Nýkliptur Jóan Símun skoraði hattrik

Jóan Símun fekk ógvuligar ákoyringar í sendi á Rás2, tí hann hevði ikki klipt sær síðani mars mánað

Jóan Símun Edmundsson vísti stórspæl og skoraði heili trý mál í innanhýsis dystinum millum teir eldru og teir yngru í seinastu venjingini. Hetta var somuleiðis fyrsta venjingin síðani Jóan Símun bleiv kliptur. Kann tað vera, at nýggja frisuran hevur nakað við tí at gera?

Nýggir áleyparir, sum hava skorað eina rúgvu í føroysku deildini eru úttiknir til landsliði til dystin í kvøld móti Kasakstan og móti Eysturíki 15 oktober.

 

-       Tað er stuttligt at síggja at tað eru fleiri áleyparir bjóða seg fram og skora nógv mál. Altíð gott við kapping. Allir eru nokkso ungir, so tað burdi sæð gott út fyri framtíðina, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Sáttmálin hjá Jóan Símuni við Viking Stavanger gongur út við ársenda. Tí er spurningurin um hann skal spæla seg til ein nýggjan sáttmála hesar báðar komandi dystirnar.

 

-       Eg fokuseri bara um hesar báðar dystinar og royni at gera tað so gott sum eg fái. Eg ætli mær at forseta uttalands vissi eg fái møguleikan, tað satsi eg uppá, sigur toftamaðurin.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Kasakstan verður í kvøld klokkan 18. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.