Viðurskiftini við Danmark eru ógvuliga aktuel í løtuni, og bylgjurnar ganga høgt í kjalarvørrinum av bankagøluni. Heimastýrislógin er fimti ár og treingir til ábøtur.
Teir politisku flokkarnir royna hvør í sínum lagi at geva boð upp á Føroya framtíð, hvussu vit skulu tilrættisleggja viðurskiftini við Danmark. Nýggja lóg í staðin fyri heimastýrislógina, tað siga nú sjálvt garvað sambandsfólk.
Flestu lond her á leiðum royna at koma sær upp í E.U. so ella so. Danmark, Svøríki og Finland eru fullir limir av europeiska felagsskapinum, Noreg og Ísland hava eina sokallaða EBS-samstarvsavtalu. Vit standa uttanfyri, og er tað helst rætt, enn í hvussu so er. Vit hava bert eina vanliga ? onkur sigur vánaliga ? handilsavtalu við E.U. Loysa vit frá Danmark, so eru vit heilt slept upp á fjall.
Helst er í dag ein stórur meiriluti fyri í føroyska fólkinum, at vit fáa eina nýggja lóg sum karm um ríkisfelagsskapin, men ymiskar eru meiningarnar kanska um innihaldið. Nøkur fá ynskja onga broyting ? onnur ynskja at loysa heilt frá Danmark.
Ein meiriluti í Javnaðarflokkinum setti sær fyri at fremja eina sokallaða sjálvstýrislóg at avloysa heimastýrislógina, sum flokkurin nú metti vera ov stirvna. Tað eru skjótt fleiri ár síðani, og vit vóru fleiri, sum tá vóru ivasom, men í dag aftan á bankagøluna og búskaparkreppuna má ásannast, at tað er neyðugt við broytingum, sum seta ávís grundleggjandi viðurskifti upp á pláss.
Uppskotið til hesa ætlaðu lóg er ikki gjørt liðugt av Javnaðarflokkinum, men tað er við vilja, tó ein beinagrind er gjørd, og nakað av kjøti komið á. Men Javnaðarflokkurin ásannar, at eingin politiskur flokkur einsamallur kann avgreiða so týðandi mál, vil tí ikki frammanundan binda seg alt ov nógv til innihaldið í komandi lógini. Tó eitt stendur greitt, lógin eigur ikki at leggja upp til loysing frá Danmark, og tað stigið kann bert takast við eini fólkaatkvøðu.
Í staðin hevur Javnaðarflokkurin lagt uppskot fram á ting, um eina stjórnmálanevnd við umboðum úr øllum flokkum at fyrireika innihaldið í hesi ætlaðu lóg soleiðis, at hon kann fáa breiðastu politisku undirtøku á tingi, sum er møguligt, áðrenn vit fara til Danmarkar at samráðast víðari her um.
Hendan nýggja lógin skal m.a. staðfesta Føroyar og Danmark sum tveir javnstøðis partar av ríkisfelagsskapinum. Vit skulu hava rætt til at lóggeva fyri og umsita øll okkara viðurskifti og málsøki, ella nærum øll, um vit og tá vit vilja og megna tað.
Vit skulu varðveita okkara rættindi fyri føroyingar í Danmark við ríkisfelagsskapinum. Heilsuverkið skal framvegis vera sambundið við Ríkissjúkrahúsini. Uttanlandsmál og uttanlandstænastan má vera samskipað við ta donsku. Vit skulu sjálvandi framvegis hava rætt til blokkstudning, so leingi og í tann mun, tørvur er á hesum fyri at varðveita vælferðarsamfelagið. Her má ikki telvast um lívsdygdina og vælferðina hjá føroyingum. Føroyska krónan skal fylgja teirri donsku.
Undir øllum umstøðum má hugast væl um innihald-ið í ætlaðu lógini, sum skal virka ? og taka hædd fyri at kunna virka ? meðan Danmark verður meira og meira integrerað í E.U., og vit helst verða standandi uttanfyri.
Tey rættindi, vit hava við ríkisfelagsskapinum, eiga vit sjálvandi at varðveita, og tað er ikki ósømuligt hvørki fyri okkum ella danir. Tí í hvussu so er halda summi av okkum, at eisini Danmark hevur sínar fyrimunir av hesum felagsskapi, tó tað er trupult at prógva hetta. Tað verður m.a. sagt, at danskir millumhandlarar tjena væl av peningi upp á okkara uttanlandshandil? Tað verður eisini sagt, at Danmark fær pening frá USA fyri natostøðirnar í Føroyum? Og ikki er heilt óhugsandi, at danir vænta sær at sleppa upp í part, um vit fáa eitt føroyskt oljuríkidømi? Og er hetta alt so, sum vit pástanda, so kunnu vit við enn betri samvitsku móttaka teir fyrimunir, sum vit opinlýst fáa við hesum felagsskapi, ið er avtalaður millum báðar partar í fríar samvinnu.
Hesin pástandurin um, at blokkstuðulin úr Danmark fordervar okkum, heldur ikki. Blokkurin fer á løgtingsfíggjarlógina, og tað eru okkara egnu fólkavaldu, sum ráða fyri, hvat hesin peningur verður nýttur til, ella um hann skal nýast. Mær kemur fyri, at tey sum rópa harðast móti ríkisfelagsskapi og blokkstudningi, eru tey, sum eru grammast eftir hesum peningi. Og nógv av teimum, sum í dag rópa »loysing«, eru júst tey, sum notið hava best av ríkisfelagsskapinum.
Nei, Føroya fólk eigur ikki at lata seg taka av fótum av rakstrarrópum. Vit eiga sinniliga at umhugsa hvørt stig, sum tikið verður. Vit skulu seta vælferð føroyinga fram um kenslubornu rakstrarrópini um loysing, tí loysing í dag kostar okkum ein nógv størri prís, enn vit sum fólk vilja gjalda.
Fáa vit nýggjar rammur um okkara felagsskap við Danmark, og fáa vit tey amboð, sum okkum tørvar fyri at umsita og stýra okkara samfelag inn í næstu øld á einum vælferðar støði, soleiðis at vit framhaldandi kunnu menna okkum sum eitt mentað fólk við meiri sjálvsábyrgd, meiri sjálvstýri, meiri sjálvsvirðing og samstundis hava lívsgrundarlag fyri umleið 50.000 fólkum, so er væl vunnið. Tá eiga vit at taka hendur saman um ætlaðu sjálvstýrislógina, sum helst allir flokkar á løgtingi skuldu staðið aftanfyri.
Tá bleiv eisini torført hjá dønum at komið uttan um okkara ynski. Og tá vístu vit okkum einaferð rættuliga sum eitt mentað og sameint fólk.
Birgir Mohr