Um so er, at danski Javnaðarflokkurin vil hava okkara atkvøðu, so kostar hon. Tað vil siga, at vit fáa umboð í allar nevndir sum viðvíkja Føroyum og føroyskum áhugamálum, og tá mál um Føroyar eru á skránni hjá teimum, skulu vit leggja linjurnar okkum til frama.
Eg veit væl, at hetta er sett høgt upp í donskum eygum, men hetta er prísurin, og kunnu teir ikki góðtaka hesi krøv, er okkara atkvøða fríttstillað á danatingi.
Tað vil siga, at danski Javnaðarflokkurin ikki eigur eina føroyska javnaðaratkvøðu fyri einki.
Gott val.
Heilsan
Jógvan Mørkøre










