Farvæl loysingin, góðan dag Føroyar

    

Gamlaárskvøld eru tað nógv fólk, sum geva lyfti um, at nú skal broyting vera í lívi teirra til gagns fyri seg sjálvi og familjuna.
Yvirskriftin er soleiðis eitt lyfti frá Sambandsflokkinum til Føroya fólk um, at vinna vit valið 20. januar 2004, so merkir tað farvæl til loysingina og góðan dag til menningina av Føroyum.

Økt almennar útreiðslur við góðari milliard
Men hví skulu føroyingar siga farvæl til loysingarsamgonguna ? Tí umframt at seinka menningina av okkara vinnulívi, leggja øktar avgjaldsbyrðar á borgararnar og darva kommununum í at fremja loysnir til gagns fyri vinnulívið og borgararnar, so hava loysingarlandsstýrini síðani 1998 økt tær almennu útreiðslurnar við eini góðari milliard, og av tí størsta vøkstrinum, stendur tað almenna (landsstýrið) fyri 790 milliónum.
Teir tosa um ein sjálvberandi føroyskan búskap, men fremja í verki tað øvugta, við einum øktum almennum forbrúki, uppá heili 9% í meðal um árið. Men hetta er ein náttúrlig fylgja, tá høvuðsreglan er, "sektin á hvat annar fær, eg skal nøra at mær" og sama er galdandi, tá talan er um magt, hugsið bara um atburð løgmans 5. des. 2003. Í demokratiskum londum fáa slík stýrir durafjóringin á valdegnum.

Góðan dag Føroyar
Sambandsflokkurin vil fegin heilsa Føroyum góðan dag, við eini nýggjari byrjan, har allar kreftur verða brúktar til at menna vinnulívið á sjógvi og landi, menna tað føroysku mentanina, menna tað føroyska heilsuverkið, menna tað føroyska skúlaverkið, menna almannaverkið v.m. og saman við kommunum virka við til at gera tað gott hjá tí føroyska fólkinum at virka og liva í Føroyum.

Samanhald
Latið okkum tí standa saman á valinum 20. januar 2004 og á ein virðiligan og avgjørdan hátt siga loysingini farvæl og heilsa Føroyum "góðan dag", við eini nýggjari mennandi og stimbrandi byrjan.