Borðtennis
Hóast Føroyar longu fleiri ferðir hava tikið lut í borðtenniskappingini í Oyggjaleikahøpi, so er hetta ikki ítróttargreinin, har flestu heiðursmerkini eru vunnin.
Ein lítil vend tóktist tó at vera íkomin, tá Føroyar í 1997 fóru til Jersey at kappast. Við á liðnum ta ferðina var útisetin, Kjartan Eli Hentze, og tað skuldi skjótt vísa seg, at hann var ein veruligur styrkur hjá liðnum.
Kjartan Eli spældi seg heilt fram til finaludystin, har hann tó mátti lúta fyri tí sera sterka Charles Prean av Isle of Wight. Prean telist millum sterkastu leikararnar í heiminum, og vanliga umboðar hann Bretland, tá kappingar eru á skránni, men eins og hjá Kjartan Eli gera ættarbondini, at hann kann taka lut á Oyggjaleikunum.
Á Gotlandi í 1999 gekst ikki eins væl í einmansleikinum hjá Kjartani Eli, men hinvegin komu Føroyar tá fram til hálvfinaluna í tvímansleiki hjá monnum, har Kjartan Eli og Hans Hammer tó máttu lúta fyri seinnu vinnarunum av Gotlandi.
Akkurát hvussu úrtøkan fer at vera hesaferð, er eitt sindur ilt at meta um. Ikki minst, tí tað avhongur rættiliga nógv av, hvat fólk hini londini hava tókt til dystirnar.
Úrslitini tær báðar seinastu ferðirnar hava tó víst, at borðtennisavrikini hjá Føroyum eru í framgongd. Ikki bert orsakað av tilgongdini av Kjartani Eli, men eisini tí miðvís venjing tykist hava lyft støðið á heimligu leikarunum.
Hvørt hetta verður nóg mikið til enn einaferð at tryggja okkum heiðursmerki, er óvist, men ivaleyst verður talan um enn eina spennandi kapping fyri føroysku borðtennisítróttina.
Í kassa fyri seg
Heiðursmerki í borðtennis á Gotlandi ?99
Bronsa: Hans Hammer/
Kjartan Eli Hentze tvímansleikur
Myndir
Elinborg Nygaard
Maria Petersen
Rókur Nielsen
Kjartan Eli Hentze
Bergur Jacobsen
Petur Niclasen
Finnbjørn Zachariasen










