við tógv og handarbeiði at gera fara at hava ein bás. Nicolina Beder fer at siga frá við ljósmyndum um gomul bindimynstur í Útvarpshøllini og Hondarbeiðsskúlin í Klaksvík fer at siga eitt sindur um skúlan [...] Klaksvík. Ætlanin er so eisini, at bindiklubbarnir skulu sleppa fram at mikrofonini og siga, hvaðani teir eru, hvat bundið verður og annað mangt. Og kl. 14 verður farið í bussi oman í SMS at fáa sær ein bita [...] eitt sera gott tilboð til tey, sum ynskja at gista á hotellinum, verður sagt í tíðindaskrivinum, og kostnaðurin fyri alt tiltakið er úr 395. Við gisting og morgunmati úr kr. 650. Seinasta freist at tekna seg
tá! -Nú veit eg væl, at tað eru summir, sum hava hug at siga, at okkurt er, sum ikki tolir dagsins ljós - tí hví var Dopas í Lopra og hava teir ikki undirhonds fingið avtalur! Har havi eg tað álit á okkara [...] teir siga, at teir tóku tað besta tilboðið. Eg haldi ikki, at danir har hava fingið framíhjárætt. At ein ikki hevur framíhjárætt merkir væl heldur ikki, at ein ikki skal hava rætt. Eg meti tað sum positivt [...] heldur fram: -Tað gjørdi eg sjálvsagt eisini, tí tað eru bert fólk, ið onga føling hava við, hvat ein kann og ikki innan Heimastýrisskipanina, sum kunnu hugsa, at tað bar til eftirfylgjandi at broyta eina
sjálvstýrislógin er fingin til høldar. Tí skilji eg ikki, at teir, sum tosa so nógv um sjálvstýri, ikki hava viljað farið til verka í Stjórnmálanevndini. Tað er ongantíð ov skjótt at fáa hetta arbeiðið [...] byrjað. Atli Dam heldur ikki, at vit eiga at vera blind fyri, at vandin við at stjórnin í eini avtalu um búskaparlig viðurskifti nærum kundi seta Heimastýrislógina úr gildi, ikki er burtur enn. -Hann má og kann [...] Tað eru ikki øll, sum halda, at tað var ein so góð undirgrundaravtala, sum m.a. Atli Dam kom heim við í 1992. Hvat hevur Atli Dam tí at siga til tær atfinningar, sum hava verið móti undirgrundaravtaluni:
víðari, at hann longu hevur boðað frá, at hann ætlar sær at vera partur av hesi samgonguni inntil hennara tíð er runnin. ? Tá flokkarnir í landsstýrinum meta, at hetta verður best gjørt við at fara í [...] danir og bankamálið, sigur hann. ? Niðurstøðan er, at eg eisini her best kann liva upp til tað álit, sum eg fekk frá veljarunum til seinasta val, við at vera við í landsstýrisarbeiðinum, sigur Óli Jacobsen [...] landsstýrið, so taki eg tað til eftirtektar, sigur hann. Annars sigur Óli Jacobsen, at endamálið hjá honum verður at medvirka til, at politiski setningurin, sum er eftir hjá samgonguni, verður avgreiddur
skal vita, at tað er ein misskiljing, tá ið hann heldur, at tað er einans í tjóðveldishjørtum, at frælsi býr. Og annars fevnir orðið frælsi so ógvuliga víða. Og tað ber eisini væl til at vera ófrælsur, [...] gjørdist eg vónsvikin, tí tað var sum at lurta eftir einari gamlari, slitnari grammfonplátu! Har var als einki nýtt at hoyra! Men, álvaratos. Eg haldi at tjóðveldisflokkurin eigur at lata vera við at nýta [...] hesum flokki er at stovnseta hitt føroyska tjóðveldið. Men, hann tykist at hava ógvuliga trupult við at greiða frá hvussu hetta tjóðveldið fer at gera, og síðst av øllum hevur hann ikki dugað at sagt okkum
loysa, er tað ein spurningur millum løgtingið og fólkatingið. Vilja føroyingar á einari fólkaatkvøðu hava loysing, fer eingin danskur politikari at forða hesum. So einfalt er tað. Sannleikin er tann, at [...] sett til viks. Fólkatingsarbeiðið er nevniliga bæði ein møguleiki at tryggja rættindi okkara, og at fáa ávirkan á førda danska politikkin, eins og tað gevur kunnleika til tað lógarsmíð sum ofta hevur týdning [...] at Heini og Óli uppnáa onga aðra ávirkan enn at spilla danskarar út. Tað tænir hvørki føroyingum ella dønum. Alternativið til hesar er Sambandsflokkurin. Flokkurin hevur seinastu hálvfjórðu árini havt
mjarrinum um, at sambandsflokkurin er einasti flokkur í Føroyum, sum ikki er loysingarflokkur. Men hetta er beinleiðis ósatt, tí hvar kunnu teir ávísa, at javnaðarflokkurin hevur loysing á skránni. Tað er beint [...] eisini veit, um hann ikki er komin í barndømi, at hann sigur ósatt! Úr Danmørk hava vit fingið at vita, at heimastýrislógin kann setast úr gildi, um fólkatingið samtykkir tað. Og um undirgrundina og møgulig [...] lóg ger. Hesum er sambandsflokkurin hart ímóti, og hann tvíheldur um, at ikki ein bókstavur ella eitt komma í heimastýrislógini skal broytast, hóast hann veit, at hon á nógvum økjum er ónýtilig. Og í
til frama. Eg veit væl, at hetta er sett høgt upp í donskum eygum, men hetta er prísurin, og kunnu teir ikki góðtaka hesi krøv, er okkara atkvøða fríttstillað á danatingi. Tað vil siga, at danski Javn [...] Um so er, at danski Javnaðarflokkurin vil hava okkara atkvøðu, so kostar hon. Tað vil siga, at vit fáa umboð í allar nevndir sum viðvíkja Føroyum og føroyskum áhugamálum, og tá mál um Føroyar eru á skránni [...] Javnaðarflokkurin ikki eigur eina føroyska javnaðaratkvøðu fyri einki. Gott val. Heilsan Jógvan Mørkøre
trupulleikar. Tað er ikki so frætt at Dimmalætting virðir donsku grundlógina viðv. gr. 77, tá ið ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting sigur, at pressulógin er oman fyri, sum er ein stór skrøna. Tað er Dimmalætting [...] av við. Tað hevur líka síðani í 1946 verið sáðað niður í føroysku mannasálina, at vit føroyingar ikki kundu klára okkum uttan Ríkisfelagsskapin, tað er ein stór skrøna, ið ein hevur hoyrt. Tað er eisini [...] viðurskiftini millum Danmark og Føroyar ikki eru tey somu. Tað hevur altíð verið so, at danir hava roknað føroyingar fyri at vera býttlingar, ið eru lættir at snýta og kemur hetta týðiliga fram í donsku ráðagerðini
og tað er ikki ósømuligt hvørki fyri okkum ella danir. Tí í hvussu so er halda summi av okkum, at eisini Danmark hevur sínar fyrimunir av hesum felagsskapi, tó tað er trupult at prógva hetta. Tað verður [...] má ásannast, at tað er neyðugt við broytingum, sum seta ávís grundleggjandi viðurskifti upp á pláss. Uppskotið til hesa ætlaðu lóg er ikki gjørt liðugt av Javnaðarflokkinum, men tað er við vilja, tó ein [...] sagt, at danskir millumhandlarar tjena væl av peningi upp á okkara uttanlandshandil? Tað verður eisini sagt, at Danmark fær pening frá USA fyri natostøðirnar í Føroyum? Og ikki er heilt óhugsandi, at danir