síggja vit, at meiri er sett av til skúlaverkið á fíggjarlógini. Í áttatiárunum var raðfestingin ein heilt onnur, tá var tað fiskivinnan og flotin, sum skuldi byggjast út. Framvegis verða tíggjutals milliónir [...] at kenna, um vit skulu hava nóg góðan kunnleika um okkara grundarlag. Í 1986 var eg á einum granskaraskeiði í Bergen, sum var um allar hugsandi fiskasjúkur, ið eru í alilaksi. Har hevur sjúkraparturin stóran [...] hjá mær nemur eisini við viðurskifti, sum ikki eru nóg væl kannað enn og sum áttu at verðið kannað. - Seinastu árini er hent nógv í Føroyum, vistfrøðin verður raðfest hægri og verður kannað í ein størri
lyndi til at halda, at tað var í lagi, at ferðslan viðhvørt elvdi til lívlát ella fólkaskaða. Onki var at gera við hetta, tóktist hugburðurin at vera. Hetta kundi ikki góðtakast, segði hann, og vísti [...] tilvitað um trygga ferðslu, men tíðirnar fyri framman vóru møtimiklar, tí í 1981 var bilatalið økt upp í 12.500. Hetta var ein tvífalding samanborið við 1974. Samstundis vóru vegirnir vorðnir munandi betri [...] leiðari í ráðnum. Nú var klárt at fara undir propaganduna. Ikki færri enn fimm fundir vórðu hildnir frá august til desember 1976. Ein spurningur, sum beinanvegin kom til viðgerðar, var at fáa gjørt føroyskt
Vilja vit eins og íslendingar satsa uppá at fáa tónleikin til ein vinnuveg, so mugu vit trífalda talið á musikklærarum í Føroyum; musikkskúli í hvørjari kommunu kann skjótt gerast eitt lógarfest krav. [...] um um viku-skiftið, har ein stór ráðstevna um musikkskúla undirvísing og harat tengt viðurskifti gav ljóð fyri týðandi tættum. Við útvald-um gestum úr norrønum grannalondum var frá byrj-an dúkað til íblástur [...] unin av einum stykki úr Eine Kleine Nachtmusik eftir Mozart, frá ungum Musikkskúla næmingum, setti landsstýrismaðurin í mentamálum ta tveir dagar longu ráðstevnuna. »Hatta var flott,« mátti Jógvan á Lakjuni
dag, at kom oljuhavnin í Suðuroynni, so var eisini ein vón um, at samferðslan við meginøki fór at batna í framtíðini. Tí spyrja vit Hergeir, um hetta eisini er ein partur av orsøkini til, at suðuroyingar [...] hann er ein teirra. Nú lógin um fyrsta útbjóðingarumfar var fyri í vinnunevndini, tók Tjóðveldisflokkurin kortini ikki undir við broytingaruppskotinum hjá minnilutanum til lógaruppskotið. Hetta broytin [...] Sveinur Tróndarson ? Eg havi ikki snýtt suðuroyingar í hesum føri, og eg ætli mær heldur ikki at gera tað. Eg haldi ikki, at tað er rætt, at seta eitt uppskot fram í tinginum - upp á hvamsvís - tí fellur
nevndu verkætlanirnar hava tilsamans ein verkætlanarkostnað á umleið 50 milliardir krónur. Oljufelagið Cairn Energy hevur leitað eftir olju í Grønlandi. Staðfest var, at olja er, men eisini, at nøgdirnar [...] heiminum eftir hesum evnum. Tískil eru fleiri feløg farin undir at gera fyrireikingar í Grønlandi. Hetta eru risa verkætlanir, har brúk er fyri nógvum serkunnleika. Serliga eru tað fyritøkurnar London Mining [...] Maersk Oil eru tó framvegis áhugað, og kanningar verða eisini gjørdar í ár. Tó eru útlitini ikki líka góð fyri oljuvinnuna í Arktis nú, sum tey vóru fyri bert fáum árum síðani. Tað er serliga økta kappingin
laksamarknaðinum. - Ilt er at meta, hvussu leingi, og í hvussu stóran mun hetta fer at ávirka marknaðin. Vit meta tó, at útlitini eru góð, tí farsóttin hevur ikki broytt veruleikan, at heiminum framyvir tørvar [...] Hyggja vit eftir samlaðu tøkuni av laksi hjá Bakkafrost-samtakinum í fyrra hálvári í ár, var tøkan tilsamans 38.813 tons í kruvdari vekt í mun til 26.316 tons í fyrra hálvári í fjør. Av nøgdini í fyrra [...] reikað kring heimin, og fíggjarliga avkastið er nógv ávirkað av umstøðunum á markaðinum. Umframt hetta hava hægri flutningskostnaðir og broytt gjaldoyraviðurskifti eisini ávirkað fíggjarliga skeiva vegin
heimbygdina. - Skipið er fíggjað í Realinum og Bank Nordik, og tað hevur verið ein góð og ábyrgdarfull tilgongd at fáa hetta at hanga saman. Fíggingarstovnarnir eiga takk fyri, at teir vísa reiðarínum tað [...] sum eitur "Kona II". Tað er ikki eg, sum havi givið telefonnummarinum navn - tað eru børnini, tí hetta nummar ringir allar tíðir á døgninum - alt árið og sum oftast fleiri ferðir um tíman. Kristian Martin [...] eisini frá, at nógvir fundir í bankanum endaðu við, at teir ikki fingu tann "posa" við pengum, sum brúk var fyri í strembanini eftir at endurnýggja skipið og keypa eitt betri skip, sum hevði møguleikar at frysta
tað at gera í nógv nógv ár. Ein má tí gera upp við seg sjálvan, um tað er tað vert. Men hetta er tykkara avgerð sigur Anders Fogh Rasmussen, sum avgjørdur leggur aftrat: -Var eg føroyingur, hevði eg ikki [...] sæð hava ognarrættin til undirgrundina og ráevni í hendi. Ein spurningur, sum eisini varð nógv frammi, tá Anders Fogh Rasmussen var ráðharri, var marknatrætan millum Føroyar og Danmark og so Bretland. Vit [...] stjórnin hevur gjørt eina roynd at ávirka bretsku stjórnina, og at hetta kanska eisini er ein av orsøkunum til, at tað nú vónandi finst ein loysn.
at avlurta øll fólk í Føroyum. Tað var løgmaður, ið fyri einhvønn prís vildi hava lógina í gildi. Og partamaðurin Edmund Joensen atkvøddi á fólkatingi fyri, at hetta skuldi setast í gildi fyri Føroyar [...] at lata danskar myndugleikar avlurta seg. Hann gevur nú fullveldispolitikki skyldina... - - - Tað var eitt álvarsmál, tá ið Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin í fjør samtyktu donsku lógina [...] Føroyar. Vit, sum atkvøddu ímóti, vístu á: At hetta er eitt ógvusligt inntriv í persónliga frælsið. At vit geva myndugleikum, sum føroyska fólkið ikki hevur valt, hesar víðfevndu heimildir og lata alt ræðið frá
dolki. Álopsmaðurin, sum er ein gamal kenningur hjá løgregluni, varð handtikin. Hetta er fyrstu ferð, at ein vápnaður maður leypur á ein ákæra í Føroyum. *** Lívsgleði er eisini ein spurningur um val, og tú [...] vikuskiftið í Havn. Hann var millum annað gestir í sendingini Hvonn Live á Rás2, og eftir at hann hevði gjørt interview og sungið ein sang live flokkaðust ungir fjepparar um Seebach. Hann var blíður og vildi fegin [...] heldur hon. Varafútin stungin Tað var dramatikkur í luftini, tá ið varafútin varð stungin í lærið við einum dolki. Finn Ougaard kom úr Dómhúsinum, og har bíðaði ein 40 ára gamal maður eftir honum við