- Tað hevur ongatíð verið nakar ivið um, at miðfyristingin ikki hevur tikið undir við útleggingini av eldraøkinum, og nú fáa vit sum kommunur tað so sannliga at føla. Og tað mest ræðandi og skuffandi er, at avvarðandi Landsstýrisfólk lata ikki við seg koma. Tað vera sett krøv til kommunurnar, sum landsmyndugleikanir í øll árini, teir hava umsitið eldraøkið, langt frá sjálvir kláraðu at lúka, skrivar Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu og stýrisformaður í heimatænastuni fyri Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
Jóhan Christiansen leggur miðfyrisitingina undir, at seta so hørð krøv til kommunurnar, at í síðsta enda verður niðurstøðan, at tað er best, at miðfyrisitingin ger arbeiði sjálv, tá kommunurnar ikki kunnu megna tað.
- Man áleggur kommununum so stór krøv til eitt og annað, at tað mugu sjálvandi vera fólk í miðfyrsitingini at halda skil á øllum hesum.
Jóhan Christiansen heldur, at miðfyrisitingin fer ov langt í smálutir, tá hon skal greiða kommununum frá, hvussu eldraøkið skal skipast, og skilir ikki, hví tað tykist vera eitt krav, at allar tænastur og skipanir skulu halda framm sum higartil.
- Um kommunurnar skulu gera júst tað sama, sum landið gjørdi, hvør er so meiningin við útleggingini? Sjálvandi er tað eisini uppá sítt pláss, at nøkur yvirskipa krøv vera sett til kommunurnar, fyri at tryggja borgarunum eina góða tænastum. Men lat krøvini so vera yvirskipaði, skrivar hann.
Jóhan Christiansen vísir á, at 400 milliónir verða fluttar frá landinum til kommunurnar í samband við yvirtøkurnar. Men hann stúrir fyri, at einki starv í miðfyrisitingini verður niðurlagd kortini, og at endamálið við at seta so hørð krøv til kommunurnar, millum annað á KT-økinum, sum hann nertir nærri við í lesarabrævinum, er fyri at tryggjað arbeiðsplássini í miðfyrisitingini.
- Vit hava í dag ein gyltan møguleika at byrja av nýggjum. Ein gyltan møguleika at fáa eina virðiliga og góða tænastu til okkara borgarar. Vit her í okkara samstarvið ynskja ikki bert at yvirtaka verandi skipan. Vit ynskja at gera tað betri og smidligar, og ikki minst at tillaga tænastuna soleiðis, at hon passar til tann staðbundna tørvin, og ikki til eina ella aðra sentralstýrda skipan. Óansæð um hendan skipanin er hjá landinum ella kommununi sjálvari, skrivar Jóhan Christiansen.
- Lat okkum kommunur fáa frið og møguleika at skipa okkum soleiðis, at tað verður brúkarin, sum kemur í miðdepling. Eldaratænastan snýr seg ikki um skipanir ella mannagondir, sum tað í stóran mun verður útlagt sum, í kjakinum og togtogani millum land og kommunur í løtuni. Eldratænastan snýr seg um at veita eldri fólkið eina tænastu, sum tey hava rætt til og tørv á, skrivar hann at enda.