Hálvdeyður
hálvblindur
hálvlamin ?
men heilavillur
Hetta er myndin, Regin, 82 ára gamal, gevur av sær sjálvum í seinasta savni sínum. Hann gevst ikki so, hugurin er enn vakin og fúsur, um alt annað er farið av lagi. 12 yrkingasøvn hevur hann latið úr hondum umframt eitt greinasavn og savn við hittinorðum. Hann er eitt tað fremsta skaldið, Føroyar eiga og hava átt, og í hansara verki er fjøld av røddum, óttukvæði og tokkaljóð, øll dýpi og allar hæddir.
Men so er aftrat tí so nógv annað. Tónleikurin og tey næstan óteljandi løgini hann hevur gjørt, Atlantsløgini, sálmarnir, sangirnir. Hann er av tí merkiliga slagnum, sum fær alt, ið hann nemur við, til at ljóma. Sum árini eru liðin, er tað vorðið okkum greitt, at hann er meira enn yrkjari og meira enn tónasmiður: hann er ljómskald í orðum og tónum, eitt livandi ljóðføri sjálvur.
Abba hansara, bakar Hansen, segði William Heinesen vera so musikalskan, at hann dugdi at spæla øll ljóðføri, sum til vóru, umframt heilt nógv av teimum, sum ikki vóru uppfunnin enn. Abbasonurin hevur gjørt føroyskt mál til eitt ljóðføri, sum rúmar øllum tónum, teimum, sum vóru undan, og øllum teimum, sum eingin hevði kunnað funnið uttan bara hann.
Tað er sum eitt undur at vita sær, eingin dugir rættiliga at skilja tað, at drongur, sum í 1934, 15 ára gamal fór hiðani til annað land og annað mál og hevur verið burturi síðani, skal kunna eiga ríkari og meira ljómandi føroyskt mál enn nakað annað føroyskt skald. Mangan illa staddur hevur hann varðveitt sín tokka til málið og til lívið og gávumildur givið okkum burtur av hesi gleði.
Eg eigi ta varandi gleði
ið vermir meg dag undan degi
at lívið, sum meinslar, tað fjálgar við
og fjølgar í túsunda lið.
Rithøvundafelagið heilsar sínum heiðurslimi á degnum,
Gunnar Hoydal, form.










