so verður tað ikki so týðuligt, at tað vantar ein veruligur tráður í frásøgnini.










