Tað eru hesar, ið ein mansaldur hava mótarbeitt øllum framburði, trivnaði og menning á øllum økjum út millum fjøldina av einstaklingum kring alt landið. Tað eru hesar, ið eiga høvuðsleiklutin í, at føroyska samfelagið er afturúrsiglt á øllum økjum, hvat vit síggja í ráðagerð millum danir og føroyingar móti føroyingum. Tað vil siga teimum, sum við fólkaatkvøðu í 1946 vildu hava loysing frá Danmark men fingu Heimastýrisskipan og Ríkisfelagsskapin sum vit føroyingar skulu sleppa okkum av við.
Tað hevur líka síðani í 1946 verið sáðað niður í føroysku mannasálina, at vit føroyingar ikki kundu klára okkum uttan Ríkisfelagsskapin, tað er ein stór skrøna, ið ein hevur hoyrt. Tað er eisini nógv fyri, at vit føroyingar hava gjøgnum ein mansaldur fingið sett danskar lóggávur, skipanir eftir kongaligari fyriskipan og anordning at galda í Føroyum. Tað prógvar, hvussu stak vánaligt lóggevandi og dømandi og útinnandi vald vit føroyingar hava í Føroyum, tá ið viðurskiftini millum Danmark og Føroyar ikki eru tey somu.
Tað hevur altíð verið so, at danir hava roknað føroyingar fyri at vera býttlingar, ið eru lættir at snýta og kemur hetta týðiliga fram í donsku ráðagerðini móti føroyingum, ið gevur dønum trupulleikar. Tað er ikki so frætt at Dimmalætting virðir donsku grundlógina viðv. gr. 77, tá ið ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting sigur, at pressulógin er oman fyri, sum er ein stór skrøna.
Tað er Dimmalætting og afturhaldskreftir innan Sambandsflokkin, ið hava fingið Føroyar og føroyska samfelagið á eitt vegamót, nú vit skulu greiða okkara ríkisrættarligu støðu móti donsku stjórnini. Tað síggja vit eisini, tá ið allur okkara búskapur er ein ruðuleiki og vit standa fyri at fáa endurnýggja allan skipa- og útróðrarflotan, ið er gamal og útslitin og sum eisini vísir, at vit eru á einum vegamóti. Tí er tað nógv fyri, at føroyingar í Føroyum skulu vera fremmandir og ómynduggjørdir av donsku embætismannastættini innan donsku Ríkisstovnarnar.
Hans Birgir Hansen










