Teir hava ongantíð verið á Jamaica

Stutt eftir at flogfarið hjá Atlantsflog, har Shu-bi-dua var við, hevði sett seg á flogvøllinum, fingu vit eitt prát við forsangaran í bólkinum, Michael Bundesen. Niðanfyri er samrøðan prentað.

Sum einasti miðil í Føroyum, var Sosialurin á staðnum, tá Shubbarnir komu til Føroya seinnapartin hósdagin.

Eftir at teir vóru komnir ígjøgnum tollin í øllum góðum, fingu vit fatur á teimum, og meðan vit í leigubussi vórðu koyrdir til Havnar, fingu vit okkum eitt prát við nakrar av limunum í bólkinum.

Ein skuldi kanska hildið, at slíkir menn ikki tímdu at tosa ov nógv við ein slíkan ungan, órsoyndan blaðmann, men hetta tóktist ikki nerva teir á nakran hátt. Heldur var tað soleiðis, at eg nærum kendi meg vælkomnan millum teirra, og prátað varð bæði um leyst og fast á vegnum til lítla høvuðsstað okkara. Ein teirra, sum prátað varð við, varð sjálvsagt sangarin í bólkinum, Michael Bundesen, og er samrøðan prentað niðanfyri.


Hví eru tit komnir til Føroya júst nú:

? Tað kemst av teirru einføldu orsøk, at fyrireikararnir her í Føroyum hava sett seg í samband við umboðsmann okkara, og spurt nær vit kundu koma handan vegin, og tað kundu vit nú.


Var tað soleiðis at tit júst nú høvdu eitt hol í skránni ella hvussu:

? Ja, vit hava spælt ymsastaðni í Danmark nú í summar, eins og vit gera á hvørjum ári. Síðani hava vit havt ien steðg í nakrar mánaðir, áðrenn vit nú í vetur skulu eina jólaferð kring Danmark. Framførslurnar í Føroyum eru sostatt byrjanin til hesa konsertferðina. Vit hava sostatt vant nakað upp undir komandi jólarundferðina, uttan at talan tó verður um nakran jólatónleik.


Sum tað skilst á lagnum, hevur tað verið roynt nakrar ferðir áður at fáa tykkum til Føroya:

? Tað er rætt, men tá hevur tað so ongantíð passað inn í skránna hjá okkum.


Tað er ikki soleiðis, at tit ikki hava havt hug at komið til Føroya:

? Nei, avgjørt ikki. Nú í ár er tað soleiðis, at vit í apríl mánaði vóru í Íslandi, nú koma vit til Føroya, og so kundu vit væl hugsað okkum at farið ein túr til Grønlands, møguliga einaferð í komandi ári. Sum er manglar okkum nærum bert Grønland og Timbuktu.Vit hava jú verið í bæði Avstralia og Ný Sælandi og spælt.


Tað er ikki soleiðis at tað bara er ein frítíðarferð, tá tit hava verið »down under«:

? Nei nei, sjálvandi vitja vit eisini ymisk áhugaverd støð, soleiðis at talan verður um eina blanding.


Tit hava jú eisini verið nakrar ferðir har niðri:

? Vit hava verið nógva staðni og spælt. Vit hava verið saman í so nógv ár, at vit eisini eru noyddir at uppliva nógv saman. Tískil fara vit fegnir uttanlands at spæla, um so er, at fólk tíma at lurta eftir okkum. Í Danmark bara spæla og spæla vit, so tað er eisini gott, at vit við hjálp frá tónleiki okkara fáa loyvi til at uppliva so nógvar ymsar mentanir o.s.fr.


Hava tit so veruliga verið á Jamaica:

? Nei, tað hava vit í roynd og veru ikki, vit hava bert hugsað okkum til tað


At síggja til, eru tit eins og nakrir vanligir danir. Eru tit eisini tað, ella royna tit at halda eina ávísa ?distancu? frá almenningum:

? Vit eru bara vanlig fólk. Vit hava jú verið ein bólk-ur nú í gott 25 ár, og danir hava við tíðini vant seg við okkum. Tað er ikki soleiðis at fólk koma rennandi, tá vit spáka okkum ein túr. Tað er nærum sum vit eru familja hjá fólki. Tey siga góðan dag o.s.fr., so á tann hátt eru vit meinlíkir tí vit kalla ein »hyggeonkel«. Sostatt er einki rumbul rundan um okkum, og tað eru vit eisini ógvuliga glaðir fyri.


Nú hava tit so fyri løtu síðani fingið at vita, at øll atgongumerkini til konsertina á Hálsi eru seld í forsølu, og at tað er fyrstu ferð at hetta er hent á einum slíkum tiltaki. Vistu tit áðrenn ferðina, hvussu stórir tit eru í Føroyum:

? Vit eru ógvuliga stoltir av, at so nógvir føroyingar tíma at lurta eftir okkum. Frammanundan høvdu vit einki ánilsi um hetta, og tað er eisini ofta vandin, tá vit fara uttanlands at spæla. Eitt er, at tað er ein fyrireikari, sum trýr upp á eitt slíkt tiltak, men um fólk ikki vilja keypa atgongumerki, kann tað jú gera tað sama. Men eg má siga, at tað fyri okkum kennist sera gott, at so nógv koma at lurta eftir okkum her uppi.


Tit vistu kanska ikki, at tit eisini eru nakað av tí nærmasta, sum føroyingar koma familjutónleiki:

? Nei, vit vita, at soleiðis er í Danmark, men vit høvdu ikki ánilsi av at vit vóru so væl dámdir her uppi.


Hava tit fyrireikað nakað serligt til framførslurnar fríggja- og leygardagin:

? Vit hava jú eitt »show«, um eg so má siga, sum vit hava koyrt við í summar, og meginparturin av framførslunum her verða skornar eftir sama leisti. Onkur løg verða kanska skift út, men fyri tað mesta er talan um somu framførsluna.

Vit hava heldur ikki verið í Føroyum fyrr, og tað eru nærum 30 ár, síðani eg sjálvur her, so vit ána ikki, hvat gongur fyri seg í hesum samfelagnum, so vit kunnu ikki gera nakað serligt til hesa framførsluna.


Tú hevur, sum tú sjálvur sigur, verið her uppi fyrr:

? Tað var meðan eg var í herinum, einaferð fyri nógvum árum síðani. Eg haldi hetta var í ?71 ella ?72, so tú hevur ivaleyst ikki verið føddur tá (mikil látur).


Nei, tað hevur tú rætt í, men hvussu er við konsertferðum tykkara í Danmark. Er tað framvegis soleiðis at tit hava eini 50 framførslur um árið, ella hvussu:

? Ja, tað hava vit. Vit byrja í apríl mánaði og enda uml. september, og tað hava ongar ætlanir um at gevast við. So leingi sum fólk tíma at lurta eftir okkum, ætla vit okkum at halda fram. Í Danmark eru vit ofta við á ymsum festivalum, og hetta hóskar sera væl til okkum. Hinvegin steðga vit beinanvegin, um vit einaferð finna út av, at vit ikki hóska so væl inn í myndina til slík tiltøk.


Og hvat so tá tit ikki spæla. Hvat gera tit tá:

? So slappa vit av. Onkuntíð venja vit eisini saman. Nei, fleiri av okkum hava eisini onnur størv við síðuna av, onkur er tannlækni, onkur hevur ein handil, eg havi verið við í onkrum sjónvarpssendingum. Felags fyri okkum allar er tó, at vit royna at leggja alt til rættis, soleiðis at tá fara út at spæla, so fara vit eisini út at spæla, uttan at nakað annað skal órógva hetta.


Hvat skulu tit so gera her í Føroyum, skulu tit út at fiska ella er nakað annað á skránni:

? Tað vita vit ikki. Vit vita at okkurt er fyrireikað við onkrum siglitúri, og at vit í kvøld skulu á onkran náttklubba at lurta eftir einum føroyskum bólki. T.v.s at talan er ikki um ein ordiligan náttklubba, tí eftir tí havi eg skilt, so steingja teir longu klokkan 24 (aftur látur), so tað man ikki verða so galið.


Tit siga, at tit ongar ætlanir hava um steðga fyribils, men hvussu er við framtíðini. Hava tit nakrar ætlanir um, hvat tit ætla tykkum at gera, tá tit einaferð steðga við Shu-bi-dua:

? Sjálvur skal eg so pensionerast. Nei, eg veit ikki. Um fólk fyri 10 árum síðani spurdu okkum, hvat gera tit um 10 ár, so hevði eingin trúð, at vit framvegis spældu við Shu-bi-dua, so tað kann gott vera, at vit framvegis spæla um 10 ár.

Tá vit skrivaðu »Fed rock« fyri 25-26 árum síðani, tá vóru vit jú rættuliga ungir, og tá skrivaðu vit »selv om jeg nu nærmer mig de 40 år«. Nú hava vit nærkast og eru farnir framvið teimum 40, so tað er torført at siga, hvat framtíðin bjóðar okkum. Vit koma tó óivað framvegis at fáast við okkurt innan tónleik.


Hava tit nakrantíð roynt at gera rættuliga seriøsan ella álvarsaman tónleik:

? Tað er øðiliga álvarsamur tónleikur, sum vit hava, og vit taka hann seriøst (aftur stórur látur). Vit hava eisini gjørt álvarsamar tekstir. Vit hava jú sungið »A. Thomsen« um kjarnorkukraftverk og »Vuggevisen« um kópaveiðu í Grønlandi, so vit hava roynt nógvar ymsar vinklar. Um Breschnev og gamlir menn og stór orð, so vit í hava øllum førum roynt.

Tað hava verið ymsar tíðir hjá okkum. Í byrjanini var alt til stuttleika, síðani vórðu vit meira álvarsamir, men nú er aftur ein nýggj tíð byrjað við m.a. »Sexchikane« og øðrum løgum. Yvirhøvur haldi eg tó, at vit taka arbeiði okkara øðiliga seriøst, men sjálvandi hava vit tað eisini stuttligt saman.


At enda; eru tit ongantíð ákærdir fyri at nøkur av løgum tykkara hava verið í so speirekandi:

? Jú, serliga var tað lagið »Vuffelivov«, sum fekk onkur fólk at mótmæla. Í niðurlagnum syngja vit »og kvinder for sjov«, og tað fall fleiri fyri bróstið.

Eisini vóru tað nógv, serliga innan kirkjuna, tá vit sungu at »Jesus blev født på anden sal«, men tað hevur altíð lagað seg eftir eina tíð. Í veruleikanum lá hann eisini í krubbuni á aðru hædd í Magasin, so tað var eingin stór lygn.


Takk fyri prátið og góða konsert:

? Jú takk, og somuleiðis.