Stríðið um Listasavnið harðnar

13 føroysk listafólk eru komin við eini almennari yvirlýsing um nýggja leiðaran til Listasavnið, Magistarafelagið ger vart við seg, og felagið Føroysk Myndlistafólk átalar viðgerðini av leiðarastarvinum og heldur, at Helgi Fossadal er júst tann rætti maðurin at leiða savnið

Síðani stýrið fyri Listasavnið í farnu viku hevði fund um at seta nýggjan leiðara fyri savnið, hevur ófriður valdað í føroyska listaumhvørvinum, og nú eru tað fleiri, sum blanda seg alment upp í stríðið.
13 listarfólk hava sent eina almenna yvirlýsing út, Magistarafelagið ger eisini vart við seg, og felagið Føroysk Myndlistafólk hevur gjørt sína innstilling av Helga Fossadal almenna.
Boðini frá teimum 13 listafólkunum og Magistarafelagnum eru greið. Tey vilja hava, at eitt fólk við listafrøðisligari útbúgving verður leiðari fyri Listasavnið, og hesa útbúgving hevur tann innstillaði umsøkjarin, Helgi Fossadal, ikki, hóast hann hevur verið sera virkin í føroyska listaumhvørvinum í nógv ár.
Føroysk Myndlistafólk heldur hinvegin, at tá ið ein listfrøðingur longu er í starvi á Listasavninum, er Helgi Fossadal júst tann rætti leiðarin fyri savnið, tí hann hevur drúgvar leiðsluroyndir umframt stóran kunnleika um føroyska list.

Formaðurin ímóti meiriluta
Tað var í síðstu viku, at stríðið rættiliga tók seg upp. Stýrið fyri Listasavn Føroya hevði tá fund um at seta nýggjan leiðara fyri savnið. Fýra fólk høvdu søkt, men bæði Føroysk Myndlistafólk og Listafelag Føroya høvdu stillað Helga Fossadal inn til starvið.
Hesari innstilling tók ein meiriluti í stýrinum fyri Listasavnið undir við, men formaðurin Gunnar Hoydal var ímóti. Hann vildi ikki góðtaka hesa innstilling, og hann sigur seg hava lagt fundin niður, hóast viðtøkurnar fyri Listasavnið siga, at avgerðir skulu takast við vanligum meiriluta í stýrinum.
Síðani vendi Gunnar Hoydal til Mentamálaráðið, sum hann umboðar, fyri at fáa tað at kanna, um umsøkjararnir lúka treytirnar í starvslýsingini, har tað millum annað verður sagt, at leiðarin skal hava listafrøðisliga útbúgving. Hann helt, at støðan var so serlig, at hetta var neyðugt.
Tá ið Gunnar Hoydal fær boð úr Mentamálaráðnum, skal fundurin um leiðarin takast uppaftur, sigur hann.

Listarbólkur ger greitt
Meðan alt leggur í hálvum gekki, eru fólk og feløg farin undir at gera vart við seg alment, og tað verður roynt at ávirka málið bæði alment og óalment.
13 føroysk listafólk hava sent út eina yvirlýsing, har tey siga seg vilja hava ein ? og bert ein ? leiðara fyri Listasavnið, og hesin skal hava listfrøðisliga útbúgving. Tað hevur annars verið ætlanin, at ein leiðari og ein listarligur leiðari skuldi setast fyri savnið, men hesum taka tey ikki undir við.
Listafólkini, sum hava skrivað undir yvirlýsingina, eru tey somu, sum herfyri tóku seg úr felagnum Føroysk Myndlistafólk, tí tey halda, at felagið ikki longur umboðar tey á fullgóðan hátt. Afturat teimum hava eisini tvey listafólk afturat skrivað undir yvirlýsingina.
Listafólkini eru: Andrias Andreassen, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Rannvá Pálsdóttir Kunoy, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Bjarne Werner Sørensen, Tummas Jákup Thomsen.
Eisini Magistarafelagið er komið við eini fráboðan, har tað krevur av myndugleikunum, at treytirnar í lýsingini eftir leiðara til Listasavnið verða hildnar.
Magistarafelagið sigur, at í lýsingini eftir leiðara stendur sum treyt, at umsøkjarin skal hava listafrøðisliga útbúgving.

Helgi er rætti maðurin
Felagið Føroysk Myndlistafólk ger nú eisini vart við seg, og í einum brævi til fjølmiðlarnar sigur formaðurin í felagnum, Kári Svensson, at felagið átalar ta viðgerð, sum setanin av savnsleiðara fyri Listasavnið hevur fingið.
? Vit leggja dent á, at tá ið savnið sum er hevur ein listafrøðing í starvi, er ikki neyðugt, at ein listafrøðingur afturat verður settur. Hinvegin er tað alneyðugt, at ein við drúgvum leiðsluroyndum og góðum listaraligum førleika annar verður settur, sigur felagið Føroysk Myndlistafólk.
Felagið hevur gjørt sína innstilling av Helga Fossadal almenna, og í hesari innstilling verður millum annað sagt, at Helgi Fossadal í verki hevur víst, at hann er til fulnar førur at stjórna Listasavninum. Hann var fyribils leiðari eitt ár herfyri, og tá var nógv fingið á skaftið.
? Hóast Helgi ikki er listfrøðingur við prógvi, so man tað vera fáur her á landi, ið hevur størri vitan um føroyska list og hevur sýnt listini størri ans enn júst hann, sigur felagið.
Tí halda Føroysk Myndalistafólk, at Helgi Fossdal er rætti leiðarin fyri Listasavnið, og tað heldur eisini ein meiriluti í stýrinum fyri Listasavnið, men formaðurin er ímóti, og í løtuni er tað óvist, hvussu støðan er við starvssetingini.