inni á gólvinum, og nóg mikið hevur verið at gera, síðan handilin læt upp. - Jólatoyið er eisini komið, og vit ivast ikki í, at ríkiligt verður at takast við fram til jóla, siga Gudny Anthoniussen og Sonja [...] hava fingist nógv við at seyma, og báðar hava tær royndir í handilslívinum. Gudny hevur seymað gardinur fyri ymiskar handlar, eitt nú Skemmuna, Profa og Gardinbúðina. Sonju dámar væl at seyma ymiskt pynt, [...] hava lagt okkum eftir at hava alt til gardinur á einum staði, umframt sjálva seymingina. Soleiðis kunnu vit ráðgeva og vegleiða okkara viðskiftafólkum á bestan hátt. Tær siga báðar, at nógv hava verið inni
teimum, sum eingin hevði kunnað funnið uttan bara hann. Tað er sum eitt undur at vita sær, eingin dugir rættiliga at skilja tað, at drongur, sum í 1934, 15 ára gamal fór hiðani til annað land og annað mál og [...] Hann er av tí merkiliga slagnum, sum fær alt, ið hann nemur við, til at ljóma. Sum árini eru liðin, er tað vorðið okkum greitt, at hann er meira enn yrkjari og meira enn tónasmiður: hann er ljómskald í [...] livandi ljóðføri sjálvur. Abba hansara, bakar Hansen, segði William Heinesen vera so musikalskan, at hann dugdi at spæla øll ljóðføri, sum til vóru, umframt heilt nógv av teimum, sum ikki vóru uppfunnin enn
av tiltøkunum er Christmas Child. Endamálið við Christmas Child er at vísa líðandi børnum sonnu orsøkina til at halda jól, nevniliga at minnast Guds størstu gávu til menniskjuni - Jesus Kritsus. Tiltakið [...] sum hava stuðla tiltakinum við gávum og peningi, og tey eru takksom fyri at vit í Føroyum á hendan hátt kunnu verða við til at náa børn úti í heimi við umsorgan og gleðiboðskapinum. Skógvaeskjurnar verða [...] Tiltakið Christmas Child sendir ein boðskap um vón til neyðstødd børn kring allan heim við at geva gleðiboðskapin og skógvaeskjur fullar av gávum. Her í Føroyum var tað sunnudagsskúlin í samkomuni, Lívdin, í
tapið í slag, og eingin ivi tykist vera um, at tær aftur í ár skulu stríðast fyri at halda sær av aftasta plássinum. Vónin her er uttan iva, at tað skal bera til at taka stig frá Kyndli, tá tær vitja annan [...] sjóndar. Og at Søljan so misti Arnleyg Haraldsen, tá hendan fekk beinleiðis reytt, styrkti ikki um teirra fortreytir. Uttan at talan beinleiðis var um sorl, so megnaði StÍF alla tíðina at draga spakuliga [...] Hondbóltur Enn hevur StÍF ikki sýnt nøkur tekin um, at liðið ætlar sær eina lægri endastøðu enn í fjør, tá tær vunnu bronsu. Sunnudagin hildu tær fast í frástøðuni til hinar heiðursmerkjabiðlarnar, tá
sambandi grein um sýningina og letur væl at ? eisini føroysku listakvinnurnar fáa serstaka umrøðu og viðtal. Sýningin, sum nú eisini er at síggja í Suðuroynni, hevur ymiskt at bjóða. Og sýningin er bæði úti og [...] , ið ikki tóktust hava væntað sær so stóra fjøld.Hóast sera ymiskar, so eru tær vanar at samstarva og tær siga, at tær stuðla hvørji aðrari bæði í listaverkunum, har t.d. onkur er meira litrík enn onnur [...] framsýning, sum hevur verið uttanfyri landoddarnar og í Føroyum. Listakvinnurnar hava samstarva um at sýna fram í nøkur ár. Henda framsýningin er rættuliga støðug og hevur uppruna í Listastevnuni 2002
ST- tiltaki við tí endamáli at fáa fólkaræðilig viðurskifti at galda í Suðurafrika. Aðalmálið var sum øllum kunnugt í hesum høpi at fáa apartheid í Suðurafrika tikið av og at fría Namibia frá tí yvirvaldi [...] og føroyskir reiðarar sendu skip til Namibia. Úrslitið gjørdist, at Føroyar vóru einasta land í Vesturheiminum, sum aktivt royndi at menna búskaparliga sambandið við apartheidstýrið. Men so ein dag vendi [...] varð samtykt. Í tí mangan heita orðadráttinum um boykottið vildu tey, ið vóru ímóti boykotti vera við, at boykott gjørdi meira skaða enn gagn. Hetta var ikki rætt. Tað vistu vit tá og tað hava vit fingið vissu
sum geva lyfti um, at nú skal broyting vera í lívi teirra til gagns fyri seg sjálvi og familjuna. Yvirskriftin er soleiðis eitt lyfti frá Sambandsflokkinum til Føroya fólk um, at vinna vit valið 20. januar [...] siga farvæl til loysingarsamgonguna ? Tí umframt at seinka menningina av okkara vinnulívi, leggja øktar avgjaldsbyrðar á borgararnar og darva kommununum í at fremja loysnir til gagns fyri vinnulívið og b [...] føroyska skúlaverkið, menna almannaverkið v.m. og saman við kommunum virka við til at gera tað gott hjá tí føroyska fólkinum at virka og liva í Føroyum. Samanhald Latið okkum tí standa saman á valinum 20. januar
etableraðu møguleikar, við at gerast sjálvstøðugur og sjálvstøðugt vinnurekandi, við at sleppa politisku ideologiunum og ismunum. Tað er eingin av etableraðu politisku flokkunum, ið klárar at praktisera grønu [...] áttatiárunum var alment frammi við. Tað, at ein í seinri helt av áttatiárum var frammi við tí grønu hugsjón og stevnu og virkisskrá, skapti stóran ans, tá talan er um at marknaðarføra Føroyar innan ferðamannavinnu [...] flokkunum og lands- og kommunalpolitikarar, ið hava tær røttu hugsjónir og atburð, hugburð og málburð til at taka lut í slíkum í dag. Tað er eingin av áðurnevndu, ið eru stagneraðir í sínum fortreytum/grunda
verður nógv nýttir, tá fólk koma saman at hugna sær, er norski Skjønne Helen. Nú verður so møguligt at hoyra hann á føroyskum. Munnu tvíburðarnir hjá Julionnu ikki fara at vinna mong hjørtu við honum, hóast [...] hevur Regin Bjarnastein um hendi. So tað er ikki neyðugt at fara út um landoddarnar í nøkrum av lutunum av hesari fløgu. Hetta er fyrstu ferð, at Árni og Marnar geva út fløgu. Teir hava tó verið við á ymsum [...] kreftir hava eisini gjørt sítt íkast fyri at fløgan kann gerast so góð sum møguligt. Petur Hermansen á steelguitar og Hans Andrias Højgaard úr Twilight á tangentum, fyri at nevna tveir.
Ein lítil vend tóktist tó at vera íkomin, tá Føroyar í 1997 fóru til Jersey at kappast. Við á liðnum ta ferðina var útisetin, Kjartan Eli Hentze, og tað skuldi skjótt vísa seg, at hann var ein veruligur styrkur [...] Hammer tó máttu lúta fyri seinnu vinnarunum av Gotlandi. Akkurát hvussu úrtøkan fer at vera hesaferð, er eitt sindur ilt at meta um. Ikki minst, tí tað avhongur rættiliga nógv av, hvat fólk hini londini hava [...] vanliga umboðar hann Bretland, tá kappingar eru á skránni, men eins og hjá Kjartan Eli gera ættarbondini, at hann kann taka lut á Oyggjaleikunum. Á Gotlandi í 1999 gekst ikki eins væl í einmansleikinum hjá Kjartani