Nýggjur handil
Hósdagin, 16. oktober, læt nýggjur handil við gardintoyi og gardintilhoyri upp í Saltangará. Snotuligi handilin við navninum, My Design, heldur til í hølunum, har Litaval var, áðrenn handilin flutti í onnur høli.
Tað eru tær báðar, Gudny Anthoniussen úr Fuglafirði og Sonja Sólbjørg, sum er ættað úr Klaksvík, men búsitandi í Søldarfirði, ið eiga nýggja handilin.
Báðar hava fingist nógv við at seyma, og báðar hava tær royndir í handilslívinum.
Gudny hevur seymað gardinur fyri ymiskar handlar, eitt nú Skemmuna, Profa og Gardinbúðina. Sonju dámar væl at seyma ymiskt pynt, eitt nú pyntiposar, toy til kurvar, tehettur og grítulappar. Her er tað bara hugflogið, sum setir mørkini.
Sonja er júst givin í leiðarastarvi hjá Profa í Havn.
Gott úrval
- Vit hava eitt gott úrval av toyi og hava lagt okkum eftir at taka tey toysløgini og litirnar heim, sum fólk vilja hava í dag. Vit hava eisini lagt okkum eftir rímiliga bíligum, men góðum toyi.
Hølini hjá My Design í Saltangará eru umleið 100 fermetrar, og her er eisini seymistovan. Handilin er snotuligur og innbjóðandi.
- Vit hava lagt okkum eftir at hava alt til gardinur á einum staði, umframt sjálva seymingina. Soleiðis kunnu vit ráðgeva og vegleiða okkara viðskiftafólkum á bestan hátt.
Tær siga báðar, at nógv hava verið inni á gólvinum, og nóg mikið hevur verið at gera, síðan handilin læt upp.
- Jólatoyið er eisini komið, og vit ivast ikki í, at ríkiligt verður at takast við fram til jóla, siga Gudny Anthoniussen og Sonja Sólbjørg.
Klædnapløgg
Umframt gardintoy og ymiskt tilhoyr til gardinur, selir My Design eisini træpersiennur.
Fyritøkan, Faroese Fashion hjá Rannvu í Beiansstovu, sum framleiðir ymisk klædnapløgg úr føroyskari ull, hevur eisini sínar vørur á handlinum hjá Gudny og Sonju.
My Design hevur opið vanligar dagar frá kl. 10-17.30, tó fríggjadag til kl. 18. Leygardag er opið frá 10-14.