Ingolf S. Olsen
Kári P. Højgaard, einsamallur tinglimur og formaður í Sjálvstýrisflokkinum, heldur, at søgan prógvar, at Ferðaráðið hevur havt meira enn trupult við at virka sum almennur stovnur, ið er beinleiðis partur av almennu umsitingini.
Tí skilir hann eisini væl ynskið hjá Visit Faroe Islands um at verða skipað sum alment partafelag í staðin. Men samstundis er hann sera ivasamur, tí hann óttast, at allur stuðulin til ferðavinnuna tá fer at verða latin upp í hendurnar á hesum munandi meira sjálvstøðuga partafelagnum.
- Guðrið Højgaard hevur prógvað, at hon er sera dugnalig, og tí hevur hon eisini fingið tvífaldað sína játtan. Og av somu orsøk eiga vit at vísa henni stórt álit og geva henni fríari hendur enn nú, tí endamálið má vera, at marknaðarføringin av Føroyum verður framd so væl og skynsamt sum gjørligt . Men mítt ivasemi snýr seg um, hvussu tað verður við stuðlinum til lokaløkini fram eftir. Vit vórðu kunnað um hesa ætlanina á Hotel Hafnia fyri nú nakað langt síðani, og tá fekk eg ta fatan, at lokali stuðulin ikki longur fór at verða eins væl knæsettur, og hann er í dag. Hesum fari eg at geva serligan ans undir tingviðgerðini, tí tað verður ein vanlukka, um kunningarstovurnar og lokalu átøkini annars fara at fáa minni stuðul enn í dag, sigur Kári P. Højgaard.
Kann ella skal
Sum almenni stuðulin til ferðavinnuna er skrúvaður saman í dag, fer øll játtanin til Visit Faroe Islands. Men ein partur av hesi játtan – 2,5 milliónir av 15,9 milliónum krónum í ár – eru oyramerktar sum stuðulsjáttanir til kunningarstovurnar kring landið, til NATA-samstarvið millum Føroyar, Ísland og Grønland og krónu-til- krónu stuðulsskipanina.
Og Kári P. Højgaard hevur helst eisini okkurt at hava sín ótta í, tí meðan lokali stuðulin í verandi skipan er oyramerktur, so verður tað sambært lógaruppskotinum hjá Johan Dahl júst upp til Visit Faroe Islands sjálvt at avgera, í hvussu stóran mun ferðavinnustuðul skal latast út til økini fram eftir.
Í lógaruppskotinum stendur nevniliga ikki, at p/f Visit Faroe Islands skal, men at felagið kann stuðla økisferðavinnufeløgunum fíggjarliga.
Eitt annað evnið, sum Kári P. Højgaard ætlar at draga inn í orðaskiftið, er lønarlagið í almennum partafeløgum generelt.
- Posta er eitt skrekk-eksempul upp á eitt alment partafelag, har lítið hevur riggað, men stjóralønin er farin til himmals. Og tað hevur eisini verið gongdin í øðrum førum, tá almenn partafeløg eru stovnað – stjóralønirnar eru farnar upp. Mín meining er, at vit eiga at lóggeva um, at lønarlagið í almennum partafeløgum skal fylgja lønarlagnum á sama stigi í almennu umsitingini annars, sigur formaður Sjálvstýrifloksins.