sum arbeiða í kringvarpinum, skuldi í minsta lagi verið eitt teirra, sum varnaðist, at her var okkurt, sum ikki ruggaði rætt og fekk tíðindini rættað, men tað var so eiðasørt í hesum sum í fylgjandi dømum [...] hava fyri innihaldið í tíðindunum. Tað, teir meta útvarpið eftir, er, at teir sjálvir ikki verða fyri vanbýti í mun til aðrar flokkar í tíðindaflutninginum. Samstundis skal ongum í toppinum av hiarkinum [...] hiarkinum gangast ov nær. Eitt úrslit av hesum hugburði er, at teir í útvarpinum kunnu saktans t.d. hava klandur í tjóðveldisflokkinum sum tíðindi. Men embætisførslan hjá Høgna var og er friðað! Grun
er stórur, og lagið er gott. Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018? - Eg kann ikki koma í tankar um eina serliga hending, sum var tann besta í farna ári. Tað eru sjálvandi løtur [...] har hann hevði verið í læru. Tað var ein góð veitsla og ein góður dagur. So, eg má siga, at tað vóru tvær upplivingar, sum vóru tær bestu í árinum. Og hvat var tað keðiligasta í 2018? - Starvsfelagar [...] standa mangan einum nær, og tekniski leiðarin í reiðarínum er einki undantak. Ein lorta dagur var, tá eg fekk at vita, at hann var blivin álvarsliga sjúkur. Ein annar lorta dagur var, tá eg fekk at vita
miðil í Føroyum, var Sosialurin á staðnum, tá Shubbarnir komu til Føroya seinnapartin hósdagin. Eftir at teir vóru komnir ígjøgnum tollin í øllum góðum, fingu vit fatur á teimum, og meðan vit í leigubussi [...] okkara, og spurt nær vit kundu koma handan vegin, og tað kundu vit nú. Var tað soleiðis at tit júst nú høvdu eitt hol í skránni ella hvussu: ? Ja, vit hava spælt ymsastaðni í Danmark nú í summar, eins og [...] sangarin í bólkinum, Michael Bundesen, og er samrøðan prentað niðanfyri. Hví eru tit komnir til Føroya júst nú: ? Tað kemst av teirru einføldu orsøk, at fyrireikararnir her í Føroyum hava sett seg í samband
forrætning fyri Dahlarnar í Vági. Trina er fødd í 1908. Tá var útróður longu ein stór vinna í Lorvík. Trina er farin í skúla í 1915. Lærarin var tann tá nýggi lærarin Andrias, sum var ættaður frá Gjógv, og [...] Tey høvdu tá kenst í átta ár. Hann var føddur í Keypmannahavn men arbeiddi í Gentofte, har hann koyrdi vørur fyri eina forrætning. Tey fóru heim til Føroya í feriu í 1946. Tá koma tey í prát við systkinabarnið [...] pláss í Gentofte. Maðurin í húsinum var kapteinur, og æt Lindberg til eftirnavn. Tey áttu tvær døtur. Maðurin var nógv burtur, men kom heim, meðan Trina var har. Tey vóru sera fitt fólk. Her var eisini
setti eg lækna- og heilsurøktarmyndugleikar í gongd. Søkti um umlætting á lokala røktarheimi hennara. Jú, hon kom inn í seinastu helvt av apríl mánaði í ár, fyrst í mai ringi eg heim og vildi fáa eina samtalu [...] síðuna av tær í einari tokkupé. Ein vakur og sannur tanki. Men tey flestu vildu svarað, nei, tín næsti er tín móðir, faðir, bróðir ella systir. Nú hava vit ikki tok ella tokkupé?ir í Føroyum. Men vit hava [...] Føroya fyri trimum árum síðan. Har vita øll alt um øll, tískil var eg vís í, at næstrakærleikstankin fór at hjálpa henni, um á stóð, nú hon var byrjað at eldast. 85 ár verður hon um nakrar fáar dagar. Seinastu
serliga av støðuni í Jugoslavien og í Somalia. ST hevur friðarvarðveitandi eindir í ikki færri enn 15 londum. Úr einum kassa í annan Fyri at koma aftur til fíggjarstøðu ST?s, so var kassin til vanliga [...] raksturin tómur longu í september mánað. Men sum onkur málbar seg henda dagin, at var ikki annar kassi at tikið úr, ja, so var enntá streymurin í ST bygninginum slitin. Kassin, sum her var sipað ti, er kassin [...] ) um nýggjan ST-bygnað - ein nýggjan ST-reform. Meðan starvsfelagar mínir heima í Føroyum í hesum døgum stríðast í fíggjarnevndini, við uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 1998, og helst við sveitta
snin í Jekaragøtu fær ein enda sum skjótast. Hann fortelur, at fýra rumenar hjá Demich eru í Føroyum í løtuni, og hinir fóru av landinum í feriu mikumorgunin. Teir, sum eru farnir avstað, búðu í einum [...] aftrat, at Demich í dag hevur tvey hús at hýsa útlendskum starvsfólkum. Í Demich siga tey seg ikki vita akkurát, nær nakar útlendingur hjá teimum hevur búð í kømrunum hjá Firmport í Jekaragøtu 8 og 10 [...] arbeiðsmegi úr Rumenia. Sambært stjóranum í Demich, Róa Kalsø, eru í løtuni 14 útlendingar á lønarlistanum hjá Demich. Men eingin teirra býr í húsunum hjá Firmport í Jekaragøtu 8 og 10, sum hesa vikuna hava
av Bíbliuni í Føroyum. Prentsmiðjan á Dagblaðnum fór undir prentingina við maskinum og tólum, sum av fakfólki varð dømd til at miseydnast¸men so varð ikki. Í 1948 var bókin liðug prentað í 5000 eintøkum [...] Danielsen og hin av Jákup Dahl. Fyrsta umsetingin. Í 1939 hevði Victor umsett alla Bíbliuna til føroyskt, og var hon farin til prentingar í Oslo. Fyrsti rættlestur var avrikaður, men tá varð sambandið slitið av [...] skrivligu verk síni í ein lættfatiligan og livandi málbúnað - eina skaldsliga lind, sum kemur klárt til sjóndar í avrikum hansara bæði í bundnum og óbundnum máli. Sum sannur evangelistur, var tað honum umráðandi
har høvið var at vitja teir túsundtals framsýningarbásarnar og vera við til mongu fyrilestrarnar um framtíðar oljuvinnu. Ein teirra var Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP. Í samrøðu við Sosialin í farnu viku [...] Hartil skal tó sigast, at tað í heila tikið er torført at seta fokus á Atlantsmótið í løtuni, nú einki nýtt rakstrarverdugt fund er gjørt í nógv ár. Fleiri av føroysku stjórunum í oljufeløgunum, sum leita við [...] oljuvinnuni, so var økið vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar líkasum parkerað. Tað mest snúði seg um, hvussu oljufeløgini í mestan mun kunnu troyta oljukeldurnar í Norðsjónum. Tað er líkasum, at vónirnar
ikki tóktist at vilja taka støðuna í álvara. Eftirmeta støðurnar Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur í løgregluni í Føroyum, vissar um, at løgreglan tekur øll slík mál í álvara og ásannar, at serliga tilburðurin [...] Løgreglan tekur nú í egnan barm og er farin undir at eftirmeta tvær støður í síðstu viku, tá fólk ringdu í samband við fullar menn, ið tey mettu høvdu tørv á hjálp. Í Vikuskiftis-Sosialinum bar til at [...] at lesa um eina hending í miðbýnum í Havn mikudagin, tá ein maður, ið var rýmdur av Landssjúkrahúsinum, sat avdottin í regninum. Og hóast fleiri borgarar boðaðu løgregluni og sjúkraflutningstænastuni frá