Atlantsmótið avmarkaðan áhuga í løtuni

At einki nýtt fund er gjørt millum Føroyar og Hetland í mong ár tykist hava við særat Atlantsmótið er parkerað fyri eina tíð. Økið fekk lítla og onga umrøðu á oljumessuni í Aberedeen nú um dagarnar. Men vónirnar til at finna olju og gass í økinum eru kortini framvegis stórar.

Oljuvinna


Oljumessan í Aberdeen avdúkaði ikki nógv nýtt á Atlantsmótinum. Hóast túsundtals oljufólk úr nógvum londum og nógvum oljufeløgum høvdu høvi at hittast og vísa fram ymsar tættir í fjølbroyttu oljuvinnuni, so var økið vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar líkasum parkerað. Tað mest snúði seg um, hvussu oljufeløgini í mestan mun kunnu troyta oljukeldurnar í Norðsjónum. Tað er líkasum, at vónirnar til at gera nýggj og stór fund, eru ikki so stórar longur, hóast tað verða gjørd einstøk fund av og á.

Føroyski básurin hýsti umleið 10 fyritøkum, sum hvør sær royndu at kunna tey vitjandi, men har var lítið gjørt burtur úr at kunna umverðina við myndum og uppsløgum, hvussu langt vit eru komin við leitingini á landgrunninum, og hvat stendur fyri framman. Hetta var helst ein stórur mangul á básinum, tí stór kort yvir okkara loyvisøki, hvar brunnarnir eru boraðir og hvar ein møgulig nýggj útbjóðing fer at vera høvdu uttan iva sett størri fokus á Føroyar. Men tað høvdu fyrireikararnir tíverri ikki lagt so stóran dent á.

Hartil skal tó sigast, at tað í heila tikið er torført at seta fokus á Atlantsmótið í løtuni, nú einki nýtt rakstrarverdugt fund er gjørt í nógv ár.

Fleiri av føroysku stjórunum í oljufeløgunum, sum leita við Føroyar, vórðu við á oljumessuni, har høvið var at vitja teir túsundtals framsýningarbásarnar og vera við til mongu fyrilestrarnar um framtíðar oljuvinnu.

Ein teirra var Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP. Í samrøðu við Sosialin í farnu viku segði hann m.a., at BP metir um støðuna nú eftir, at fýra brunnar eru boraðir og fer at meta um allar upplýsingar, áðrenn avgerð verður tikin um eitt nú boristað, tá tað skal til at bora sínar írestandi tveir brunnar í føroyskum øki.

Hjarnar Djurhuus sigur, at soleiðis sum støðan er í dag, vil tað vera heilt náttúrligt, at vit og tað merkir bæði oljufeløg og myndugleikar seta okkum niður og hyggja avtalurnar ígjøgnum, og kanna eftir, um hesar møguliga kunnu og skulu broytast, so allir partar vera øðrvísi nøgdir framyvir, og soleiðis at hetta kann vera til gagn fyri føroyska samfelagið og fyri oljufeløgini, sum virka her.

Hjarnar Djurhuus leggur stóran dent á at varðveita tann góða dialogin og hann vísir á, at BP hevur altíð hildið síni forpliktilsi, og tað ætlar tað sær eisini at gera í Føroyum.

Nettupp á slíkari oljumessu fær ein eisini fatan av, hvussu stór kappingin er millum tey ymsu økini kring heimin at fáa oljufeløg at gera íløgur í leiting og framleiðslu. Føroyska økið er í somu støðu og er tað í kapping við onnur øki kring allan heimin. Og gongur alt ov long tíð, uttan at man finnur nakað, sum veruliga er áhugavert, er tað náttúrligt, at áhugin hjá oljufeløgunum minkar. Tí ræður um at fáa tað skilabesta burtur úr komandi leiting á føroyaøkinum. Men hyggja vit søguliga eftir oljuleiting ymsa staðni í verðini, so hevur tað oftani tikið nógva tíð, áðrenn verulig fund verða gjørd. Tí krevst tað eisini tol.

Broytingar
Annars fara tað helst eisini at henda broytingar í virkseminum á bretskum øki nær markið. Tað ljóðar, at BP arbeiðir við eini ætlan at byggja út Suilvenkelduna, sum varð funnin fyri nøkrum árum síðani, og sum liggur norðan fyri verandi keldur Foinaven og Schiehallion. Tað ljóðar eisini, at ætlanin er at taka framleiðsluskipið á Foinaven feltinum, Petrojarl Foinaven úr framleiðsluni og brúka tað aðrstaðni. Ístaðin verða lagdar leiðingar og útbúnaður á havbotnin frá Foinaven kelduni til ta stóru Schiehallion kelduna, soleiðis at framleiðsluskipið har fer at taka ímóti allari oljuni, sum verður framleidd í hesum økinum, eisini oljuni frá komandi Suilvenkelduni. Hetta kann bera í sær týðandi sparingar.

Annars er gongd á at fara undir fyrstu framleiðsluna á risastóra Clairfeltinum. Oljan haðani verður so flutt gjøgnum leiðing til Sullom Voe oljuterminalin í Hetlandi, helst longu í 2004.

Hóast tað er ilt at fáa eygað á tað nú, so kann gongdin vestan fyri Hetland við menning av infrastrukturinum í økinum, koma at fáa týdning fyri framtíðar fund á føroyskum øki. Serliga um hesi fund verða við markið.

Eisini tað at so nógv verður tosað um at loysa komandi stóra tørvin á gassi í Bretlandi fer at seta størri fokus á møguleikan at finna gasskeldur á Atlantsmótinum og her eisini á føroyska landgrunninum. Fleiri av feløgunum, sum eru áhugað í hesum økinum, halda, at her finnast stórar goymslur av gassi í undirgrundini. (Meira um hetta í seinni blað)