Løgmanssteypið
Bert tvey umfør resta nú í, áðrenn funnið er fram til, hvørji lið fara at spæla fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.
Í onkrum bólkum hava lið longu tryggjað sær atgongd til fjórðingsfinalunar, men tað er ikki líka mikið, um hetta verður sum vinnari av bólkinum ella ikki. Teir tríggir vinnararnir fáa nevnliga heimavøll í fjórðingsfinaluni saman við besta tvey?aranum.
Trý fara víðari
Í bólki 1 kann B36 staðfesta sína oddastøðu, tá NSÍ kemur á vitjan leygardagin. Havnarliðið er enn ósigrað í bólkaspælinum, og eins og oddaliðini í hinum bólkunum hevur árstalsfelagið 10 stig fyri fýra dystir.
Hóast VB er á næsta sessinum, so eru tað runavíkingarnir, sum á pappírinum hava besta møguleikan at vinna seg fram á oddasessin. NSÍ hevur nevnliga leikt ein dyst færri enn hini liðini, og kunnu tískil koma upp á 13 stig, um teir vinna seinastu tríggjar dystirnar.
Tað eigur heldur ikki at síggjast burtur frá, at skulu runavíkingarnir koma upp á annað plássið og harvið vissa sær víðari luttøku í kappingini, so krevur tað helst, at liðið í øllum førum fær eitt stig í Havn. Tað er ikki ilt at ímynda sær, at um so er, at B36 fær fulla úrtøku hesaferð, verður tað eitt heldur skert B36-lið, sum fer suður til Vágs í seinasta dystinum, soleiðis at lyklaleikarar ikki overva seg í einum dysti, sum tá er týdningarleysur.
Vágbingar hava hesa ferð heimadyst móti Sumba, og einki er at ivast í, at hetta á pappírinum er ein løtt uppgáva. VB vann stórsigur suðuri á krossinum fyrr í kappingini, og eitt nú móti B36 staðfestu sumbingar, at teir ikki formáa sær stórvegis, tá betra helvtin av fyrstu deild stendur hinumegin.
Við einum sigri í hesum dystinum kann VB skapa sær eitt sera gott útgangsstøði undan seinasta dystinum, tó at teir í ávísan mun mugu dúva upp á úrslitið í Havn.
Hvussu verður og ikki, so verður tað helst undir øllum umstøðum soleiðis, at trý lið koma víðari úr hesum bólkinum, tí tað er neyvan hugsandi, at Sumba fer at taka nakað stig yvirhøvur.
GÍ og so hini
Hóast teir enn ikki eru matematiskt tryggjaðir, so munnul gøtumenn uttan iva vera liðið, sum stendur sterkast í myndini, nú tvey umført resta at spæla. Seks stig eru niður til øll hini liðini í bólkinum, og tískil tørvar gøtumonnunum bert eittans stig afturat, áðrenn víðari luttøkan er vís.
Og tað er einki at ivast í, at gøtumenn ætla sær at ogna sær hetta stigið, tá teir fara til Tvøroyri í einum dysti, sum gøtumenn eru heitir favorittar at vinna.
Spurningurin í bólkinum tykst soleiðis bert at vera, hvørt av hinum trimum liðunum skal vinna seg víðari. Her fellur ein avgerandi brikkur kanska upp á pláss, tá EB/Streymur vitjar vesturi í Vágunum, og í øllum førum hevur ein møguligur vinnari av hesum dysti vunnið seg eitt stórt fet nærri hálvfinaluni. Her hava vágamenn kanska tann fyrimunin, at teir sum einasta liðið hava leikt báðar dystirnar móti GÍ, og enntá hava fingið stig í øðrum teirra, so á pappírinum tykjast vágamenn standa sterkastir, og so skal heldur ikki gloymast, at nýggi brasiliumaðurin hjá liðnum eftir øllum at døma loksins verður við, nú tað av álvara gerst spennandi í bólkaspælinum.
Lagnudagur hjá B68 og KÍ
Undan bólkaspælinum vóru fá, sum ivaðust í, at Skála fór at vera »prügelknabe« í bólki 3, har mótsøðuliðini vóru lið, sum tey flestu rokna við at síggja sum part av oddastríðnum í bestu deildini í summar.
Serstakliga KÍ hevur tó mugu ásannað, at Skála eisini kann geva mótstøðu, og lagar alt seg eftir vild um vikuskiftið, kann Skála tryggja sær atgongumerki til fjórðingsfinaluna leygardagin. Vinnur Skála dystin móti B68, samstundis sum KÍ ikki fær fulla úrtøku á heimavølli móti HB, so er munurin niður á triðja plássið somikið stórur, at Skála longu áðrenn landskappingin er byrjað, hevur skapt fyrstu veruligu sensatiónina á árinum.
Hesum fara fyrst og fremst toftamenn at berjast ímóti leygardagin, og hóast stigatalvan sigur nakað annað, so munnu tey flestu rokna B68 sum favoritt undan dystinum. Nakað sum uttan iva hóskar skálamonnum sera væl, soleiðis at teir kunnu dúva upp á sterku verjuna, samstundis sum skjótu álopsmenninir kunnu royna at gagnnýta teir kontramøguleikar, sum íkoma.
Harafturat hevur Skála tann fyrimun, at hóast teir ikki vinna hesaferð, so kann støðan undan seinasta dystinum vera tann, at HB longu hevur vunnið bólkin, og at Skála tí kann fáa ein munandi lættari dyst í seinasta umfarinum, enn teir fáa, um havnarliðið hevur tørv á øllum trimum stigunum.
Hjá KÍ er støðan á leið hin sama sum hjá B68. Gaman í hava klaksvíkingar eitt stig fleiri á kontini, fyri at koma víðari í kappingini, eru treytirnar harðar. Eftir øllum at døma skulu bæði heimadysturin móti HB og útidysturin móti B687 geva fulla úrtøku, um liðið skal vinna seg víðari. Hvørt tað so verður sum tvey?ari ella sum ein av bestu trý?arunum.
Eftir eina viku, sum onkursvegna hevur verið heldur baldrut, tykist friður nú at valda í KÍ-leguni, men tað ger neyvan uppgávuna móti HB lættari, at leikarar, sum vanliga teljast millum teir fyrstu 11, neyvan verða tøkir leygardagin. Allan Joensen varð skaddur, tá KÍ vann á B68, og hann er enn ikki komin heilt fyri seg. Tað tykist heldur ikki, sum um Jan Andreasen verður 100% klárur at spæla, og uttan tveir somikið týðandi leikarar, kann uppgávan móti einum fullmannaðum HB-liði gerast sera torfør, men hinvegin er eingin, sum hevur sagt, at fótbóltur skal vera eitt lætt spæl.