Seinastu 23 árini hevur Franklin Graham, sonur navnframa Billy Graham, stjórna vælgerandi felagsskapinum Samaritan´s Purse, har eitt av tiltøkunum er Christmas Child.
Endamálið við Christmas Child er at vísa líðandi børnum sonnu orsøkina til at halda jól, nevniliga at minnast Guds størstu gávu til menniskjuni - Jesus Kritsus.
Tiltakið Christmas Child sendir ein boðskap um vón til neyðstødd børn kring allan heim við at geva gleðiboðskapin og skógvaeskjur fullar av gávum.
Her í Føroyum var tað sunnudagsskúlin í samkomuni, Lívdin, í Hoyvíkar Skúla, sum stóð fyri innsavningini av skógvaeskjunum.
Børnini kundu lata so nógvar skógvaeskjur, sum tey vildu, men tey kundu eisini vera fleiri um eina eskju. Skógvaeskjur komu eisini aðrastaðni frá í landinum. Tilsamans komu umleið 250 eskjur inn.
Gávurnar í eskjunum skuldu ikki vera brúktir, men nýggir lutir, tað kundi vera t.d. smáir bóltar, bamsur, pennar litblýantar, teknibøkur, tyggigummi, tannbustir og tannkrem. Børnini kundu eisini leggja eina heilsan við í eskjuna saman við eini mynd. Í hesum sunnudagsskúlanum ganga umleið 100 børn í fýra flokkumum. 25 fólk eru knýtt at sunnudagsskúlanum, sum er hvønn sunnudag frá 12-13.15 í Hoyvíkar Skúla.
Frá sunnudagsskúlanum takka tey hjartaliga øllum, sum hava stuðla tiltakinum við gávum og peningi, og tey eru takksom fyri at vit í Føroyum á hendan hátt kunnu verða við til at náa børn úti í heimi við umsorgan og gleðiboðskapinum.
Skógvaeskjurnar verða sendar við skipi úr Føroyum til Onglands, har Samaritan´s Purse hevur goymslubygningar, sum taka ímóti skógvaeskjunum.
Eimskip í Føroyum stuðlar tiltakinum við at fíggja flutningin úr Føroyum.
Í 2002 vórðu sjey milliónir skógvaeskjur latnar líðandi børnum í umleið 100 londum.
Myndatekstur:
Umleið 250 skógvaeskjur við gávum komu inn í sambandi við Christmas Child tiltakið










