99 ára gamla Trina er eitt lívstykki

Á ferð i Danmark í seinasta mánað vóru vit inni á gólvinum hjá 99 ára gomlu Katrinu Møller Jensen, sum býr í Ørbæk skamt frá Nyborg á Fyn.

Í Føroyum er hon kend sum Trina við Keldu úr Lorvík.

Tað var veruliga stuttligt at vitja hesa gomlu konuna, sum var so væl fyri í allar mátar. Tó er hon nakað blind. Annars er hon einsamøll í húsi og hevur bert hjálp til at keypa inn og eitt sindur til reingerð. Hon dugir eisini so væl at greiða frá, og minninum bilar avgjørt einki.

Pápi Trinu var Jógvan Vitalis Samuelsen undir Húsinum í Lorvík, og mamman var Olevina Maria Petersen, ættað úr Tungu í Mikladali.

Systkini hjá Trinu vóru Sámal Martin, Maria, sum giftist við Jakku Tróndheim, Petra sum fyrst var gift við Hans Clementsen og síðan við Jógvan Hansen, Theodor við Keldu giftur við Giggu og Anna gift við Otto Brimheim. Ein fostursystir var Lisa Jacobsen. Hjá henni og manninum Eliseus vuksu upp Maud (Heinesen), dóttir Onnu, og Jógvan (Tróndheim), sonur Mariu. Lisa varð umrødd í frásøgnini hjá Tórhall Andreassen, sum tann, ið undir 1. veraldarbradaga kom við hugskotinum um at reinsa motorar við landi. Teir dálkaðust so illa, tí teir máttu brúka lýsi sum brennievni. Hetta eitt hugskot sum Andrias, pápi Tórhall, setti í verk, og sum riggaði væl.

 

Lívið hjá eini bygdagentu

 

Húsini haðani Trina er ættað blivu kallað við Keldu. Tey vóru kallað soleiðis, tí ein kelda var í bønum har tey bygdu. Hon var altíð ísakøld, hvussu heitt tað enn var. Ofta var vatntrot í Lorvík, men drekkivatnið fingu lorvíkingar sær úr hesi keldu.

Jógvan var fyrstu tíðina til sjós, men annars smíðaði hann og hevði eisini eina tíð forrætning fyri Dahlarnar í Vági.

Trina er fødd í 1908. Tá var útróður longu ein stór vinna í Lorvík. Trina er farin í skúla í 1915. Lærarin var tann tá nýggi lærarin Andrias, sum var ættaður frá Gjógv, og hann búði fyrstu tíðina hjá teimum. Hann gjørdist seinni kendur sum “gamli lærari” í Lorvík. Millum skúlafelagararnar vóru Georg hjá Lorvíks Jóannes og Olaf Krossteig, sum er deyður fyri bert fáum árum síðani. Gingið var annan hvønn dag í skúla. Men fyri tað var nóg mikið at gera. Í einum slíkum húsi var nóg mikið fyri hvørja hond.

Eitt var at skera torv. Tað var skorið úti á Vatnhamri, haðani torvið varð borið heim, og so var skorið niðri á Heygnum, haðani tað tað viðhvørt varð flutt við báti.

Eisini skuldi gangast til neytar. Neytakonurnar skiftust at fara í hagan, og hvør teirra kundi tí bera upp til fimm dyllur hvørja ferð. Sjálvt tá ið gingið var skuldi okkurt gerast til nyttu. So tá varð bundið.

Tey við Keldu høvdu annars eina hálva kúgv, sum tað kallaðist. Hetta merkti, at tey høvdu kúnna í felag við eitt annað hús. Tey deildust tískil bæði um stríðið av kúnni og um mjólkina.

Tað skuldi saksast og setast epli niður. Kom tari í fjøruna skuldu hann berast niðan í bøin at brúka sum tøð. Undir fyrra heimsbardaga fekst einki korn uttani frá, og tí mátti korn veltast. Tey høvdu eisini sornhús, har kornið varð turkað, áðrenn tað var malið. Við hitanum í sornhúsinum var eisini møguligt at steikja epli, og tey smakkaðu so sera væl. Katrina heldur, at eingin doyr av arbeiði, so nógv stríddust tey.

Tað var ikki minst strævið, tá ið pápin var burtur. Tá skuldi tey heima eisini gera alt mannfólkaarbeiði.

 

Pápin skotin niður á bankanum

 

Pápin var annars við einum av skipunum, sum varð skotin niður á Føroya Banka í 1917. Tað vórðu níggju skip søkt av týskum kavbátum. Men so væl vildi til, at allir menn á øllum skipunum vórðu bjargaðir. Týskarar lótu allar menninar sleppa í bátarnar, áðrenn skipini vórðu søkt, og veðrið var so gott, at bátarnir allir sluppu til lands. Trina minnist, at pápin kom heim á nátt.

Ein reiðari tá í tíðini var Johannes Johannesen, vanliga nevndur Lorvíks-Jóannes. Hann átti Ortariu, Arizonu og Kristionnu, sum var uppkallað eftir konu hansara, sum doyði ung. Georg hjá Jóannes varð giftur við Maritu úr Mikladali, sum er systkinabarn Trinu.

 

Úr skúlanum

 

Eina ferð er Trina 14 ár, og tíðin er komin at fara úr skúlanum. Trina verður konfirmerað í Fuglafirði. Annars var hon von at ganga í kirkju hvønn sunnudag. Pápin var deknur, og hon hevði fingið eina Bíbliu sum gávu frá honum. Kirkja kom annars ikki Lorvík fyrr enn í 1906. Áðrenn tað gingu teir í kirkju í Fuglafirði.

Undan konfirmatiónini skuldu gangast til í einar 14 dagar, og tá búði hon hjá familju í Fuglafirði.

Farleiðin til Fuglafjarðar var við báti, men skuldi farast til Gøtu og víðari, varð gingið um Lorvíksfjall. Hetta var ikki nakað, sum bakkað varð fyri tá í tíðini. Skuldi farast til Havnar varð gingið út á Skipanes, har farið varð umborð á mjólkabátin, sum so legði at í hvørjari bygd, til komið varð til Havnar.

I 1922 gongur Sámal Martin burtur 18 ára gamal við Norðlýsinum. Hetta var ein rættiligur smeitur fyri tey. Sámal Martin ætlaði sær at gerast prestur, men fór burtur fyri at forvinna nakað av peningi. Teir fóru niður at selja fiskin, men rendu á land í illveðri. Veðrið var so ringt, at tað slapst ikki til at bjarga teimum, og allir menninir umkomust. Skiparin var pápi Olaf Krossteig, Óli hjá Óla kallaður, og teir vóru systkinabørn.

Nú mátti Trina eisini at fara út at arbeiða. Hon fór til Havnar at vera í húsi hjá eini abbasystir, sum var gift við Hans í Funningsstovu. Hon búði mitt í býnum beint yvirav Ebenezer. Her var hampiliga fittligt. Hon skuldu taka sær av øllum tí húsliga. Men her vóru eingi børn og heldur eingin kúgv, sum nógv í Havn høvdu tá.

 

Vildi uppliva verðina

 

Tá ið Trina var 18 ár vildi hon royna nakað heilt nýtt. Eins og nógvar gentur tá í tíðini fór hon til Danmarkar.

Her kom hon at arbeiða á einum missiónshotelli, sum var beint við Hovedbanegården í Keypmannahavn. Leiðarin her var gubbi Trinu, Niels Jacobsen, sum var suðuroyingur. Hann hevði danska konu. Tey áttu fyrst eitt barn. Men so fingu tey tvíburar, tveir dreingir. Trina fór niður uppá at vera barnagenta. Hetta var jú sera spennandi, eisini tað at búgva á einum hotelli mitt í býnum. Trina plagdi at fara túr við børnunum í býin. Her lá væl fyri at fara í Tivoli, men børnini skuldu eisini passast heima. Trina hevði eisini ásettar frítíðir, tá hon kundi hugna sær einsamøll.

Trina var so her eitt ár. Tá fekk hon aftur hug at royna nakað nýtt. Hon gjørdist stovugenta hjá einum verkfrøðingi á Frederiksberg.

 

Á Klaksvíkar sjúkrahús og so niður aftur

 

Tá ið Trina hevði verið tvey ár niðri, helt hon tað vera tíð uppá at koma heim aftur til Føroyar.

Tá kom hon at arbeiða í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta var eftir tátíðini eitt hampiliga stórt arbeiðspláss. Her var ein økonoma, sum vist var av Strondum, og tríggjar gentur. Tær skuldu so gera mat og eisini gera reint.

Men tá kom hugurin at fara burtur aftur, og Trina fór aftur til Danmarkar, og nú fekk hon pláss í Gentofte. Maðurin í húsinum var kapteinur, og æt Lindberg til eftirnavn. Tey áttu tvær døtur.

Maðurin var nógv burtur, men kom heim, meðan Trina var har. Tey vóru sera fitt fólk. Her var eisini skipað frítíð. Trina hevði frí annan hvønn sunnudag og annan hvønn mikudag eftir døgurða. Tað bar til at fáa frí aðrar dagar, men tá skuldi loyvi fáast. Her var Trina so í fýra ár, men nú er hon blivin so tilkomin, at hetta við at vera í húsi tímir hon ikki meira. Annars var lønin kr. 35 um mánaðin, og so kost og logi.

Men nú vildi hon vera fyri seg sjálva. Hon fekk sær eitt stað at búgva, og tók á seg reingerðingsarbeiði. Hon gjørdi millum annað reint í einum banka á morgni og hevði tvey fyrrapartsarbeiði. Hon arbeiddi eisini hjá einum bankastjóra Christensen, sum búði í Ordrup, sum var fyrsti stjóri í Føroya Banka frá 1906-1910.

Nú forvann Trina 75 krónur um mánaðin, men so mátti hon eisini gjalda innivist og mat sjálv. Men nú ráddi hon meira sær sjálvari.

Nú gingu aftur nøkur ár. Og Trina upplivir tann 9. apríl 1940, tann minniligur dagur, tá ið Danmark verður hersett. Hon gloymir ikki hendan morgunin, hon var á veg til arbeiðis. Týskarar flugu yvir Keypmannahavn og blakaðu úr flogførinum loftseðlar, har heitt var á danir um at vera kúrrar.

Seinni búði hon í Keypmannahavn. Hon skuldi møta kl. 6 á morgni, og tá møtti hon javnan marsjerandi týskarum. Hon var ikki fegin um týskararnar, men hinvegin merktist ikki so nógv til teirra, hóast teir búðu beint við.

 

Trina giftist

 

Tað var um hesa tíðina, í 1943, at Trina giftist við Alfred Møller Jensen. Tey høvdu tá kenst í átta ár. Hann var føddur í Keypmannahavn men arbeiddi í Gentofte, har hann koyrdi vørur fyri eina forrætning.

Tey fóru heim til Føroya í feriu í 1946. Tá koma tey í prát við systkinabarnið Petur Juel Samuelsen. Petur ber í hesum viðfangi uppá mál, um Alfred vildi vera leiðari á vaskarínum hjá Kjølbro. Hetta ljóðaði mikið áhugavert, og hann tók av.

Tískil fluttu tey til Klaksvíkar í 1947 at taka við hesum starvi, og tey vóru í Klaksvík inntil 1965. Tey bygdu eisini í Klakvík tætt við skrivstovuna hjá Kjølbro. Tað var gott at vera, men eitt tíðarskeið var tað sindur buldrasligt. Her verður hugsað um læknastríðið, sum stóð uppá í fleiri ár. Tá vóru danir ikki so populerir, men Alfred hevði ongantíð nakran trupulleika av, at hann var dani.

Hann gavst í vaskarínum og fekk sær heilsølu. Hann hevði ein hjálparmann, og var tað systirsonur Trinu, Jógvan Clementsen. Sjálvur fór Alfred at ferðast kring landið sum handilsreisandi, har hann seldi alt møguligt frá klæði til automatir. Ættin í Føroyum sigur, at Alfred var ein sera skemtiligur og dámligur maður, og vermamman var so sera góð við hann.

 

Trina hevur umsorgan fyri sínum

 

Alfred hevði altíð sagt, at hann vildi liva sínar seinastu dagar í Danmark, so tey fluttu niður aftur til Ørbæk. Her yvirtóku tey eitt reinsarí, har tey eisini búðu. Men tað gingu ikki nógv ár, so fór heilsan at bila hjá Alfred. Tey seldu fyritøkina og Alfred fór á eitt røktarheim, har hann doyði í 1978, 77 ára gamal. Sjálv flutti Trina í eina íbúð, har hon býr enn.

Tey bæði fingu ikki børn saman. Men í Føroyum tóku tey Dóru, dóttir Mariu, systir Trinu, til fosturs, og hon flutti við teimum niður. Samstundis búsettist Martin, beiggi Dóru, eisini í Ørbæk. Hann var leiðari á einum skúlaheimi fyri menningartarnað børn. Tað var hugaligt, at tey kundu hava ættarfólk so nær at sær.

Dóra er gift við Palle og býr nú í Rørvig, ikki langt frá Holbæk. Tey eiga ein son, Daniel, sum er automekanikari. Martin og konan, Inga, eru deyð, men tær tvær døturnar hjá teimum eru óførar at vitja.

Martin fekk blóðpropp og gjørdist púra óhjálpin 54 ára gamal. Hann kom á røktarheim, og sat har í seks ár, tá hann doyði. Men hvønn dag var Trina hjá honum við einum drekkamunni og franksbreyðbita við osti. Hon sat so og mataði hann, tí hann fekk ikki etið sjálvur.

Øll í Ørbæk kenna hana undir navninum “moster”, tí hon hevur verið mostur at so mongum í Ørbæk eins og í Føroyum. Hon hevur eisini skil á allari ættini í fleiri ættarlið. Sigast kann, at Trina er ein megnarkvinna.

Trina ger enn hondarbeiði, og hon bindur teppi fyri ein hjálparfelagsskap. Tey verða send til India, har tað er brúk fyri tí.

Trina hevur sera gott samband við sína ætt. Verður farið til Danmarkar verður eisini farið at vitja Trinu, um tað liggur fyri. Tey verða eisini væl móttikin við tí ljósa lyndinum, sum Trina hevur. Alfred átti eina dóttur, sum býr í Amerika, og hana hevur Trina eisini gott samband við. Tey eru ikki nógv sum eru so nær tey 100 árini, sum eru so bragdlig.

 

Alt í alt kann sigast, at Trina er eitt gott umboð fyri Føroyar í Danmark, og tað var sera stuttligt at vitja hana, og vit senda henni eina heilsan.