Takið av 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna

126 undirskriftir vórðu seinnapartin í dag handaðar næstformanninum í rættarnevndini, Magnusi Rasmussen. Tað eru tríggir pensjónistar, ið hava tikið stig til undirskriftainnsavnanina, har tey heita á Løgtingið, at 70 ára gomul eisini í framtíðini sleppa at arbeiða hjá tí almenna

— Vit eru ein bólkur, ið fegin vil hava, at tit taka av 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna. Her vil eg handa tær tað skrivið, ið vit hava sett saman. Vit hava 126 undirskriftir, segði Ingrid Henriksen úr Havn, tá ið hon vegna stigtakararnar til undirskriftainnsavnanina, handaði undirskriftirnar í Løgtinginum.

— Vit vóna, at tit í næstum avtaka hetta markið við 70 ára fráfaringaraldri, tí vit eldru vilja sjálvi avgera, nær vit fara frá. Vit halda ikki, at at tað eigur at vera nakað mark yvirhøvur, segði Ingrid.

Vit kenna okkum fyri mismuni
Saman við Thordis Skaalum og Bozena Rasmussen hava tær tikið stig til undirskriftainnsavnanina. Tær byrjaðu í gjár, og hava staðið í FK í Miðvági og í SMS í Havn við listunum og spurt fólk um at skriva undir. 

— Tað er so týdningarmikið at sleppa at arbeiða so leingi sum møguligt, tá ið vit eru røsk, og vit vita, at vit gera nyttu á arbeiðsmarknaðinum. Vit eru tað gráa gullið. Og vit vilja fegin sjálv gera av, nær vit fara frá. Vit kenna okkum fyri mismuni. Júst í løtuni er einki arbeiðsloysi, men um arbeiðsloysi hevði verið, so høvdu vit ikki sloppið at verið á arbeiðsmarknaðinum, segði Thordis Skaalum úr Sørvági.

Partur av viðgerðini

Formaðurin í rættarnevndini, Kristin Michaelsen, var ikki í Løgtinginum, tá ið tær komu við undirskriftunum. Tí var tað ístaðin Magnus Rasmussen, næstformaður, ið tók ímóti.

— Eg takki fyri undirskriftirnar. Tær verða tiknar við inn í rættarnevndina og verður hetta partur av málinum. Hetta er eitt løgtingsmál, ið longu liggur í rættarnevndini, sum er um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Eg beri tað víðari til Kristin, og vit vilja taka hetta við í víðari viðgerðina, segði Magnus.

##med2##
Fra vinstru: Magnus Rasmussen tekur ímóti undirskriftunum frá Ingrid Henriksen og Tordis Skaalum. (Myndir: Frants Jensen)

Hevði skund
126 undirskriftir ljóða ikki av so nógvum, men kvinnurnar aftan fyri átakið eru tó vísar í, at nógv fleiri taka undir við hesi áheitanini.
— Vit skundaðu okkum, tí vit vistu, at hetta málið longu var fyri í rættarnevndini. Tí ynsktu vit at geva rættarnevndini undirskriftirnar nú beinanvegin, so at tey fáa tikið tað við í viðgerðina. Men vit vita, at vit kundu fingið nógv, nógv fleiri undirskriftir, um vit høvdu brúkt longri tíð. Men vit kundu ikki bíða, tí málið er longu til viðgerðar. Tað hevur skund, segði Thordis.
— Nú vóna vit, at vit verða innkallað til hoyringar, tá ið málið kemur fyri, so at vit kunnu greiða nærri frá okkara sjónarmiðum, segði Ingrid Henriksen.