Hvør átti lygnina, Tórbjørn Jacobsen?

Tað var ikki sørt á­hug­a­vert at hoyra send­ing­ina 62 norður í út­­varp­­­inum í gjár, har Kring­­­­varpið setti kik­ar­­an á trú­virðið hjá Tór­bjørn Jac­­ob­­­sen, lø­g­tings­­manni og Tjóð­­­veld­­is­­flokkinum, sum hevur kos­ið sær tann so mangan um­­strídda eyst­ur­oy­ar­ting­­mannin til næst­formann

Framferðarháttin hjá ting­mann­­inum nýtist okkum ikki at viðmerkja her, men sum partur í einum máli, har hann var høvuðspersónur, kundi eg hugsað mær at fing­ið svar frá bæði for­manni og næstformanni Tjóð­­veld­is­floks­ins.
Tað var tann 20. november í 2000, at Sosialurin vendi sær til Tórbjørn Jaocbsen, sum var landsstýrismaður í mentamálum. Ørindini vóru at frætta nærri um av­gerð hansara um at av­taka grundlógardagin sum frídag hjá skúlunum og í stað­in lata skúlarnar hava frí altjóða arbeiðaradagin, 1. mai. Løgmaður Anfinn Kalls­berg var ikki glaður fyri hesa avgerð, og kravdi tí, at lands­stýr­is­maðurin broytti av­gerð­ina.
Tað var tá, at Tórbjørn Jac­ob­­sen brúkti orðini ”danskur leig­­usveinur” um Anfinn Kalls­berg.
Sjálvandi bóðu vit løg­mann um viðmerking til hetta, og so var eldur í.
Nú fór pro­pag­and­a­mask­in­an hjá Høgna Hoydal rætt­i­liga í gongd. Hann ringdi ó­taldar ferðir til blaðmannin, til Jústinus Eidesgaard, sum var tíðindaleiðari og til mín sum blaðstjóra og bað og bøn­aði um, at greinin ikki kom á prent.
Hesum kundu vit sjálvandi ikki eftirlíka, tí blaðið var far­ið til prentingar, og at fara at steðga eini útgávu, tí at ein landsstýrismaður ikki dugdi fólkaskikk, tað var ikki okkara uppgáva.
Høgni Hoydal bleiv við í tímavís – við øllum triksum. Spurdi um eg ”sum ein kamm­e­rat­ur” ikki kundi gera hetta, tí hetta fór at hava so stóran týdning fyri samgonguna.
Men blaðið var farið til prent­ing­ar, og harvið var tað.
Síðani kom Tórbjørn Jac­ob­sen sjálvur út á redaktiónina á Argjum. Henn settist við mína teldu, læs greinina og vátt­aði, at hann hevði sagt hesi orðini – og at vit einki skeivt høvdu gjørt. Hann var sera blíður og vinarligur – og segði okkum, at hansra pol­itiska lagna lá í okkara hondum, tí tá hann kom nið­an aftur í mentamálaráðið, lá uppsøgnin á borðinum. Men, segði hann. Skuldin var hansara egna.
Vit báðir Jústinus og eg tóku beinleiðis synd í hon­um.
Men so gongur seinn­a­part­ur­in – og so kemur eitt tíðindaskriv frá Tór­bjørn Jacobsen – sent frá tele­fax­i­num hjá Høgna Hoy­dal í Tinganesi – í teirri tíð­ini dugdu vit telefax numm­ur uttanat eins væl og teld­u­post­a­dr­essur í dag.
Vit vistu, at Tórbjørn Jac­obsen sat í bilinum á veg inn á Skálafjørðin, tí vit tosaðu við hann fleiri ferðir í fartelefon. Men hugsaðu kortini, at Høgni Hoydal mundi hava skrivað telefaxið í samráð við Tórbjørn – und­ir­skrivtin var so tann hjá Tór­bjørn Jacobsen.
Men tíðindaskrivið var ein løddrøtt, kolasvørt lygn, sum tíbetur fyri okkum var av­dúkað í Degi og Viku dag­in eftir
Í tíðindaskrivinum frá Tobba stendur m. a.
»Í Sosialinum 22. nov. er ein stórt uppsett grein, har und­ir­rit­aði verður siteraður fyri at skíra løg­mann, Anfinn Kallsberg at vera ”leigusveinur” hjá donsku stjórnini.

Undirritaði hevur ongantíð brúkt hetta orðið um løgmann og kundi eiheldur nakrantíð funnið upp á tað...«
Vit hava ongantíð fingið svar upp á, hvør skrivaði tíð­ind­a­skrivið. Í 2004, tá Tórbjørn Jac­obsen og Høgni Hoydal klandr­aðust illa, segði Tór­bjørn Jacobsen í einum les­ar­a­brævi, at Høgni Hoydal skriv­aði eitt tíðindaskriv upp á nakkan á sær.
Eingin ivi er um, at tíð­ind­a­skrivið bjargaði Tórbjørni lands­stýrissessin.
Við øðrum orðum var Tór­bjørn Jacobsen bjargaður við eini kolasvartari lygn, har Tjóð­veld­is­flokkurin á ein ó­mans­lig­an hátt turkaði eitt mis­tak upp á ein journalist.
Spurningurin mín er: Hvør átti lygnina?
Var tað formaður Tjóð­veld­is­floksins ella næst­for­mað­ur­in?
Eg royndi at ringja inn til útvarpið fyri at seta Tobba hendan spurningin, men kom ikki ígjøgnum.
Nú Tórbjørn Jacobsen sjálvur á henda hátt hevur kveikt lív í málið av nýggjum, haldi eg tað vera rætt av teimum at lýsa alt málið - og at siga okkum, hvør átti lygnina, Tórbjørn Jacobsen ella Høgni Hoydal...