Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Árið hevur verið gott, bæði privat og í samband við arbeiði.
Hvat minnist tú best frá 2014?
- Tað, sum hevur fylgt mest í árinum, er at samskipa og fyrireika heima- og eldratænastuna. Eisini hevur arbeiði at seta á stovn námsfrøðiliga ráðgeving fylgt nógv. Til felags fyri bæði vóni, eg at borgarin fer at fáa eina betri samanhangandi heildartænastu.
Tað sigur Rósa Samuelsen.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Maður mín og eg høvdu ein fantastiskan góðan túr í Danmark í summar, saman við børnunum, svigarbørnum og ommubørnum og systir míni.
Rósa Samuelsen vísir á, at heimið fyri sálarsjúk loksins er tikið í brúk, og ikki minst depilin fyri børn og ung við fjølbreki hevur fingið bestu umstøður at virka undir.
- Sum heilt hevur hetta verið eitt deiligt ár.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Eg havi einki, eg vil gloyma, tí einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- At familjan er frísk og hevur tað gott. At vit fáa lóg um rehabilitering, og at heilsudeplar verða settir á stovn sum skjótast.
At enda ynskir Rósa Samuelsen øllum eini gleðilig jól og eitt gott og eydnuberandi nýggjár.