Her rætti eg tær bróðurhond

Mánadagin verður fundur í grundlógarnevndini. Ógreitt er, hvussu verður við skrivstovuni og arbeiðinum hjá nevndini. Spell var, um arbeiðið datt

niðurfyri.

 

Heðin Mortensen,

 

løgtingsmaður

 

 

 

Vit eru í eini tíð, har fólk hava mist álitið á politikararnar, og klandur og gremjan hoyrist á tingi. Arbeiðið í grundlógarnevndini kann við góðum

 

vilja endurreisa álitið á politisku skipanina og skapa semju og sátt í landinum.

 

Føroya løgmaður, Anfinn Kalsberg, sigst ynskja breiða semju um ríkisviðurskiftini. Í løgmansrøðuni vísti løgmaður á grundlógararbeiðið og

 

metti, at har eru møguleikar fyri semju.

 

 

 

Í sanginum, "Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt", standa hesi orðini: "her rætti eg tær bróðurhond, so rætt tú tína mær". Ynskir løgmaður breiða

 

semju, so er tað júst hetta, ið skal til, at báðir partar rætta fram boð um brøðralag.

 

 

 

Løgmaður hevði ikki mær vitandi spurt seg fyri, um orðingin í røðu hansara var í lagi hjá andstøðulimunum og annars nevndini allari. Tí hoyrdu

 

vit, at formaðurin í sambandsflokkinum segði seg vera ímóti føroyskari grundlóg.

 

 

 

Sjálvandi. Er týdningurin av orðinum "ovasta lógin hjá einum fullveldi", so er sambandsflokkurin ikki við. Men, hevði løgmaður sagt "ein lóg, ið

 

kemur í staðin fyri stýrisskipanarlógina", so hevði helst borið til.

 

 

 

Øll feløg hava viðtøkur, sjálvt um tey sjálvi eru imir í øðrum feløgum. Vit kunnu saktans semjast um viðtøkurnar hjá Føroyum, herundir

 

ásetingar um viðurskifti okkara við tann størra felagskapin, ríkisfelagskapin.

 

 

 

Sum varalimur í grundlógarnevndini havi eg fingið alt tilfarið hjá nevndini. Eg skilji tað uppskotið, nevndin hevur abeitt við, sum semjusøkjandi

 

uppskot í fýra pørtum.

 

 

 

Fyri tað fyrsta eru ábøtur gjørdar á ásetingarnar í stýrisskipanarlógini. Fyri tað næsta eru mannarættindini orðað á føroyskum fyri fyrstu ferð.

 

Fyri tað triðja er ein greið støðutakan til ríkisstøðuna hjá Føroyum í dag. Og at enda ein mannagongd fyri, hvussu ein fullveldisstøka skal fara

 

fram.

 

 

 

Við tí uppskotinum fáa vit betra verandi støðu, vit fáa ein felags føroyska fatan av, at Føroyar eru í sáttmálastøðu við Danmark, og vit semjast

 

um, hvussu loysingin skal samtykkjast.

 

 

 

Hetta tykir mær vera ein góð semja, tí allir flokkur noyðast at slaka, men um somu tí eru allir flokkar saman um tað, ið best er fyri Føroyar.

 

 

 

Trupulleikin er bara, at løgmaður í røðu sín samtundis boðar frá einsíðugum yvirtøkum, einsíðugum skerjingum av blokkinum. Varaløgmaður

 

boðar frá einum heitum politiskum heysti og sigur tað onki nytta at samskifta við danir. Slíkt ber ikki til, skulu vit finna semju.

 

 

 

Flestu viðmerkingar frá anstøðuni til samgonguátøk eru vanliga negativar. Men her er ein sera positiv viðmerking. Eg eri samdur við løgmanni í,

 

at grundlógarnevndin kann vísa á breiða semju um stjórnarviðurskifti okkara. Tað krevur bara, at nevndin fær frið at arbeiða eina tíð, og at

 

andstøðuumboðini sleppa at kunngerða, nær semjan er borðbar.

 

 

 

So, Føroya løgmaður, her rætti eg tær bróðurhond, so rætt tú tína mær!