Seinnapartin í dag hevur hátíðarløta verið í kommununi í Havn, har tvær kvinnur vórðu heiðraðar fyri eitt drúgt arbeiðslív í kommununi. Tær fingu báðar Dronningens Fortjenstemedalje Onnur er Karin Jacobsen, sum varð sett í starv hjá Tórshavnar kommunu 15. desember 1974.
- Uppgávurnar hava verið ymiskar og skiftandi. Tað er sjálvsagt, at eftir so nógv ár í starvi, hevur tú holla vitan um nógv viðurskifti, og tí fáa vit onnur mangan gagn av. Tú hevur eisini upplivað nógvar broytingar gjøgnum hesi árini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum handaði Karini heiðurslønina.
- Karin, sum er av Skála, og maðurin, Osvald, úr Fuglafirði, settu búgv her í Havn. Tey eiga tvey børn og seks ommu og abbabørn.
- Karin hevur nógv áhugamál. Umframt arbeiði, hús og heim og urtagarð, er hon virkin ymsastaðni. Hon er limur í Kiwanisfelagnum Rósuni og nevndarlimur í Starvsmannafelagnum. - Vit, sum arbeiða saman við tær, vita, at tú hevur tína meining um nógv ymisk viðurskifti, og tú letur okkum vita, hvat tú heldur. Tú kanst vera rættiliga harðmælt við hvørt, tá tú heldur tað vera neyðugt.
Hin kvinnan, sum varð heiðrað í dag, var Dorrit Nolsøe, ið byrjaði at arbeiða sum “genta” á Ellisheiminum 1. August í 1971. - Tað má sigast at verða eitt fólk sum er gjørt av einari heilt serligum tilfari, sum megnar at vera á sama arbeiðsplássi í skjótt 44 ár, við skiftandi leiðarum og annars teimum umskiftum og broytingum sum eru hend øll hesi árini. - Men júst ein sovorðin tilfari er Dorrit av. Hon er mega arbeiðssom, sum sagt verður nú á døgu, og pligtuppfyllandi. hon er alla tíðina í sving, um tað er í røktini, við at fáa arbeiðslistan at ganga upp, við vaskispannini, at hugna um ella at práta við húsfólk, avvarðandi og starvsfólk, segði borgarstjórin.
- Dorrit er eitt álitisfólk í øllum viðurskiftum, hon er hundrað prosent loyal bæði móti Ellisheiminum sum stovni og teimum sum búleikast her,- leiðslu, húsfólk og starvsfólk.
- Hon er sera lítillátin, og ger ongantíð nakað hóvasták av sær og teirri stóru arbeiðsorku hon hevur lagt eftir seg á Ellisheiminum í hesi meiri enn 40 árini.
- Men tað er hóast alt eisini eitt lív uttanfyri Ellisheimið. Her er tað fyrst og fremst heimið, maður, børn og ommubørn sum njóta gott av henni. Uttanfyri heimið eru áhugamálini at fylgja við ítrótti, - serliga er tað fótbóltur og HB sum hevur hennara áhuga og annars tónleikur, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri,tá ið hann handaði Dorrit heiðurslønina.
|