Spurningurin um støðu Føroya til apartheidstýrið gjørdist av álvara til eitt politiskt mál, tá løgtingið eftir áheitan frá donsku stjórnini skuldi samtykkja boykott móti Suðurafrika. Málið var liður í heimsumfevnandi ST- tiltaki við tí endamáli at fáa fólkaræðilig viðurskifti at galda í Suðurafrika. Aðalmálið var sum øllum kunnugt í hesum høpi at fáa apartheid í Suðurafrika tikið av og at fría Namibia frá tí yvirvaldi, sum Suðurafrika við órøttum hevði tikið sær yvir hesum fyrrverandi týska hjálandi.
Sum fólk ivaleyst minnast gekk ikki heilt, sum myndugleikarnir í Danmark og í Føroyum høvud ætlað við hesum máli. Ein flokkur var ímóti, aðrir vóru ivandi, ein ávísur føroyskur fólkatingsmaður tók upp politiskt samband við apartheidstýrið og føroyskir reiðarar sendu skip til Namibia. Úrslitið gjørdist, at Føroyar vóru einasta land í Vesturheiminum, sum aktivt royndi at menna búskaparliga sambandið við apartheidstýrið.
Men so ein dag vendi rákið, og meiriluti fekst á tingi fyri altjóða boykottinum. Vit komu við og boykottlóggávan varð samtykt. Í tí mangan heita orðadráttinum um boykottið vildu tey, ið vóru ímóti boykotti vera við, at boykott gjørdi meira skaða enn gagn. Hetta var ikki rætt. Tað vistu vit tá og tað hava vit fingið vissu fyri seinni eitt nú, tá suðurafrikanski sendiharrin í Danmark Steve Gawe var og vitjaði í Føroyum. Steve rósti og takkaði teimum, sum stuðlaðu boykottinum og gjørdi vart við, at hetta gjørdi útslagið. Suðurafrika gongur nú við risafetum móti meira fólkakræði og búskaparligari menning. Hetta er sjálvsagt fyrst og fremst takkað verið ANC og tess klóka politikki, ið byggir á sátt og semju. Men hetta hevði í dag ikki verið møguligt uttan altjóða samhaldsfesti við boykotti og politiskum og moralskum stuðli. Víst gjørdu tiltøkini mun.
Sosialurin










