Einsrætting sum í Russlandi – fyrr

Eg eri ein av teimum, sum havi lurtað eftir útvarpinum frá fyrsta degi, og sum saktans kann ynskja tillukku við 50 ára degnum. Eg luttók enntá í eini barnasending longu í 1957, tá Aksel Tórgarð kom á vitjan í skúlanum í Gøtu.

Óli Jacobsen

Eg havi eisini fylgt við gongd­ini í útvarpinum og lurti eftir stórt sæð hvørji ein­astu tíðindasending. Sam­stundis fylgi eg væl við í fjølmiðlaviðurskiftum utt­an­lands og kann tí sammeta.
Bílagdur tíð­indaflutningur
Eingin hevur í samband við hátíðarhaldið viðgjørt støð­ið á tíðindunum, sum er út av lagi vánaligt. Hetta er ser­liga galdandi fyri politiska tíð­ind­a­flutninginum, sum er merktur av einsrætting og dugnaloysi.
Stórt sæð kann sigast, at útvarpið virkar sum ein tíð­indastova hjá politisku skip­anini. Tað er henda skipan og ikki útvarpið sjálvt, sum stýrir tíðindunum.
Politisk tíðindi eru í høvuðsheitum bert end­ur­gev­ing og ikki viðgerð av nøkr­um slag. Hetta merkir, at politisk tíðindini stórt sæð bert eru grundað á innsend tíðindaskriv ella annað ”grýt­u­klárt” innsent tilfar, sum ó­krit­iskt verður lisið upp, sum tað er skrivað.
Ein løgtingsmaður ella flokkur, sum vil sleppa í útvarpið, skal bert orða sær ein fyrispurning ella upp­skot til tingið og faxa tað til útvarpið. So verður hetta lisið upp, sum um tað var journaslistisk arbeidd tíð­indi.
Ein nýggjur ”fidusur” er at senda síni lesarabrøv til útvarpið. So kann út­varp­ið presentera hetta sum sjálvframleidd tíðindi, áðr­enn tey náa at koma í bløðini seinni um dagin.
Manglandi almenn vit­an og einki tanka­virksemi
Afturat hesum kemur, at tað er hópur av dømum um, at í útvarpinum er stórur tørvur á almenna vitan. Hetta er nóg galið og er kanska úrs­litið av, at føroyingar hava fingið ov nógv undantøk í upptøkuroyndunum til danska journalistháskúlan. Eitt annað úrslit er, at í út­varpinum finnast heldur eingi evni at meta um, hvørt tíðindi eri sannlík ella ikki, og hetta hevur sum úrslit púra skil­a­leysan tíðindaflutning.
Her skulu bert verða nevnd nøk­ur dømi sum beint eru í hug­anum.
Ein morgun greiddi út­varp­ið frá, at oljuprísurin var hækk­aður við 15%, sum vildi verið ein risahækking, sum sjáldan ella ongantíð hend­ir eftir einum degi. Hesi tíðindi verða endurtikin í øllum tíðindasendingunum tann fyrrapartin. Men tann, sum hevði sæð hesi tíðindi í donskum fjølmiðlum sama morgun, visti, at oljuprísurin var hækkaður við 15 centum, og hetta er nakað heilt annað, nevniliga minni enn 0,3%. Hetta er ikki annað enn tað, sum javnan hendir frá einum degi til annan.
Ein skuldi trúð, at við teim­um 100 fólkunum, sum ar­beiða í kringvarpinum, skuldi í minsta lagi verið eitt teirra, sum varnaðist, at her var okkurt, sum ikki ruggaði rætt og fekk tíðindini rættað, men tað var so eiðasørt í hesum sum í fylgjandi døm­um.
Eitt annað dømi er tíðindini sein­asta heyst um metingina hjá danska Tjóðbankanum av føroyska búskapinum. Samb. heimasíðuni hjá út-varpinum segði tjóðbankin, at ”høga veiðutrýstið eftir toski kann fáa ta avleiðing, at fiskiskapurin minkar og at prísirnir falla”.
Fyri fólki við minsta skili skuldi hetta sagt, at her var okkurt sum ikki rugg­aði rætt. Spurningurin var bert, um teir á sjálvt tjóð­bankanum kundu vera so skítbýttir, at teir halda, at minkandi fiskiskapur og harvið minkandi útboð eis­ini merkir lægri prísir, hóast tað er almenn vitan, at tað er mótsatt, ella um tað var útvarpið, sum er so eiðasørt í donskum, at tað ikki dugdi at lesa og týða vanligan dans­kan tekst.
Hetta varð skjótt staðfest við at hyggja at, hvat tjóð­bankin veruliga hevði sagt. Her varð ikki sagt, at prís­irnir fóru at falla við minni fiskiskapi, men at ”av­kastið”, t.v.s samlaða ú­r­tøkan fór at minka. Tað va­r nakað heilt annað. So frægt av tankavirksemi var ikki í okkara fremstu tíð­ind­a­tænastu, at teir fangaðu hetta, og hesi vitleysu tíðindi standa framvegis á heimasíðuni hjá útvarpinum.
Triðja dømið er meira skemt­iligt. Ein dagin kundi út­varpið boða frá, at danski flut­n­ingsmálaráðharrin Flemm­ing Mikkelsen hevði svarað Høgna Hoy­dal einum spurningi í Fólk­a­ting­i­num. Sakin er, at tað er grundleggjandi almenn vitan, at danski ráðharrin á økinum eitur Flemming Han­sen. Men hinvegin er ein annar danskur ráðharrri sum eitur (Brian) Mikkelsen. Sam­stundis er ein fyrrverandi løg­tings­maður í Vági, sum eitur Flemming Mikkelsen, og við ”logikkinum” hjá út­varpinum gjørdist danski ráðharrin ein navnabróður hjá Flemming Mikkelsen í Vági. Hetta stendur framvegis á heimasíðini hjá út­varpinum.
Hetta vísir bert, hvussu útvarpið er vant av við at hugsa sjálvstøðugt, og at tað finst einki tankavirksemi, sum loftar slíkum innlýsandi mistøkum.
Útvarpið sum fjórða statsmakt
Sosialurin hevði seinasta viku­skifti eina samrøðu við Høgna Hoydal um fjølmiðlar og politikk. Her sigur HH m. a.: Føroyskir journalistar eru alt ov autoritetstrúgvir. Tess hægri persónurin er í politiska hiarkinum, tess minni kritisk viðgerð. Ein løgtingsmaður og ein lands­stýrismaður kunnu siga nær­um hvat sum helst uttan mótspæl og uttan at verða avdúkaðir.
Hetta er so rætt sum tað er sagt. Men tað skal skoytast uppí, at er tað ringt, tá tað snýr seg um sitandi samgongu, so er tað minst líka ringt tá tað snýr seg um Høgna sjálvan og ikki minst, tá hann sat í landsstýrinum.
Fekk brot við í sendingini ”62 norður” týsdagin, har Jógvan Jespersen var gest­ur. Her vórðu lisin upp sjónarmið hjá Høgna Djur­huus, útvarpsmanni, sum bóru á sama borð sum hjá Høgna Hoydal og mær sjálv­um.
Spurdur um útvarpið sum ”fjórðu statsmakt”, ella sum varðhundur móti pol­itisku skipanini, slerdi JJ nærum knút á seg sjálvan fyri at sleppa undan at svara. Tað kom tó greitt fram, at her skuldi eingin vænta sær nakað frá hansara síðu.
Tað er heldur eingin, sum hevði væntað sær nakað ann­að svar. Tað hevur leingi verið greitt, at fremsta upp­gávan hjá útvarpinum er at tekkjast politisku skipanini. JJ veit, at flokkar og løg­tings­menn ongan áhuga hava fyri innihaldið í tíð­ind­u­num. Tað, teir meta út­varpið eftir, er, at teir sjálv­ir ikki verða fyri vanbýti í mun til aðrar flokkar í tíðindaflutninginum. Sam­stund­is skal ongum í toppinum av hiarkinum gang­ast ov nær. Eitt úrslit av hesum hugburði er, at teir í útvarpinum kunnu sakt­ans t.d. hava klandur í tjóð­veld­is­flokkinum sum tíðindi. Men embætisførslan hjá Høgna var og er friðað!
Grundleggjandi prinsippið er, at sigur løgtingmaður A at B lýgur, verður tað endurgivið sum tað er bílagt. Sig­ur B hinvegin, at tað er A, sum lýgur, verður tað som­u­leiðis endurgivið og báðir er tilfriðs. Men tað er einki sum eitur at fara at kanna hvør tað er sum lýgir, tí so verður annar firtin, og tað má ikki henda.
JJ hevur sjálvur lýst hetta prinsipp í brævi til um­boðsmannin í 2002, har hann m.a. segði:
”Vanligt er ikki at eft­ir­kanna sannleikavirði í tíðindaskrivum” hjá pol­it­ikk­ar­um. Eitt er, at hetta gongur sjón fyri søgn. Eitt annað er, at vit hava ein almennan kringsvarpsstjóra sum hevur eina ullintan hug­burð til sannleikan og enntá boðar frá tí sjálvur.
Jógvan Jespersen hevði neyvan sitið dagin á tamb í einum skipaðum samfelag, sum t.d. Danmark ella Bre­tland.
Men her í Føroyum situr hann tryggur. Fyrst hevur undanfarni umboðsmaður blá­stemplað hendan hug-burð­in til sannleikan, og hetta er júst ein hugburður, sum politiska skipanin hevur brúk fyri, so hon kann fáa frið fyri ”síni” pressu.
Tíðindini eru eisini har eft­ir. Tað nærmasta, sum nakað blað hevur verið eini fjórðu statsmakt seinastu árini, er FF-blaðið, sum í hvussu er ikki hevur spart teir ovast í politiska hiarkinum hjá Høgna.
Tann, ið fylgir við, veit, at útvarpið stórt sæð eingi politisk tíðindi framleiðir sjálvt. Talan er bert um end­ur­tøkur frá øðrum eins ein­srættaðum fjølmiðlum. Men takkað verið boðum frá Jógvan Jespersen sjálvum, og eftir, at eg hevði funnist at útvarpinum, varð FF-blaðið stórt sæð ikki tikið upp­á tungu í útvarpinum sum tíðindakelda. Ikki eitt tað einasta av okkara ”fjórð­u­­stats­makt” sjónarmiðum varð yvirhøvur nevnt. Blaðið varð stórt sæð ikki umrøtt, fyrr enn tað helt uppat.
Spurningurin um fjórða statsmakt hjá útvarpinum er slett ikki ein spurningur um játtan, útbúgving ella fleiri fólk til arbeiðis.
Hetta er fyrst og fremst ein spurn­ingur um hugburð.
Hjá útvarpinum er hug­burðurin fullkomiliga greið­ur. Hann er at tekkjast teim­um ráðandi! ”Tað er so nogv lettari”, sum tað plagar at verða lýst fyri V4.