Bindiklubbar spæla Gekk við Rudolfi sum verti

Tora Tourist Traffic skipar fyri stórum tiltaki tann 21. mars í Norðulandahúsinum og á Hotel Føroyum fyri bindiklubbum um alt landi

Tað er Tora Tourist Traffic sum nú bjóðar øllum bindi-klubbum um alt landið til Bindiklubbatreff í Norðurlandahúsinum, og skráin fyri dagin er ikki hissini.

Tann 21. mars møtast allir bindiklubbarnir í Norðurlandahúsini kl. 9, har ymiskar fyritøkur, sum hava við tógv og handarbeiði at gera fara at hava ein bás. Nicolina Beder fer at siga frá við ljósmyndum um gomul bindimynstur í Útvarpshøllini og Hondarbeiðsskúlin í Klaksvík fer at siga eitt sindur um skúlan í Klaksvík.

Ætlanin er so eisini, at bindiklubbarnir skulu sleppa fram at mikrofonini og siga, hvaðani teir eru, hvat bundið verður og annað mangt. Og kl. 14 verður farið í bussi oman í SMS at fáa sær ein bita.


Frálik skrá

Kl. 15 verður so farið til sjónleikin »Dreymur Jóansøkunátt« í Norðurlandahúsinum, og kl. 20 verður galladøgurði á Hotel Føroyum við ymiskum spennandi undirhaldi. Har verður mótasýning og so verður farið at spæla Gekk, har sjálvur Rudolf verður vertur live.

Vinningarnir í hesum Gekkinum eru ein bindiklubbatúrur til Hetlands, bindiklubbadagurin ókeypis og ein troyggja frá Tøting.


Gott tilboð

Hotel Føroyar hevur eitt sera gott tilboð til tey, sum ynskja at gista á hotellinum, verður sagt í tíðindaskrivinum, og kostnaðurin fyri alt tiltakið er úr 395. Við gisting og morgunmati úr kr. 650.

Seinasta freist at tekna seg er tann 10. mars, sigur Tora Tourist Traffic í skrivinum.