Tað var fult hús bæði mikudagin og hósdagin, tá altjóða oljuheimurin vendi eyguni móti føroyska landgrunninum. Á ráðstevnuni um Føroyar sum komandi olju- og gassleitingarøki vórðu umleið 150 fólk umboðandi [...] øg oo. við tilknýti til tann risastóra oljuídnaðin í Bretlandi. Á ráðstevnuni varð greitt frá nøkrum av teimum treytum, sum ætlandi fara at fylgja við loyvunum, sum verða givin til oljuleiting við Føroyar [...] skattaskipanin sera sámulig, setir lítil krøv, og sjálvt við høgum vinningi, so er tað, sum landið tekur, á leið við tað, sum ein kann rokna við, tá man hevur í huganum, at vinningurin (profits) skal vera
vitað tað, men tað er eisini stuttligt tá tað frættist í onnur lond um góðu sjómenn okkara. Eitt er so tað, at grannatjóðir okkara vita hetta, men at hesin kunnleikin er komin allan vegin niður til New Zealands [...] -Vit hava hoyrt so nógv gott um tykkara fiskimenn. Og tí venda vit okkum til tykkara fyri at manna skip okkara, sigur Graham Thomson, sum vegna reiðaríðið hevur vent sær til føroyingar. Í lýsing her í [...] ferðast so langt sum til New Zealand so kostar tað væl av peningi. Men reiðarí?ið bjóðar her teimum áhugaðu at gjalda fyri ferðina, eins og teir átaka sær at útvega innferðarloyvi til føroysku fiskimenninar
Tað eru slakar 700 milliónir samanborið við undanfarna tíðarskeið, sum svarar til ein vøkstur á 5,8 prosent. Tað skrivar Hagstovan. Gongdin vísir, at stígur kom í lønargjaldingarnar, tá koronafarsóttin [...] 2020. Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan. Seinastu tólv mánaðirnar vórðu 12,4 milliardir útgoldar í A-skattaðum lønum. Tað er ein vøkstur uppá 5,8 [...] hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina
minst í mun til hvussu tað rættiliga breiða framsýningaruppleggið undir heitinum [natúrligvís] verður fatað. Danski listamaðurin John Kørner nýtti framsýningaruppleggið sum høvi til at koma við einari [...] Verkstaðnum í Gundadali í Havn og tað var eisini har, eg hitti listamannin til eitt stutt viðtal í summar. John Kørner hevur seinni árini arbeitt við ymiskum tøkni frá málarí til installatión, veggmálarí osfr [...] einari viðmerking til kjakið, ið tók seg upp í sambandi við viðgerðina av grein 266 b. Í hansara hálvabstrakta, flótandi akrylmálningi hómast tvær at síggja til mannligar verur dansa saman á eini blágrønari
fingið svar frá bæði formanni og næstformanni Tjóðveldisfloksins. Tað var tann 20. november í 2000, at Sosialurin vendi sær til Tórbjørn Jaocbsen, sum var landsstýrismaður í mentamálum. Ørindini vóru [...] hjá Høgna Hoydal rættiliga í gongd. Hann ringdi ótaldar ferðir til blaðmannin, til Jústinus Eidesgaard, sum var tíðindaleiðari og til mín sum blaðstjóra og bað og bønaði um, at greinin ikki kom á prent [...] maðurin broytti avgerðina. Tað var tá, at Tórbjørn Jacobsen brúkti orðini ”danskur leigusveinur” um Anfinn Kallsberg. Sjálvandi bóðu vit løgmann um viðmerking til hetta, og so var eldur í. Nú
Eysturíki 15 oktober. - Tað er stuttligt at síggja at tað eru fleiri áleyparir bjóða seg fram og skora nógv mál. Altíð gott við kapping. Allir eru nokkso ungir, so tað burdi sæð gott út fyri framtíðina, sigur [...] Símun bleiv kliptur. Kann tað vera, at nýggja frisuran hevur nakað við tí at gera? Nýggir áleyparir, sum hava skorað eina rúgvu í føroysku deildini eru úttiknir til landsliði til dystin í kvøld móti Kasakstan [...] spurningurin um hann skal spæla seg til ein nýggjan sáttmála hesar báðar komandi dystirnar. - Eg fokuseri bara um hesar báðar dystinar og royni at gera tað so gott sum eg fái. Eg ætli mær at forseta uttalands
havi einki, eg vil gloyma, tí einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Hvat ynskir tú tær í 2015? - At familjan er frísk og hevur tað gott. At vit fáa lóg um rehabilitering, og at heilsudeplar [...] Hvussu hevur árið 2014 verið? - Árið hevur verið gott, bæði privat og í samband við arbeiði. Hvat minnist tú best frá 2014? - Tað, sum hevur fylgt mest í árinum, er at samskipa og fyrireika heima- og [...] at seta á stovn námsfrøðiliga ráðgeving fylgt nógv. Til felags fyri bæði vóni, eg at borgarin fer at fáa eina betri samanhangandi heildartænastu. Tað sigur Rósa Samuelsen. Hvat var tín størsta persónliga
ítróttaranda. Men um nakar kann gera Kyndil til føroyameistara, so er tað hann. Men til tað krevst, at avrikini í komandi dystum verða eitt sindur betri enn tað sunnudagin. Lið sum H71 og StÍF fara neyvan [...] hevur tað verið so hjá nýggja hondbóltsfelagnum í Runavík, at hóast teir hava tapt, so hava teir fylgt væl við hinum liðnum í fyrra hálvleiki og ofta eisini væl inn í seinna hálvleik. Soleiðis var tað eisini [...] dystinum sá annars út til, at hetta var ein dystur, sum Kyndil bert skuldi hava frá hondini. Teir løgdu hart og komu framum 4-0 (Nicolai Balle skeyt trý tey fyrstu málini). Men so vendi gongdin eina løtu,
meiriluta í stýrinum. Síðani vendi Gunnar Hoydal til Mentamálaráðið, sum hann umboðar, fyri at fáa tað at kanna, um umsøkjararnir lúka treytirnar í starvslýsingini, har tað millum annað verður sagt, at [...] Thomsen. Eisini Magistarafelagið er komið við eini fráboðan, har tað krevur av myndugleikunum, at treytirnar í lýsingini eftir leiðara til Listasavnið verða hildnar. Magistarafelagið sigur, at í lýsingini [...] at hann er til fulnar førur at stjórna Listasavninum. Hann var fyribils leiðari eitt ár herfyri, og tá var nógv fingið á skaftið. ? Hóast Helgi ikki er listfrøðingur við prógvi, so man tað vera fáur her
eins og øll undanfarin ár - at familjan er samlað á jólum og hevur tað gott. At vit njóta friðin og nærveruna, og at øll hava tað gott. ##med2## Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini hava stóran [...] hjá foreldrunum í Streymnesi. Tað sigur Eyðstein Zachariasen. Hvat verður etið um jólini? - Jólaaftan fáa vit altíð dunnu, 1. jóladag er tað vanliga fleskasteik - og so gott ræst kjøt 2. jóladag. Hevur tú [...] varð føddur. Eyðstein Zachariasen sigur, at tað er altíð ein ávísur friður yvir jólunum. - Hetta er ein friður, ið vit ikki so væl duga at geva okkum stundir til aðrar tíðir á árinum, leggur hann aftrat.