Palli var aspirantur hjá ØK seinnu helvt av sekstiárunum og hetta vardi í 3 ár. Í 1970 til 71 var hann á maskinmeistaraskúla í Esbjerg. Síðani sigldi Palli árini 72 ? 73 aftur hjá reiðarínum ØK. Palli [...] sær víðkað maskinmeistaraprógv. Hetta tók hann í Keypmannahavn árini 1973-74. Palli leitaði sær síðani heim til Føroya í 1974, men ætlaði sær avstað aftur út í heim.Men hann bleiv hangandi, tá hann starvaðist [...] og eisini var Palli avloysari á elverkinum hjá SEV á Tvøroyri. S íðst í 1975 fekk Palli fast starv hjá Sev. Verkið í Vági varð bygt í 1983 og Palli fekk starv sum leiðari á verkinum. Hetta starv hevur hann
sátt í landinum. Føroya løgmaður, Anfinn Kalsberg, sigst ynskja breiða semju um ríkisviðurskiftini. Í løgmansrøðuni vísti løgmaður á grundlógararbeiðið og metti, at har eru møguleikar fyri semju. Í sanginum [...] løgmaður breiða semju, so er tað júst hetta, ið skal til, at báðir partar rætta fram boð um brøðralag. Løgmaður hevði ikki mær vitandi spurt seg fyri, um orðingin í røðu hansara var í lagi hjá andstøðulimunum [...] Heðin Mortensen, løgtingsmaður Vit eru í eini tíð, har fólk hava mist álitið á politikararnar, og klandur og gremjan hoyrist á tingi. Arbeiðið í grundlógarnevndini kann við góðum vilja endurreisa álitið
EB/Streymur higartil oddaliðið í bólkinum, og grundarsteinurin undir hesum varð settur í fyrsta dystinum í Klaksvík. Ta uppgerðina vann samansetta liðið heili 4-0, og einki er at ivast í, at teir aftur fara eftir [...] tann sama sum í fjør, tá liðið mátti siga farvæl til steypakappingina í bólkaspælinum. Á Vági tykist dysturin sunnudagin at vera tann lættasti hjá VB, men hetta er neyvan nakað, sum melur í heysinum á leikarunum [...] Løgmanssteypið Spentir vágamenn Tað er einki at ivast í, at vágafólk fara fjølment til dyst leygardagin. Eftir tvey tepur tap í fyrstu dystunum, kom hol av álvara á, tá TB var á vitjan seinasta vikuskifti
veldst í fyrsta lagi um, hvussu marknaðarstøðan er júst tá. Vit hava tó vónir um eina hampiliga sølu í Scrabster, sigur hann. Fiskaprísurin Theodor sigur, at versnaði fiskaprísurin í Føroyum í seinastuni [...] at prísurin á toski í Føroyum er lágur í mun til, hvat hann hevur verið, og vóna teir at fáa einar 3?4 krónur meira fyri kilo av tí runda fiskinum í Skotlandi, enn teir høvdu fingið í Føroyum. ? Men tá ið [...] støði, hann hevur verið í seinastuni. Theodor Poulsen vísir annars á, at veðurlagið hevur verið ógvuliga skiftandi í hesum árinum; tí hevur meira at kalla bara verið roynandi í løtum. ? Men tað ger góðan
Jógvan Arge í Tekniskunevnd. Harafturat hevur hann nú flutt sínar egnu nevndarsessir í Mentamálanevndini og Havnanevndini yvir í meirilutan. Hetta gevur 7 nevndarsessir, sum hann hevur flutt yvir í meirilutan [...] Harumframt tók hann sjálvur mín sess í Sosialunevnd og mín sess í Heilsu- og umhvørvisnevndini. Frá minnilutanum hevur hann tikið nevndarsessin hjá Hildur Eyðunsdóttir í Byggi- og býarskipanarnevndini og [...] hevur flutt í meirilutan. Nú hevur Tórfinn fýra sessir tilsamans. Meirilutin sigur einki í býráðnum Meirilutanum líkt, tók Torfinn Smith ikki so mikið sum orðið á býráðsfundinum, tá hann fór upp í meirilutan
Neyðrakett Rok í Sjálvstýrisflokkinum, hjúnaskilnaður og eitt illa dámt landssjúkrahús teljast millum hendingar, sum vit fara at minnast Sámal Petur í Grund fyri, tá ið litið verður aftur á árið 2001. Í øllum førum [...] nøkur ár latið henda heiðurin til onkran, sum hevur gjørt serligt í einum ári, sum kanska ikki telist millum júst hepnastu hendingarnar í árinum. Sjálvur helt Sámal Petur fyri, at hetta eigur at vera mett [...] segði, at talan var met í ár, tí eingin hevði áður fingið so nógvar atkvøður sum Sámal Petur í Grund. 661 fólk høvdu valt at lata Dimmalætting ein seðil, har tey søgdu Sámal Petur í Grund vera Ársins neyðrakett
Bozena Rasmussen hava tær tikið stig til undirskriftainnsavnanina. Tær byrjaðu í gjár, og hava staðið í FK í Miðvági og í SMS í Havn við listunum og spurt fólk um at skriva undir. — Tað er so týdningarmikið [...] mismuni. Júst í løtuni er einki arbeiðsloysi, men um arbeiðsloysi hevði verið, so høvdu vit ikki sloppið at verið á arbeiðsmarknaðinum, segði Thordis Skaalum úr Sørvági. Partur av viðgerðini Formaðurin í ræ [...] ið hon vegna stigtakararnar til undirskriftainnsavnanina, handaði undirskriftirnar í Løgtinginum. — Vit vóna, at tit í næstum avtaka hetta markið við 70 ára fráfaringaraldri, tí vit eldru vilja sjálvi avgera
Seinnapartin í dag hevur hátíðarløta verið í kommununi í Havn, har tvær kvinnur vórðu heiðraðar fyri eitt drúgt arbeiðslív í kommununi. Tær fingu báðar Dronningens Fortjenstemedalje Onnur er Karin Jacobsen [...] Jacobsen, sum varð sett í starv hjá Tórshavnar kommunu 15. desember 1974. - Uppgávurnar hava verið ymiskar og skiftandi. Tað er sjálvsagt, at eftir so nógv ár í starvi, hevur tú holla vitan um nógv viðurskifti [...] Fuglafirði, settu búgv her í Havn. Tey eiga tvey børn og seks ommu og abbabørn. - Karin hevur nógv áhugamál. Umframt arbeiði, hús og heim og urtagarð, er hon virkin ymsastaðni. Hon er limur í Kiwanisfelagnum Rósuni
brúkarin, sum kemur í miðdepling. Eldaratænastan snýr seg ikki um skipanir ella mannagondir, sum tað í stóran mun verður útlagt sum, í kjakinum og togtogani millum land og kommunur í løtuni. Eldratænastan [...] sum landsmyndugleikanir í øll árini, teir hava umsitið eldraøkið, langt frá sjálvir kláraðu at lúka, skrivar Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu og stýrisformaður í heimatænastuni fyri Eys [...] kommunurnar, millum annað á KT-økinum, sum hann nertir nærri við í lesarabrævinum, er fyri at tryggjað arbeiðsplássini í miðfyrisitingini. - Vit hava í dag ein gyltan møguleika at byrja av nýggjum. Ein gyltan
at hava sín ótta í, tí meðan lokali stuðulin í verandi skipan er oyramerktur, so verður tað sambært lógaruppskotinum hjá Johan Dahl júst upp til Visit Faroe Islands sjálvt at avgera, í hvussu stóran mun [...] at verða skipað sum alment partafelag í staðin. Men samstundis er hann sera ivasamur, tí hann óttast, at allur stuðulin til ferðavinnuna tá fer at verða latin upp í hendurnar á hesum munandi meira sjálvstøðuga [...] knæsettur, og hann er í dag. Hesum fari eg at geva serligan ans undir tingviðgerðini, tí tað verður ein vanlukka, um kunningarstovurnar og lokalu átøkini annars fara at fáa minni stuðul enn í dag, sigur Kári